Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 193 - 5. oktober 2007 tíðindi TØRVA R TÆR AVB JÓÐ I NG AR ? Hevur tú royndir við teldugrunnum og telduskráum ella útbúgving sum telduvørður? So er Landsskjalasavnið rætta arbeiðsplássið hjá tær! Landsskjalasavnið sóknast eftir starvsfólki, sum skal hava ábyrgdina av at menna og viðlíkahalda dátugrunnar og telduskráir stovnsins í samsvari við nútímans krøv. Í arbeiði tínum fert tú at U Menna telduskráir og dátugrunnar U Samstarva við savnsvørðar um faklig krøv til skráir U Menna og dagføra heimasíðu U Viðlíkahalda brúkarateldur Uppgáva Landsskjalasavnsins er at varðveita tilfar, t.d. skjøl, og gera hesi tøk hjá almenninginum. Til hetta krevst, at ein mennir dátugrunnar og telduskráir, so at tey, sum skulu granska, hava betri atgongd til hesar grunnar og skráir. Ávíst samstarv verður við KT-tænastuna hjá Fróð- skaparsetrinum, sum hevur dagliga raksturin av Traðarnetinum um hendi. Traðarnetið fevnir um Fróðskaparsetrið, Fiski- rannsóknarstovuna, Landsbókasavnið, Náttúru- gripasavnið og Landsskjalasavnið og veitir hesum stovnum ymsar tænastur, eitt nú við at hýsa heimasíðum, ambætarum, antivirus, fílu- goymslum, postambætarum o.ø. Treytir og umsóknir Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar um starvið og arbeiðsuppgávur fáast við at venda sær til Sámal Trónd Finnsson Johansen, landsskjalavørð, á 31 66 77 ella á fararch@lss.fo. Umsóknir við prógvum, ævisøgu (CV) og møguligum viðmælum skulu sendast Landsskjalasavninum og vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. oktober 2007 LANDSSKJALASAVNIÐ V.U. Hammershaimbsgøta 24 100 Tórshavn LANDSSKJALASAVNIÐ www.lss.fo r e p r o z Sætti brunnurin Jan Müller jan@sosialurin.fo Bretska oljufelagið BP setir borin í føroysku undirgrundina um umleið 10 dagar, leygardagin 13. oktober. Hetta er sætti brunnurin, sum verður boraður við Føroyar. Skrivar Portalurin –Hetta er helst tað nærmasta vit kunnu koma einum dato sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum. Hann er sera fegin um, at tað loksins eydnast at fáa boripallin, nú bíðað hevur verið eftir honum í nakrar mánaðir. Transocean Rather, sum hevur borað fyri Chevron á Rosebankkelduni í bretskum øki í skjótt eitt ár, kemur eftir ætlanini inn á føroyska landgrunnin sunnudagin 7. ella mánadagin 8. oktober. Tað fara so at ganga nakrir dagar til at fáa fest pallin í undirgrundina og gera alt klárt. Gongst sum ætlað, og tað viðrar, verður borurin settur í 13. oktober. Hjarnar Djurhuus sigur við Portalin, at tey trý feløgini, sum eru við í boriverkætlanini, BP, Shell og Anadarko, øll eru sera spent um boringina og vóna, at tað fer at ganga væl. –Vit vóna at koma á mál skjótast men eru eisini greiðir yvir, at hetta er eitt nýtt øki borað verður á og eisini á vetrartíð, so ilt er at siga, hvussu leingi boringin fer at vara. Hon kann koma at taka upp til fýra mánaðir leggur hann aftrat. Ein orsøkin til at hetta fer at taka tíð er eisini tann sannroynd, at borast skal gjøgnum tjúkkar basaltfláir, tó at man ikki veit við vissu, hvussu tjúkkar hesar eru. Óttin fyri at bora gjøgnum hart basalt er tó ikki tann sami sum hann var, áðrenn Statoil fór at bora Brugduna í fjør. Tá vísti tað seg tó ikki at vera nakar stórur trupulleiki at bora