fríggjadagur 5. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
4
Ìðkaði tú nakran ítrótt, tá tú vart
yngri?
- Eg eri uppvaksin á Toftum,
og vit sparkaðu sera nógv. Vit
spældu m.a. á ferjuleguni mitt
ímillum allar bilarnar, og vit
vóru eisini ofta uppi í haganum.
Omanfyri Svangaskarð er eitt
vallað økið, sum vit kallaðu “á
Stovugólvinum”, tí har var so
slætt, og har eru mangir dystir
spældir. Summir dreingir spældu
við B68. Eingin vøllur var á
Toftum tá, so teir spældu sínar
heimadystir í Runavík. Men eg var
ongantíð ein av teimum. Eg brúkti
nógva tíð at sparka, men bert til
stuttleika. Mær dámdi betur at
fáast við seyð og ganga á fjall.
Hvussu var so títt samband við
ítróttarheimin, um tú ikki vart
knýttur at nøkrum felagi?
- Fótbóltur var nakað, ið øll
tosaðu um. Feðgarnir Niels Juel
og Jógvan Arge útvarpaðu frá
dystunum, og tað var øgiliga
spennandi at fylgja við. Tað
vóru serliga HB og KÍ, sum vóru
bestu liðini tá, og man kundi
livandi ímynda sær hvussu hesir
menninir sóu út, og hvussu langt
teir kláraðu at sparka. Men man
var ikki mobilur á sama hátt
tá, sum man er nú, so tað var
ikki vanligt at fara at hyggja at
dystunum. Eg var tí stórur áðrenn
eg fyrstu ferð var til nakran
fótbóltsdyst. Men fyrsti dysturin,
eg sá, var ein dystur ímillum
HB og KÌ í Gundadali. Eg kendi
tá øll nøvnini á leikarunum frá
útvarpinum.
Ikki alvitandi
Hvussu bar tað til, at tú endaði á
ítróttarredaktiónini í Svf?
Tað var í 2002, tá sjónvarpsgjald-
ið bleiv hækkað, at vit knappliga
fingu møguleika at gera meiri
burturúr ítróttinum. SVF hevði
frammanundan gjørt eitt sindur
við ítrótt, m.a. við at senda hond-
og flogbóltsfinalur, men ongar
fastar sendingar. Og tá eg var
ein av teimum, sum javnan hevði
eftirlýst meiri ítrótt á skránni,
varð eg spurdur um at vera við í
ítróttarsendingini. Og tað vildi eg
fegin.
Hvat leggja tit tykkum serliga
eftir at senda?
- Um summarið snúgva send-
ingarnar seg mest um fótbólt,
og um veturin er tað náttúrliga
hondbólturin, ið fyllir mest.
Men vit hava altíð lagt okkum
eftir at taka tær smærru ítróttar-
greinarnar við eisini. Tað er bara
rættiliga torført, tí fólk eru ofta
so eiðasør at siga okkum frá, tá
nakað er. Tey vilja hava okkum
at vera har, men taka bara sum
givið, at man veit hvat gongur
fyri seg kring landið. Men tá
man skal finna útav øllum sum
hendir sjálvur, kann tað lættliga
gleppa okkurt burturímillum,
tíverri. So um fólk vóru raskari at
siga okkum frá, hevði tað verið
munandi lættari. Men vit royna
at dekka tað, sum vit kunnu.
Kappróðurin er eisini farin at fylla
meiri og meiri um summarið, og
tað haldi eg, at fólk hava verið
sera fegin um.
Uttanlandsferðir
Tú hevur verið fleiri ferðir
uttanlands, bæði við fótbóltinum
og á oyggjaleikum. Er nakað, ið tú
minnist serliga væl?
- Ja, túrurin í Bosnia við lands-
… um politikk
Eg havi stóran áhuga fyri politikki, og eg haldi, at tað er
stórt spell, at viðurskiftini við Danmark skulu fylla so nógv
í tinginum. Tað tekur ov nógvar kreftir frá politikarunum og
skipanini sum heild, sum kundu verið betri nýttar. Tí haldi eg,
at tað hevði ongantíð verið ov skjótt at fingið eina endaliga
avkláring við Danmark. Sum er, eru viðurskiftini for ullint, og
føroyingar ganga í tveimum bólkum. Tað er ikki gott.
Tórður um móta
Móti hevur einki at siga fyri meg, men tá man trínur
fram á skíggjan, so er man noyddur at hugsa eitt
sindur um, hvørjum man er í. Tíbetur hava vit góð fólk
at vegleiða okkum. Men um tað ikki var tað, at eg var
í sjónvarpsstovuni av og á, so hevði eg næstan aldri
keypt mær nýggj klæði.
Ítróttarprofilurin
Eydna Skaale
blaðkvinna
eydna@sosialurin.fo
Hann var stórur áðrenn hann nakrantíð
fekk høvi at síggja ein fótbóltsdyst í
bestu deildini. Og hann viðgongur, at
hann kanska kostaði einum føroyskum
luttakara á oyggjaleikum eina betri
plasering, enn hann endaði við at fáa.
Hann er mister Føroyskur Ìtróttur, hóast
hann aldri sjálvur hevur luttikið á hægsta
stigið. Vit hava hitt Tórð Mikkelsen
Mr. Føroyskur ítrót
Nr. 193 • 5. oktober 2007