fríggjadagur 5. oktober 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 193 - 5. oktober 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
atlantic.fo
Marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways
Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01
Spennandi og avbjóðandi starv sum
Atlantic Airways skal hava nýggjan
marknaðarleiðara.
Leiðarin hevur ábyrgdina av allari marknað-
arføring og sølu hjá felagnum og skal
í sam starvi við stjórn felagsins menna
eina marknaðar- og sølustrategi, ið skal
tryggja at felagið fram haldandi menn ist.
Marknaðarleiðarin verður partur av leiðslu-
bólkinum og skal saman við hesum vera við
at tryggja kappingar føri felagsins.
Marknaðarleiðarin hevur ta strateg isku
menningina av deildini um hendi, skal leggja
ætlanir fyri átøk, implementera verk ætlanir,
røkja samskifti við viðskiftafólk, røkja og
menna samskiftið við samstarvsfelagar
heima og uttanlands.
Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi
hevur innlit og royndir innan vinnugreinina,
altjóða royndir, og hevur útbúgving innan
marknaðarføring og sølu.
Viðkomandi skal hava góð evni at samskifta,
bæði í skrift og talu, hava góð evni at skapa
og viðlíkahalda netverk, umframt duga at
síggja góðar inntøkumøguleikar.
Talan er um eitt krevjandi men spennandi,
avbjóðandi og mennandi starv. Neyðugt
er at hava hug og umstøður til lutfalsliga
nógva ferðing uttanlands.
Lønin verður ásett eftir avtalu.
Um fl eiri upplýsingar ynskjast, kanst tú
venda sær til Magna Arge, stjóra, tel
341000, magni@atlantic.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 15. oktober 2007,
og skal sendast til:
Atlantic Airways
Starvsfólkadeildin
FO-380 Sørvágur
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrslitið. Umleið 200 fólk starvast í
føroyska tjóðarfl ogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2006 var 519 milliónir krónur.
Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og granna-
londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Harumframt er virksemi víðfevnt í øðrum londum við leigufl ogførum, og umleið helvtin
av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum.
sansir.fo
Tóroddur Poulsen
ROT
Yrkingar
Mentunargrunnur
Studentafelagsins
126 blaðsíður
190 kr.
Er útkomið
Nýggja savnið eftir Tórodd
Poulsen víkur eitt sindur frá
høvuðsrákinum í undan
farnum søvnum. Tað er ein
modernistiskur dámur yvir
mongum
av
tekstunum,
sum í poetiskum myndum
smýgur seg inn og úr med
vitinum og ger óvanlig sam
bond. Spurningur verður
settur við alt, men frá
søgufólkið er samstundis á
varðhaldi, at børnini ikki
fara at gera tað sama. Tey
skulu liva, sum vit siga og
ikki, sum vit gera. Viðhvørt
koma ræðandi óhugnaligar
myndir fyri, myndir, ið seta
livikorini í relieff.
Speisemi er kortini minni
enn so burtur. Sagt verður,
at syndin kann ikki vísast
burtur, fyrr enn hon er
roynd, og yrkjarin vónar, at
fanin hittir ein annan eingil.
Tí so kann hesin frelsa hann
og taka hann upp aftur í
himmiríki, hóast lívið á
fold ikki verður so stuttligt
longur.
Myndir eftir høvundan
eru í savninum, og eina
staðni stendur við hond
skrift: So stutt síðani vit
komu í verðina at spyrja um
hví?
Eitt hugkveikjandi og
skemtiligt savn av yrkingum
eftir ein av Føroya fremstu
høvundum.
Gunnar Hoydal
Í havsins hjarta
skaldsøga
Sprotin
517 blaðsíður
Kemur 18. oktober
Stutt undan næstseinasta
aldaskifti kemur nýlærdur
prestur, 24 ára gamal, til
landið, beint sum ein nýggj
og øðrvísi tíð tekur seg upp.
Presturin er langabbi høv
undans. Haðani tekur søgan
um Føroyar í tjúgundi øld
seg upp.
Í havsins hjarta er skald
søga um tíðina frá jóla
fundinum gjøgnum tjóð
skaparrørslu,
heimsbar
daga, fólkaatkvøðu, NATO,
kalda kríggið og stóra
skrædlið fram til fólkafundin
á Slættaratindi nakrar fáar
mánaðir fyri nýggja alda
skiftið. Ein søga um vónir
og vónbrot í hundrað ár,
sæð við eygunum á einum,
sum er heima og burturi í
senn, eygleiðari, droymari
og samstundis luttakari.
Gunnar Hoydal skrivar
tekstir við støðu í egnum
royndum, ólíkar og títt
skiftandi millum heilaspuna
og veruleika, minningarbrot
og frían skaldskap, her sett
saman í 39 partar til eina
breiða skaldsøgu um heim
in, landið og tíðina.
Skaldsøgan
Í
havsins
hjarta eftir Gunnar Hoydal
kemur í handlarnar 18.
oktober.
Halldór Laxness
Undir egið borð
Skaldsøga
Týtt hava Tóra Tórodds
dóttir og Martin Næs
Sprotin
436 blaðsíður
Undir egið borð eftir Hall
dór Laxness er stórverkið,
ið fór sum skógareldur um
allan bókmentaheimin, og
sum høvundurin fekk nobel
heiðurslønina fyri.
Undir egið borð, sum á
upprunamálinum
eitur
Sjálfstætt fólk, er ein av
best umtóktu skaldsøgunum
hjá Halldóri Laxness. Hon
er týdd til nógv mál og er
komin út víða um í heim
inum, m.a. er seld í fleiri
hundrað túsund eintøkum í
USA. Hon elvdi til hart
stjórnmálakjak í Íslandi, tá
ið hon kom út í 19345, og í
dag er hon ein tann størsti
mentanardýrgripurin,
ið
íslendingar eiga. Kanska
ein tann størsta skaldsøgan,
ið nakrantíð er komin út í
Norðurlondum.
Tóra Tóroddsdóttir og
Martin Næs, hava sitið og
totast við at týða bókina í
eini 45 ár. Úrslitið er
fantastiska fínur føroyskur
tekstur, sum innihaldsliga
skarar so fram um aðrar
bøkur, at eingin, ið hevur
lisið hana, er rættiliga tann
sami aftaná.
Bókin er á gáttini, men
útkomudagurin er ikki ásett
ur enn.
Tóroddur við nýggjum savni
Stórverk eftir Gunnar Hoydal
Heimsbókmentir á føroyskum
Bókanýtt
Lagt til rættis: Rigmor Dam