Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 4. oktober 2007 35 sera stuttligar løtur. Nógvar søgur og niðursetandi við­ merkingar vóru um seldu vøruna. Hetta mundi tó ikki vera líka stuttligt fyri teir, ið fóru á húsagang. Tom var sera kringur at fáa væl burtur úr, men onkuntíð fekst ikki boð, og tá dugdi hann væl at taka til. Hann skuldi siga um ein mjølsekk: »Tit fáa einki stríð av honum. Hann klárar at ganga heim sjálvur.« Tað vildi siga, at so nógvur mølur var í sekkinum. Hetta kundi ofta fáa menn til at kappbjóða, so prísurin ofta gjørdist hægri enn veruliga virðið. Øll mannfólk gingu við "kepp", um tey ikki høvdu føroyska húgvu. Tom brúkti ikki nakað á høvdinum. Var tí kallaður hattleysi Tom, ella Tom hattleysi.. Væl dámdi Tom at spæla. Jákup, sonur okkara, skuldi altíð renna um gólvið og inn í stovuna. Einaferð, tá ið Jákup mundi vera tvey ella trý ár í 1944­45, var Tom hjá okkum. Hann helt, at hetta mundi hann fara at klára eins væl og Jákup, og teir so at kapprenna kring óvanliga stóra køksborðið. Eg mátti steðga Tom, væntaði at hann fekk krampa av møði og látri. Tom var hin vinarligi, skemtingarsami, kviki, netti, høfligi, hjálpsami. Hann var gentlimaður og bar útlenskan dám. Gekk rankur og kvikliga.. Nikláa kendi eg ikki so nógv. Haldi hann var før­ oyingur burtur av. Álvar­ samur, einki fjas. Eg haldi ikki, at hann hevði nakað av hesum skemtingarsama í sær, og eg haldi ikki, at hann fangaði tað. Ella kanska ikki tímdi at fjasa. Álvarsbrá lá yvir honum. Tom hevði ikki kunnað funnið uppá sumt av tí, Klái loyvdi sær. Samfundsmøti var á Varpinum í Klaksvík. Vit møttust á trappuni. »Nú hvussu er tað tú sær út, bróður?« Tá hevði hann raka sær og nøkur smá »frímerkir« her og har á høku og kjálkum. »Eg veit ikki, eg gloymdi at seta hatta í.« Tá hevði hann rakað sær uttan at seta kambin í maskinuna. Men tað forðaði ikki Kláa í at fara á møti. Hann hevði stuttar vitnis­ burðar á møtum. Eina ferð leyp hann upp á stólin hann sat á, helt sær um ein stólpa, og segði tað hann hevði á hjartað. Teir høvdu tíðum stuttar vitnisburðir. Haldi ikki teir høvdu tol við langum talum ella fyrilestrum. Eg var nokk so nógv saman við Tom. Eisini nak­ að saman við honum við Sendiboðnum, bátinum sum Klaksvikingar nýttu at ferð­ ast til bygdirnar at halda møti. Alt í einum meðan vit práta, kundi hann loypa upp, blaka seg á knøini og fer at biðja. Motorurin gekk, so tað var ikki altíð, at vit varnaðust hann. Men tað gjørdi ikki mun hjá honum. Hann læt okkum bara práta víðari. Eg havi ikki sæð so góðar brøður. Hvussu leingi teir stóðu á helluni á Eiði einaferð veit eg ikki. Teir hálsfevndust og skuldu siga farvæl. Vit høvdu verið nakrar dagar og havt møti har. Munurin á teimum báðum kann verða lýstur soleiðis, sum teir vildu biðið sær hjálp at draga bát. Tom vildi sagt: »Væl­ signaðir, komið og dragið mær bátin, tit eru altíð so vinarligir og fittir.« So fóru teir, fegnir fyri at kunna hjálpa. Klái hevði sagt: »Komið her og dragi bátin!! Tit standa har fyri einki álíka­ væl.« So fóru teir eisini fegnir fyri at kunna hjálpa. Um Tom er annars at siga, at hann sum ungur var í handlinum hjá Jørgen Bech & Sønner í Oyndar­ firði. Seinni var hann hjá Skib­ sted í Havn og á Strondum. Hann arbeiddi eisini á bryggjarínum Ydun og hevði seinni heilsølu. Niklái hevði upprunaliga eftirnavnið Nicolajsen. Um­ framt at vera fergumaður gekk hann fast við posti til Kvívíkar og víðari við báti til Fútaklett. Niklái var giftur við Ama­ liu f. Joensen, úr Kova í Hesti. Mamma hennara var úr Toft í Miðvági. Pápin kallaðist Óli. Amalia og Niklái giftust í 1909. Maria Maria var ein sermerkt kvinna. Hon er komin í okkara skúlasøgu sum tann fyrsti – og kanska einasti lærarin í Føroyum ­ sum varð uppsagdur vegna tess, at hon gjørdist »baptist« og lat seg doypa. Tað er greitt gjølla frá hesum í Tórs­ havnar Skúlasøgu. Hetta gjørdist eitt sera eldfimt mál hjá skúla­ kommissiónini. Fyri Mariu var hetta eitt avgerandi mál, og tað endaði sum sagt við, at hon varð uppsøgd. Seinni hevði hon privatskúla í Klaksvík. Maria var gift við Jóhan­ nes Joensen av Selatrað. Børn hennara vóru Conrad Joensen, Sigurd Berghamar og Jóna Joensen. Sigast kann, at her er talan um eina sermerkta familju, sum munandi meira kundi verið skrivað um, men hetta má bíða til eina aðru ferð. Keldur: Keraldið Ættin Grøvin hjá Agnas og Jógvan. Innskriftin: GUD HEIMIN HEVUR ELSKAÐ SO AT SON SÍN HANN GAV TIL FRELSU FYRI HVØNN IÐ VIL TÍ FRELSU TAKA AV STÓRA STÓRA KÆRLEIKSHAV GUDS KÆRLEIKSHAV, O, SJÁ SUM SENDI SONIN SÍN TIL JØRÐ TIL DÓM Á GOLGATA Hetta er grøvin hjá Nikláa og Amaliu. Í grøvini liggur eisini dóttirin Ása, ið doyði í 1932, bert 14 ára gomul, av menigitis. Ása og Rigmor Restorff vóru vinkonur. Á steininum er henda innskrift: SÁA Í VEIKLEIKA, RÍSUR UPP Í STYRKLEIKA 1. Korintbræv 15,43 Her liggja Tom, Anna og Dánjal. Innskriftin er: SÆL ERU TEY TÍ TEY SÍGGJA ÁSJÓN HANSARA Opinberingin 22,3 Agnas og Jógvan saman við sjey av børnunum. Børnini í aftara rað eru f.v.: Dánjal, Signhild, Grímur og Johanna. Fremra rað: Jógvan, Páll og Jákup. Konrad Nicolajsen var pápi Tom, Nikláa, Mariu og Agnar Maria Magdalena var ein systir Her er Amalia saman við Ásu t.v. og Nannu Komandi partur Komandi frásøgn verður um Honnu Katrinu Fredrikku og Johan á Lava Hetta ery synirnir hjá Amaliu og Nikláa. F.v. Arngrim, Sjúrður og Óla Kristian. Sjúrður er tann elsti eftirlivandi í hesum ættarliðnum. Hann er 95 ára gamal