fríggjadagur 5. oktober 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Rigmor Dam
blaðkvinna
Nr. 193 • 5. okotber 2007
FyrstaHONDs
inntrykk
Orkaði ikki fyri at vera til
jólatræ sum barn. Tí tá
skuldi man leiða dreingir. Og
meðan hinar genturnar hildu
allir dreingir vera generelt
vemmiligir, so var tað hetta
ólekra við at leiðast, sum
beyð mær ímóti. Ikki tí teir
vóru dreingir, men tí teir
høvdu altíð klebruttar hendur.
So hingu hesir klønu, køldu
og vátu fingrarnir í lógvanum,
og hóast eg royndi at halda
fast, gliðu teir spakuliga
úr haldinum. Og aftaná var
hondin súr og slavin.
Hittinorðaði vinurin tók
soleiðis til: You never get
a second chance to make
a first impression. Hetta
mátti eg tíverri sanna her fyri
kortum, tá eg heilsaði upp
á ein fremmandan mann.
Ivaðist í, um eg nakrantíð
fór at sleppa leys aftur,
so klebruttar vóru hendur
hansara. Smáneurotiskt leyp
eg út á vesi at vaska mær.
Bara tankin um, hvar alt hatta
kleprið mundi stava frá var
fullkomiliga absurdur. Totalt
turn of.
Onnur duga slett ikki at
taka í hondina og heilsa
ordiliga. Hyggja ikki inn í
eyguni, og geva eina lina og
onkisigandi hond. Tey áttu
at lært tað, tí ongin hevur
forheilsað seg.
Men Bill Clinton dugir at
heilsa uppá og at geva hond.
Longu á flogvøllinum góvu vit
hond bæði, meðan hann, við
einum skeivum smíli spurdi:
How are you? Og tað var tað
reina Lawinsky, tá hann í
mannamúgvuni niðri í býnum
seinni sama dag segði “Hi
again” við meg. Pu-ha, hevði
Hillary vitað.
Nú er bara eftir at taka í
hondina á Magna Arge. Man
hann ikki eisini geva eitt gott
fyrstahondsinntrykk?
Sum 16 ára gamal fór hann
um summarið til Íslands
við jarnskipinum Borglyn,
og um heystið fór hann til
Íslands við sluppini
Marshall. – Tað var tungt at
standa við snørinum hjá
einum ungum knarki
sum mær, sigur Salli
Lognberg í Skopun
Salli Lognberg í Skopun hevur róð
út ein stóran part av sínum lívi,
og hann hevur verið sjómaður
at kalla alt sítt lív. Í dag er hann
79 ára gamal og fyllir 80 ár 18.
november.
Saman við fýra øðrum monnum,
har ímillum bróðrinum Osmundi
Lognberg, keyptu teir 30 tons
stóra útróðrarbátin Harðaberg
fyri longu nógvum árum síðan.
Herman Winther, keypmaður,
var millum eigararnar og tók sær
eisini av rakstrinum av bátinum.
Teir róðu við línu og egndu í landi.
Vanliga settu teir einar 40-50
stampar hvørja ferð.
- Fyri tað mesta vóru Osmundur
Lognberg, Tórálvur Poulsen,
sum eisini var ein av eigarunum
og eg við bátinum. Hetta gekk
hampiligt, og fitt av fiski var
at fáa. Men fiskaprísirnir vóru
ikki á leið teir, sum vit kenna
í dag. Vit royndu við línu, men
um summarið gjørdu vit onkran
upsatúr í Íslandi við snellu.
Tá teir høvdu havt Harðaberg í
eini fimm ár ella so, gjørdu teir av
at selja.
- Eftir hetta keypti eg mær fyrst
eitt 7-mannafar, og seinni læt
eg byggja ein svenskan Stigfjord
glastrevjabát, sum var 28 føtur
langur og tríggjar metrar breiður.
Salli sigur, at hann kendi Her-
man Hermansen í Hósvík væl, og
hesin hevði júst keypt sær ein
útróðrarbát av hesum slagnum.
- Mær dámdi henda bátin so
sera væl, og tí fór eg til hansara
at spyrja, hvussu eg kundi fáa
fatur á einum slíkum báti. Tá
saman um kom, læt eg ein Stig-
fjord bát byggja.
Hann sigur, at skrokkurin á
bátinum, sum hann síðan hevði í
eini 17 ár, var líka sum í trimum
rúmum . Vatntætt skot var millum
lugar og last og aftur millum last
og motorrúm.
- Mær dámdi hetta væl, og eg
kendi meg tryggan í bátinum.
Skuldi okkurt borist á, og báturin
fór at leka í einum rúmi, fyltist
bert tað eina – og ikki hini bæði.
Ein várdag, tá eg var á veg vestur
um Høvdan, fekk eg eisini at
síggja, hvussu tryggur hesin
skrokkurin var. Tað var tvassut,
og báturin setti ógvuliga hart.
Einaferð var ein harður brestur,
og eg ivaðist í, um eg hevði siglt
á eitt hvørt, sum fleyt í sjónum.
Eg slakkaði av, men koyrdi síðan
nakað á aftur, tá eg ikki dugdi at
síggja, at nakað var galið.
Nú byrjaði báturin at uppføra
seg undarliga, og tá varnaðist
Salli, at sjógvur var í maskinrúm-
inum. Hendan várdag var hann
einsamallur á báti.
