Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2001síða 19

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 15. mai 2001 37 gult37 cyan37 magenta37 svart37 36 Nr. 91 - 15. mai 2001 gult36 cyan36 magenta36 svart36 C M Y K Ebenezer Mikukvøldið kl. 20: Upp- byggingarmøti. Fríggjakvøldið kl. 20: Ungdómsmøti. Hebron, Argir Mikukvøldið kl. 20.00: Bønar- og uppbyggingar- fundur. Evni: Fil. 2 - Viðmæli Timoteusar og Epafroditusar. Filadelfia, Landavegur 22 Í annaðkvøldið kl. 19.00: Ungdómsrally, kl. 21.00: Bøn fyri býnum. Hós- kvøldið kl. 19.00: Teen Xtreme, kl. 20.00: Bøn fyri Hvítusunnu í Rhema. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Meinigheitshúsið Týskvøldið bíbliutími kl. 20.00, Efesusbr. 1. kap. Mikukvøldið kl. 19.00 venur Meinigheitskórið. Hóskvøldið kl. 20.00 ung- dómsmøti v/ Ásbjørn Bertelsen. Sunnudagin kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Manskórinum. Innsavn- an til Ytrimissión. Barna- ansing verður. Mánakvøldið kl. 20.00 venur Manskórið. Aglow, Tórshavn Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leyg- arkvøldið kl. 19.30. Allar kvinnur eru vælkomnar. Rhema á Hálsi Týsdagin kl. 17.00: Felags- møti í Rhema fyri fundar- røðini hjá Aril Edvardsen á hvítusunnu. Mikukvøldið kl. 20.00: Evangeliskt møti. Fríggjakvøldið kl. 18- 19.30: A.T.A.P. barna- klubbur. Sunnudagin kl. 11.00: Møti og sunnudagsskúli. Øll eru hjartaliga væl- komin! Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morg- unmøti, kl. 12.15 sunnu- dagsskúli, kl. 18 evangel- iskt møti. Samkoman Immanuel Møti verður mikukvøldið kl. 20.00. KFUM og KFUK í Havn Mikudagin 16. mai kl. 19.00 í KFUM: Ten-sing kórið venur. Ung frá 13 ár og uppeftir eru vælkomin við. Saron, Vestmanna Mikukvøldið útimøti á Torginum kl. 21. Kaffi í Saron aftaná. Filadelfia, Sundalagið Í morgin kl. 17.30–19.30: Miðdepilin – títt kvøld – tónleikur, spøl, ítriv og matgerð. Hósdagin kl. 16–17.30: Urtagarðurin – eitt trivn- aðarstað fyri børn, kl. 18–19.00: Bønarmøti. Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugna- lig samvera verður í Siloa mikukvøldið kl. 19.30. Áki Andreassen talar. Evni: Tey, ið uttanfyri eru. Ørkin, Saltangará Húsmøti verður týskvøldið kl. 19.00 í Saltangará hjá Jonnu & Palla Højgaard, Saltangará. Verið hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria Hóskvøldið 17. mai verður ungdómsmøti hjá John Kára Jacobsen í Hvanna- sundi. Farið verður frá SDO kl. 19.45. Sunnudagin kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Sunnu- kvøldið kl. 18: Møti við Hjalgrím Davidsen. Mánakvøldið kl. 20: Bønarmøti. Missiónshúsið í Skopun Bíbliutími verður miku- kvøldið 16. mai kl. 20.00. Betel, Vágur Ónsdagin 15. mai kl. 20: uppbyggingarfundur. Missiónshúsið í Vági Týskvøldið kl. 20.00: Bønarmøti. Evni: Róm. kap. 2. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kjære nordmenn på Færøyene! 17. mai feires hos Sólvá og Ole Kristian Valle, Varðabyrgi 20, Tórshavn, kl. 19.00. Vel møtt Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mána- dag, mikudag og fríggja- dag kl. 19-21.00 á tlf. 212380. Føroya Heimavirkis- felag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band við felagið fæst við at ringja til formannin: Nigro Hermansen tlf. 314304 / fartlf. 288304 Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Opið er mánadag kl. 10- 18. Týsdag-fríggjadag 10-17. