hósdagur 4. oktober 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 4. oktober 2007
33
tíðindi
Móttøkan fyri Klæmint
Seinasta fríggjadag varð
móttøka í høvuðsskrivstov
uni hjá SEV í samband við,
at Klæmint Weihe leggur
frá sær aftaná eitt sera drúgt
tíðarskeið sum stjóri. Her
vóru nógvir gestir, eisini úr
Danmark. Tað vóru fleiri
røður hildnar, har takkað
varð Klæmint fyri alt, sum
hann hevði gjørt fyri SEV.
Hetta hevur longu verið
nógv umrøtt, og skal tí ikki
endurtakast. Vit vóru við á
móttøkuni, har vit hittu
ymisk fólk, sum hava havt
týdning fyri SEV.
ó
Tað var hugaligt hjá Ketty og Klæmint Weihe at lurta eftir
røðunum
Hjørleif og Gidda Wang úr Kaldbak. Hjørleif hevur verið
limur í umboðsráðnum
Jógvan Gerðalíð og Herluf Mortensen, sum arbeiðir hjá SEV
sum verkfrøðingur. Jógvan mundi við sínum 91 árum vera
ellisforseti á móttøkuni. Hann var sum 14 ára gamal í 1930
saman við pápa sínum við til at sleipa elsteyrar við rossi av
sandinum í Klaksvík til nýggja elverkið norðuri við Strond.
Akkordin var vist kr. 3,50 fyri steyran
Palli Mortensen av Tvøroyri er
verkmeistari í Suðuroy. Virkini eru
í Vági, í Botni og til at taka virkið á
Tvøroyri. Virkið í Botni er vatndrivið
og framleiðir um ein fjórðing av
ravmagninum í oynni
Heri Johansen, Christian Martin
Christiansen og Páll Mikkelsen eru veteranar
hjá SEV. Teir hava arbeitt síni 40 ár í part
Hesir arbeiða hjá SEV á ymiskum økjum: Eyðfinn Hvannastein, teknistovuleiðari,
Kristian Fríðrik Olsen, formaður í umboðsráðnum, John Danielsen, skrivstovustjóri
og Jørgen Mørkøre, maskinmeistari
Jarðarferð
Minningarhald verður við urnuna hjá Claus Amondsen
leygardagin kl. 13.00 í Kirkjugarðskapellinum.
Fyri tey avvarandi
Lisa Hendriksdóttir
Tey, ið vilja minnast Claus, kunnu lata børnunum eina peninga
gávu, konta í Suðuroyar Sparikassa, 9870102.604.7 .
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður,
pápi, verpápi og abbi
Karl Samuelsen
Kollafirði
gjørdist sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, vitjanir,
uppringingar og peningagávu til Føroya Felag
móti krabbameini. Vit takka presti, kirkjutænarum,
sangarum og gravarum.
Vit takka heimasjúkrasystrum og starvsfólki á G4 á
Landssjúkrahúsinum. Eisini takka vit tykkum, sum
vitjaðu Karl, meðan hann var sjúkur.
Tøkk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Ein stór tøkk til øll tykkum, sum hjálptu til við
ervinum.
Familjunnar vegna
Elsa
Anna Rúna, Signa, Kára og Niklas