Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 tíðindi Nr. 192 - 4. oktober 2007 Neistakvinnurnar stóðu eftir við einari keðiligari kenslu síðsta kappingarár, tá tær hvørki rukku til finaluna í landskappingini ella í steypakappingini. Í ar skal hetta tó broytast, sigur Unn Kragesten HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Neistin er helst tað liðið, sum hevur givið Stjørnuni størstu kappingini síðstu árini. Neistin hevur fleiri ferðir givið Stjørnuni ein skarpan gang, men allíkavæl er Stjørnan aloftast endað omaná. Í fjør var Neistin eisini liðið, sum alt kappingarárið lá og kappaðist við Stjørn­ una í oddinum av Sunset kappingini. Neistin endaði eisini á øðrum plássi í grundspælinum beint aftan fyri Stjørnuna, men tá alt kom til stykkis, gjørdist síðsta kappingarárið eitt stórt vónbrot hjá Neistan­ um. Neistin tapti fyrst ímóti Stjørnuni í hálvfinaluni í steypakappingini, og síðani spældu tær tvær ferðir javnt í hálvfinalunum í lands­ kappingini ímóti VB. Og av tí at VB fekk fleiri mál á útivølli, vóru tað tær, sum endaðu í finaluni. Tað er annars at kalla sama fólk, sum skal føra Neistan fram í oddin í ár. Einasti leikari, sum er komin afturat hópinum, er Anja Heinadóttir, sum er komin úr Kyndli, og harafturat hevur Neistin fingið roynda íslendingin, Jakob Jónsson, at venja liðið. Vit hava tikið eitt prát Unn Kragesten hjá Neistan­ um. Hon sigur, at tær ikki ætla sær eina endurtøku av síðsta kappingaári. Í ár skulu tær í onkra finalu um ikki báðar. Fáar broytingar – nýggjur venjari Sum tey flestu av hinum liðunum í føroyskum hond­ bólti, so hevur Neistin eisini vant hart upp undir kapp­ ingarári. Tær hava fyrireika seg væl, og Unn heldur eis­ ini, at tær eru klárar at fara undir nýggju kappingina. ­ Ja, vit hava vant hart, og eg haldi heilt sikkurt, at vit eru ordiliga klárar at fara í gongd. Vit spældu eisini fyrsta dystin leygardagin, og sjálvt um tað gekk rætti­ liga javnt á ímóti VÍF í fyrra hálvleiki, so var rættiliga stórur munur eftir steðgin, so tað var ikki so galið, sigur Unn. Hon sigur annars, at liðið er at kalla tað sama sum í fjør, men onkrar smáar broytingar eru tó í hópin­ um. ­ Vit hava fingið Anju Heinadóttir úr Kyndli á strikuna at spæla, men vit hava eisini mist Tordis Tróndarson til júst Kyndil, so hetta gongir líka sum upp. Annars haldi eg, at fólki er júst tað sama sum í fjør. Onkrir ungir leikarar eru tó komnir afturat, sum eru rættiliga góðir, so teir skulu nokk blíva ein styrkur, heldur Unn. Neistin hevur tó harafturat fingið ein nýggja venjara, og spælararnir dáma væl nýggja venjaran. ­ Vit hava fingið Jakob Jónsson sum nýggjan venj­ ara. Hann hevur lagt stóran dent á, at vit skulu hava tað stuttligt í ár, og hetta dámar mær sera væl, sigur Unn Kragesten. Skulu betra um liðið Tá vit spyrja Unn, hvat málið er hjá liðnum í ár, er hon rættiliga greið á málin­ um. Hon vil fyrst og fremst betra um støðuna frá síðsta kappingarári. ­ Síðsta kappingarár stóðu vit eftir við einari rættiliga merkiligari kenslu, tí sjálvt um vit høvdu vunn­ ið fýra ferðir ímóti VB í grundspælinum, so komu vit ikki í finaluni, tí vit spældu tveir javnleikir ímóti teimum í hálvfinal­ unum. Hetta ætla vit so í øllum førum at bøta um, staðfestir Unn. Hon leggur tó afturat, at tær eisini skulu betra um liðið og einstøku spælar­ arnar. ­ Málið hjá okkum er tó eisini at betra um sjálvt liðið og at styrkja um ein­ støku spælararnar. Haraftur­ at skulu vit royna at fáa ungu spælararnar spældar inn á liðið. Unn sigur seg annars vænta, at kappingin í ár fer at líkist kappingini sísðta kappingarár. ­ Eg vænti, at Stjørnan verður rættiliga sterk aftur í ár. Harafturat vænti eg, at kappingin fer at líkjast tí í fjør, har vit og VB helst skulu royna at fylgja við Stjørnuni. Nú spældu vit ímóti VÍF leygardagin, og sjálvt um vit vunnu rættiliga sannførandi, so haldi eg tó heilt víst, at um VÍF fær sítt spæl at koyra, so hava tær eitt lið, sum saktans kann yvirraska, sigur Unn. Skulu finna skjóta spælið At enda spurdu vit Unn, hvussu tær skuldu gera sær vónir um at koma heilt fram í oddin í ár. ­ Skjóta spælið hjá okk­ um er styrkin, og hetta skulu vit heilt sikkurt finna fram aftur fyri at røkka heilt fram í oddin. Vit hava nógv­ ar skjótar spælarar, sum skilja hondbólt og duga at spæla hondbólt, og tí eiga vit at koma langt, um vit fáa skjóta spælið at koyra, sum tað skal, sigur Unn. Hon ásannar tó eisini, at liðið serliga hevur havt ein trupulleika seinnu árini. ­ Størsti trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki eru nóg avgjørdar, og hetta hev­ ur fleiri ferðir kosta okkum dýst, staðfestir Unn Krage­ sten at enda. Tað er sjálvandi ilt at meta um, hvussu fer at ganga hjá Neistanum í ár, men eingin ivi er um, at tær hava liðið og fólki til at gera seg galdandi heilt frammi í oddinum. Tað er eisini væntadi, at Neistin fer at fáa eitt betri úrslit enn í fjør. Neistin skal longur upp í ár Ása brotið hondina Ein av lyklaleikarunum á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum fekk um vikuskiftið ein rættiliga álvarsligan skaða. Talan er um Ásu Dam á Neystabø, sum var so óheppin at bróta sær hondina, og tí verður hon ikki at síggja á neistaliðnum komandi vikurnar. Sum skilst úr Neistanum, so má Ása helst binda frið í seks vikur við brotnu hondini. Jakob nýggjur venjari Síðsta kappingarár stóð týskarin Dieter Eichmann á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, men týskarin heldur ikki fram hetta kappingarárið. Í staðin hevur Neistin tryggjað sær íslendingin Jakob Jónsson til liðið. Jakob vandi síðsta kappingarár besta mansliðið hjá strandingum, men í ár skal hann altso føra kvinnurnar hjá Neistanum heilt fram í oddin. - Síðsta kappingarár stóðu vit eftir við einari rættiliga merkiligari kenslu, tí sjálvt um vit høvdu vunnið fýra ferðir ímóti VB í grundspælinum, so komu vit ikki í finaluni, tí vit spældu tveir javnleikir ímóti teimum í hálvfinlunum, sigur Unn Kragesten, sum ætlar sær í í øllum førum eina finalu í ár Mynd: Álvur Haraldsen