Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 192 - 4. oktober 2007 tíðindi Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Sambandið teirra millum er, at Ása var dóttir Amaliu og Nikláa, at Tom, Niklái og Agnas vóru systkin og Jógvan, Anna og Dánjal vóru systkin. Hesi seinastu vóru ættað av Dul á Strondum, og tí var tað, at synirnir hjá Jógvani og Agnas fingu sær á Dul til eftirnavn. Tað undrar eitt sindur, at tann fyrsti í grøvini hjá Onnu og Tom er Dánjal, sum er deyður knappliga 19 ára gamal í 1906. Tá ið Anna doyr í 1935 verður hon grivin í somu grøv, og tá ið Tom doyr í 1951 verður hann náttúrliga jarð­ aður undir liðini á konuni. Jógvan misti beiggjan fyri borð Tað er ikki eydnast at fáa nakað serligt at vita um Dánjal. Tað sum ættin hevur greitt frá er, at hann fer til skips saman við Jógvan beiggja sínum sum skipara. Dánjal slær út, men tað eydnast at fáa hann umborð aftur. Hann er kort­ ini so illa fyri, at hann fær lungnabruna. Tað er einki sum eitur pensilin tá í tíðini, og hann doyr. Spurningurin kann so vera, hví hann er grivin í Havn, tá ið hann er av Strondum. Jógvan og Agnas búðu tá eisini inn á Strond­ um. Frágreiðingin kann vera tann, at Dánjal er deyður í Havn. Í 1906 var eingin ruta inn á Strendur, og tað hevur verið sínar sakir at flyta eina kistu við báti inn á Strendur. Tí hevur tað verið lættast at jarða dreing­ in í Havn. Tað eru fleiri, sum vórðu uppkallaðir eftir Dánjal. Ein er Dánjal á Dul í Havn, kendur sum lærari á sjó­ manssskúlanum. Hann varð føddur sama ár sum pápa­ beiggin doyði. Fóru til Suðroyar og vórðu uppkallaðar Tey á Dul vóru annars átta systkin. Foreldrini vóru Jógvan Jensen og Súsanna Kristina á Strondum. Tvær systrar vóru giftar til Suðuroyar. Onnur var Malena, sum var gift við Zacharias Bech. Tey fingu sjey børn. Hin var Jóhanna, sum giftist við Jacob Bech, og fingu tey eisini sjey børn. At vera giftur til Suður­ oyar var sera langt tá í tíðini. Tað var kanska ikki sum at vera deyður, men tá ið Agnas og Jógvan fingu sína fyrstu dóttir, varð hon kallað Jóhanna Malena (seinni Sundstein) eftir systrunum, sum vóru so langt av landi skotnar! Hini systkini á Dul á Strondum vóru Jens Krist­ jan, giftur við Ingu, Daniella og Sofus Kristian, giftur við Louisu. Forfedrarnir í Havn Pápi Agnas, Tom og Nikláa var Conrad Nicolajsen (1842­1916), sum var eitt tað fyrsta postboð í Før­ oyum. Rutan gekk úr Havn og heilt norður til Viðar­ eiðis. Kona hansara var Sigga Karolina Reinert f. 1839 í Kaldbak. Tey búðu fyrst í Klausstovu úti á Reyni. Men so bygdu tey í tí, sum nú eitur Grím Kam­ bansgøta 16. Hetta varð tá kallað Úti í Bø, langt av landi skotið, og verður enn kallað Konradsbrekka. Tey bæði fingu umframt tey nevndu trý børnini, eisini Mariu, sum verður umrødd seinni. Hon doyði í 1960 og er grivin í nýggja kirkjugarði. Jógvan (1876-1923) og Agnas (1881-1945) Jógvan og Agnas giftust jólaaftan 1905 og búði fyrstu árini á Strondum, men fluttu til Havnar i 1908. Jógvan sigldi, men hann doyði bert 47 ára gamal, tá ið yngsta barnið var árs­ gamalt. Agnas tók lærara­ prógv í 1899 bert 18 ára gomul, men hon kom tó ikki at arbeiða nógv í hesum yrki. Hon gjørdist eisini sjúk av tuberklum, og børn­ ini máttu fara aðra staðni at vera eina tíð. Tey bæði fingu børnini: Dánjal, Signhild, Johanna Malena, Jógvan, Jákup, Páll, Grímur, Bjørga og Maria Av hesum livir bert Mia, sum er 85 ára gomul. Anna (1881-1936) og Tom (1877-1950) Tey fingu børnini Sigfried, Hjørdis, Sanna, Konrad, Hjalti og Bjarki Niklái (1872-1952) og Amalia (1882-1938) Tey fingu børnini Óla Kristian, Arngrim, Tóru, Nannu og Sjúrður Tom og Niklái Tað ber illa til at nevna annan av hesum uttan at nevna teir báðar. Teir vóru kendir sum fergumenn í Havn ta tíðina, tá ið ferða­ mannaskip ikki kundu leggja at, og ferðafólkið mátti førast í land við báti. Ein av teimum, sum kendi teir báðar er tann 91 ára gamli Jógvan Gerðalíð í Klaksvík. Hann hevur greitt eitt sindur frá tí, sum hann minnist frá teimum: Nógvar søgur eru um »Fergutom«. Ein er, tá ið hann einaferð legði at ferða­ mannaskipinum Dronning Alexandrine. Ofta lá frálop út gjøgnum síðuna á skipinum. Vindur kundi so físa og gera fortreð, sum tað gjørdi hendan dagin. Tom bað dekksdrongin umborð rópa stýrimannin út á lúnninigina. »Dav Tom, hvad nu Tom?« Tom svarar: »Hvor­ for kan Dronningen dog aldrig holde vandet?« Og so risti stýrmaðurin við høvdinum: »Nei Tom, nei Tom!« Tom var tiltikin sum aktionarius ella uppboðs­ haldari. Tá í tíðina vóru nógvir, ið fóru fallit. Hesar uppboðssølur minnist eg væl sjálvur og hetta vóru he n d u r ið sl ep t u Anna hjá Tom fór í grøvina hjá beiggja sínum 30 ár aftaná Hesa ferð er okkara frásøgn um tríggjar gravir, sum hava eitt slíkt samband, at tað ber ikki til at viðgera tær hvør sær. Hesar gravir eru hjá: Dánjal Jensen, Onnu og Tom Nicolajsen, Agnas og Jógvan Jensen Ása, Amaliu og Nikláa Skála Tom og Anna sum brúðarpar Kend mynd av Tom og Nikláa