gjøgnum basalt. Williambrunnurin, sum BP sum fyristøðufelag nú fer í holt við, verður 4750 metrar djúpur tvs. at borað verður væl djúpri enn flestu av hinum brunnunum á landgrunninum. Hetta er so tann sætti brunnurin, sum verður boraður á føroyska landgrunninum síð­ ani ár 2000, tá fyrstu leiti­ loyvini vórðu latin. Á oljubasanum í Runavík er nógv virksemi í løtuni, ikki færri enn tvey supplyskip gera klárt at flyta vøru og útgerð út á pallin, tá hann kemur inn á føroyskt øki. Ein føroyingur fer at arbeiða umborð á Transocean Rather, meðan hann borar her. Tað er sjúkra­ systurin Óluva Danielsen. Stórur áhugi er í altjóða oljuheiminum fyri hesum brunninum, tí eitt oljufund á føroyskum øki kann fáa nógv fleiri altjóða oljufeløg at venda eyguni móti øllum Atlantsmótinum, sum Føroyar eru partur av. Hóast sannlíkið fyri at gera eitt fund er kanska ikki meira enn eitt út av tíggju, so verður Williamprospektið mett at vera meira áhugavert enn Brugdan. Orsøkin er m.a. tann, at jarðløgini eru øðrvísi og borað verður væl djúpri. Nevndin í Atlantic Petroleum hevur just vitjað Sevan Hummingbird pallin, sum skal fáa oljuna upp á Chestnut leiðini í Norðsjónum seinni í ár Oljumenning Jan Müller jan@sosialurin.fo Um somu tíð sum gjørt verður klárt at fara undir at bora sætta brunnin á føroyska landgrunn­ inum er eisini nógv føroyskt oljuvirksemi uttan fyri mark. Eitt nú á oljufelti í Norðsjón­ um, sum føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum er partur av. Tað hevur verið klárt at taka oljuna upp frá Chestnutfeltinum í eina tíð. Atlantic Petroleum eigur 15% í Chestnut. Oljufel­ agið Venture er operatørur. og tann tøkniliga loysnin, sum vald er, er ein stór boya við allari neyðugari útgerð, sum tekur 300.000 tunnur av olju, ið verða pumpaðar upp frá pumpum, sum standa á botn­ inum á Chestnut feltinum. Tað er norska felagið Sevan, sum hevur ment hesa spennandi og øðrvísi loysn, sum er sera nýskapandi og tøkniliga og fíggjarliga dygg sigur AP í tíðindskrivi. Fyrsta boya av hesum slag varð togað til Brasi­ lia til brasilska oljufelagið Petrobras í summar, og verður royndarkoyrd nú. Samtakið Venture, Bow Valley og Atlantic Petroleum fáa tann næsta pallin av hesum slag í næsta mánað. Sambært Sevan eru 4 boyur afturat umbidnar. Sjálv boyan er smíðað á Yantai Raffles skipasmiðjuni í Kina og fór umborð á einum flutningsskipi úr Kina til Rotterdam 8. mars 2007. Hon var frammi í Rotterdam á Keppel Verolme skipasmiðuni 14. mars. Har hevur hon verið útgjørd síðani. AP Nevndin skoðar Hummingbird Nevndin í Atlantic Petroleum var í Amsterdam 26. september og fekk eina gjølla gjøgnum­ gongd av øllum pallinum, og fekk vissu fyri, at arbeiðið hevur gingið eftir ætlan, og at 91 % av øllum arbeiðinum er gjørt. Væntandi verður boyupall­ urin á Chestnut feltinum í næsta mánað og tá allar royndir eru lidnar fer fyrsta oljan hjá Atlantic Petroleum at renna. Tað verður eitt stórt stig fyri Atlantic Petroleum, tá fyrsta oljan fer at renna. Fleiri túsund føroyingar og útlendingar hava partabrøv í felagnum, sum eisini er við í oljumenningini í írska havinum eins og á før­ oyska landgrunninum. BP setur borin í 13. oktober Føroysk oljuframleiðsla nærri Nevndin í Atlantic Petroleum vitjar oljupall í Rotterdam Mynd Óli Hammer