- Motorurin var loysnaður á
fundamentinum, men so heppin
var eg, at pakkdósin smeltaði og
tetti fyri lekanum, sum báturin
annars hevði fingið.
Salli sigur, at hann hendan dag-
in kundi sigla til lands við egnari
hjálp.
- Tá eg hevði havt Stigfjord-
bátin í 17 ár og tá var komin upp
í árini, helt kona mín, Jutta, sum
er úr Húsavík, fyri, at nú mátti eg
taka ferðina av og gevast at dríva
tað so hart.
Tað eru nú fimm ár síðan. Men
Salli vildi ikki gevast heilt.
- Um somu tíð, sum eg seldi
bátin, keypti eg mær eitt 10-
mannafar, sum eg havi havt
síðan. Eg eri á floti, tá tað viðrar,
og eg velji mær løturnar sjálvur.
Nú verður útróðurin ikki drivin so
hart sum áður, og eg royni bara
við snellu. Eg havi góðar Vága-
snellur í bátinum.
Salli fór longu til skips stutt
eftir krígslok, tá hann var 16 ára
gamal.
- Mín fyrsti túrur var við
Borglyn, sum var eitt jarnskip
av Tvøroyri. Åge Johannesen úr
Skopun var skipari, og hetta var
um summarið. Vit fóru á ísfisk
undir Íslandi, og reiðskapurin var
snøri. Tað var strævið hjá einum
16 ára gomlum at standa við hesi
tungu loddini. Snørini, vit brúktu á
grynri og djúpari vatni vóru ymisk
til tyngdar, men tung vóru tey hjá
einum ungum knarki, sum hann
tekur til.
Teir vóru einir 20 mans við Borg-
lyn, og Salli heldur, at hesin fyrsti
túrurin vardi í einar tríggjar vikur.
Tá teir komu heimaftur, fór skipið
niður til Bretlands at selja, men
Salli fór ikki við.
- Eg var bert tann eina túrin við
hesum skipi. Hugurin var góður.
Tú longdist, men tað gloymdi tú
skjótt, og so fórt tú avstað aftur,
sigur hann.
Um heystið, sum hann hevði
verið fyrsta túrin við Borglyn um
summarið, fór Salli við sluppini
Marshall til Íslands á ísfisk. Teir
royndu eisini við snøri. Ernst
Thomsen, ið var sumbingur, sum
var giftur til Vágs, var skipari.
Hann fiskaði altíð væl.
- Eg var eisini á saltfiski við
Borgini í Íslandi og seinni í
Grønlandi. Vanliga byrjaðu vit við
einum lítlum línustumpa, men
síðan royndu vit við snøri.
- Tað var nógvur toskur at fáa
í Grønlandi um hetta mundið, og
í Íslandi var eisini væl av fiski.
Íslands-miðini kundu tó slett ikki
samanberast við fiskiskapin, vit
høvdu í Grønlandi.
Salli sigur seg minnast, at
túrurin í Grønlandi mundi vara í
stívliga tríggjar mánaðir.
- Minnist eg rætt, høvdu vit
1400 shippund hendan túrin í
Grønlandi, og tað var ein hampi-
ligur túrur, sigur hann.
Salli hevur altíð dámað væl at
søkt bjørgini og fuglin, tá hann
hevur verið heima.
- Eg var heilt ungur, tá pápi
byrjaði at taka meg við í bakkan,
og heilt frá ungum av hevur
mær dámað sera væl at fleygað
gamlan havhest og lunda.
Eftir tíðina við Borgini, var hann
heima eitt sindur, og síðan kom
útróðurin í Ravnoynni í Grønlandi
fyri.
- Ein stórur dampari flutti
okkum og maskinbátarnar yvir til
Grønlands um mai/ juni og kom
eftir okkum og fiskinum aftur
seint um heystið. Í Grønlandi
róðu vit út, flaktu og saltaðu
fiskin í skúrum. Mær dámdi hetta
lívið ógvuliga væl, tí tað kendist
so heimligt. Tú var heima um
kvøldarnar, og tá hevði tú eisini
kokk, sum syrgdi fyri matinum. Vit
veiddu og hagreiddu okkara egna
fisk, og tá ið vit so fóru heimaftur,
tóku vit fiskin við okkum.
Hann sigur, at teir vóru eini 5-6
mans á hvørjum maskinbáti, og
hann heldur seg minnast, at tað
mesta, teir fingu í eini vertíð, var
500 shippund – ella 100 shippund
á mannin.
- Ein vertíð í Ravnoynni vardi
vanliga í einar 3-4 mánaðir, sigur
Salli, sum róði út í Grønlandi í
nøkur summur.
Eitt skifti í lívinum fekst hann
við at pussa og múra í Havn, og
hetta dámdi honum eisini væl.
- Eg plagi at siga, at eg havi
verið útróðrarmaður ein stóran
part av mínum lívi, bæði her
heima og í Grønlandi, og áðrenn
eg fór at rógva út, var eg við
fleiri av teimum gomlu skipunum.
Soleiðis havi eg verið sjómaður
at kalla alt mítt lív, sigur Salli
Lognberg í Skopun.
79 og framvegis á sjónum
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu fimm árini hevur Salli havt 10-mannafar, men frammanundan hevði
hann í 17 ár ein 28 fót Stigfjord-bát, sum hann var sera glaður fyri
Mynd: Jens Kr. Vang