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 14. mai: kl. 09.45-10.15: Fimleikur. Sonja Danielsen. kl. 10.15-18: Vit tøva kl. 14-18: Kortspæl, telving og onnur spøl. Suðuroyartúrin gjaldast! Týsdagin 15. mai: kl. 10-12: Vit baka til kl. 15: Hugleiðingar um Havnina í 1920-unum - næstseinasti partur - Hjørdis Háberg Mikudagin 16. mai: kl. 10-12: Opið hús kl. 12: Stongt Túrur til Suðuroyar: Farið verður kl. 19.00 úr Havn. Aftur av Tvøroyri 18.5. kl. 15.00. Gjaldast áðrenn. Hósdagin 17. og fríggja- dagin 18. mai: Stongt Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundur verður í kvøld kl. 20–21.30. Al-anon fundur er hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 20 á Vaskarínum í Tórsgøtu 5. Spælistovan í Meinig- heitshúsinum í Havn er opin mánadag-mikudag og hósdag frá kl. 9.00- 12.00 fyri foreldur at børnum uttan ansing. LFÚ-skrivstovan hevur opið týsdag og hós- dag millum kl. 13 og 17. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. LISA skrivstovan hjá Listafólka- sambandi Føroya í Dj. í Geilsgøtu 1 er opin mána- dag kl. 14-18 og hósdag kl. 14-20. Teldupostur lisa@lisa.fo – heimasíða www.lisa.fo Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er op- in frá kl. 10 til 17, og hós- dagar til kl. 21. Ráðgeving- in er hóskvøld eftir avtalu. Amnesty International Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Skrivstovan er opin: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 13–17. Føroyskir fiskimenn uttanlands, tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiskimenn í Canada, Svø- ríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Felagið Føroyar-Kuba P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf./fax 312098 Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Viðtala eftir avtalu. MBF-skrivstovan Íslandsvegur 10c Tlf. 317373 · Fax 310813 e-mail: mbf@post.olivant.fo Skrivstovan er opin hvønn dag frá kl. 9-16. Viðtala við sosialráðgevan fæst eftir avtalu við skriv- stovuna á tlf. 317373 Giktafelag Føroya MBF Íslandsvegur 10 C 100 Tórshavn Tlf. 310237 fax 310813 e-mail: gikt@post.olivant.fo Opið týsdag og hósdag kl. 10-13. Fibromyalgibólkurin: Tlf. 310237 týsdag frá kl. 10-12. Ungdómsumboð: Sára, tlf. 373106. E-mail: sara@post.olivant.fo Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mána- dag til hósdag frá kl. 8.30 til kl. 15.30. Tlf. 31.7597, skrivitlf. 31.6929 fax 31.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimunum: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post.olivant.fo Tlf. 315928, Odny Tlf. 315786, Karin Elisa Tlf. 315673, Katrin Føroya Astma/Allergifelag MBF-húsið Íslandsvegur 10c Tlf./fax 311419 Skrivstovan er á niðaru hædd og er opin hesar tíðir. Týsdag fyrrapart kl. 10.00- 11.30 Hósdagin seinnapart kl. 16.00-17.30. Føroya Felag Móti Krabbameini Ráðgevingarstovan er opin mánadag til fríggjadag, við telefontíð frá kl. 13-15. Tlf. 31 79 59, telefax 31 57 27. E-mail: ffk@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við fel- agið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík Møtini byrjaðu 1. oktober kl. 16 og verða hesa klokkutíð allan veturin. Føroyingafelagið í Esbjerg Danmarksgade 25, 6700 Esbjerg, tlf. 75132747 Opið hvørt mánakvøld kl. 19–22.00, har tú ert væl- komin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn. Føroyingafelagið í Odense hevur opið hvørt fríggja- kvøld frá kl. 20. Tú finnur okkum á Rugårdsvej 21 (kjallarin), 5000 Odense C. Tlf.: 25395563 Teldupostur: ffo@post.gs www.ffo.subnet.dk Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17A 1620 København V Tlf. 33239980 Fax: 33239234 Teldupostur: fo.raadgivning@get2net.dk Hjálp og vegleiðing í sosi- alum, persónligum og lestrarligum spurningum. Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag kl. 11.30-15.30, mikudag kl. 14-18, fríggja- dag stongt (donsk tíð). Føroyingafelagið við fjørðin Jægerspris. Vit hava ymisk tiltøk nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugsað tær at vita meira um fel- agið, ella lokalt, so ring til Fríði tlf. 47317438 Gudni tlf. 47387748 Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48D 8000 Århus C Tel. 86 18 06 04 Húsið er opið mánadag til hósdag kl. 16-18 og fríggjakvøld kl. 21-03. Føroysku bløðini liggja frammi. Kaffi er ókeypis. Flogbóltur í Frydenlund- skúlanum fríggjadag kl. 16-18. Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag (líka vikur) kl. 14.30. Føroyskur barnaskúli ann- anhvønn leygardag (ólíka vikur) frá kl. 11-14. Føroyingarfelagið í Aalborg Lille Kongens Gade 10 B. Tel. 98136330 E-mail: ffaalborg@mail.tele.dk Álaborg er opin soleiðis: Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00 Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00. Álakórið venur hvønn sunnudag kl. 18.00. Kortkvøld er annaðhvørt fríggjakvøld frá kl. 19.00 Føroyskur dansur er ann- aðhvørt hóskvøld kl. 19.30. Annars vera tiltøk, ið verða á skránni, lýst í Túnatosi, sum kemur út einaferð um mánaðin. Føroyingafelagið í Svøríki Vit hava tiltøk nakrar ferð- ir um árið. Nærri upplýs- ingar fáast við at venda sær til Annu Westfahl á tlf. +46176269536 ella Innu Törnroos á tlf. +468853570. TILTØK BRÚDLEYP Prógv Jenný Petersen, Funningur hevur tikið prógv sum socialráðgevi á universitetinum í Aalborg. Leygardagin 16. juni kl. 16 giftast í prestagarðinum í Vági Gunnbjørg Magnussen, Vágur, og Torri Thomsen, Sumba. Brúðarveitslan verður í Samkomuhúsinum í Sumba kl. 19.00 fyri innbodnum gestum. Leygardagin 26. mai kl. 16.00 giftast í Leirvíkar kirkju Heri Olsen, Toftir, og Sigmund Christiansen, Leirvík. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 15. mai á tlf. 443205 - 443146 ella 447568. 80 ár Mikudagin 18. mai verður Poulina Mohr Jacobsen, Vágur, 80 ár. Føðingardagurin verður hildin kl. 16–20 í Eldra- sambýlinum í Vági. Rannvá Mortensen er sjálvlært listafólk, og nakað av tí, sum hon hevur at bjóða uppá, er at síggja í Smiðjuni í Lítluvík nakrar dagar fram. LIST Heri á Rógvi Orðini í yvirskriftini eigur Rannvá Mortensen. Rannvá hevur í hesum døgum eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har hon vísir hvat eitt sjálvlært listafólk kann fáa burturúr. Framsýningin umfatar 34 listaverk, og rúmar framsýningin bæði brotamyndum, oljumáln- ingum, akryl og grafikki. Tað skal eisini sigast, at framsýningin er rættiliga fjøllbroytt í so máta. Tó er tað nú einaferð soleiðis, at tú í flestu førum kann hóma eina ávísa linju ella stíl hjá einum listafólki, og hetta kann eisini sigast í hesum førinum. Rannvá sigur sjálv, at hon ”eksperimen- terar” rættiliga nógv við sínum verkum, og hetta sæst eisini aftur á framsýn- ingini. Framsýningin inni- heldur verk, sum viðgera tjóðskaparliga spurningin í brotamyndum, umframt at pláss eisini er fyri bæði Che Guevara og abstraktum verkum, sum fylla størsta partin av framsýningini. List fulla tíð Rannvá Mortensen hevur fingist við list á henda hátt í fimm ár. Eitt, sum serliga hevur verið at hoyrt, tá navnið Rannvá Mortensen kemur upp at venda er, at hon er sjálvlærd. Hetta mátti Rannvá Mortensen royna at útdýpa, tá hon sat yvirav manninum við blokkinum. Rannvá sigur, at hon gongur á kvøldskúla, og hon hevur eisini eitt há- skúlauppihald í skjáttuni, men hetta kann metast sum skipað útbúgving, ið eitt nú onnur føroysk listafólk hava. Rannvá sigur, at hon heilt einfalt ikki kann lata vera við at mála. Hesa sein- astu tíðina hevur Rannvá virka sum listafólk burtur- av, men hon ásannar, at tað ikki er henda yrkisleiðin, sum fitar pengapungin nak- að stórvegis. Rannvá hevur fingið stuðul ymstastaðni frá, men tey eru nógv, ið kappast um tær lutfalsligu fáu stuðulskrónurnar. Tað er tó framvegis hennara fremsta ynski at virka sum listafólk fulla tíð. Hóast tað er rættiliga trupult at skula sita og lýsa seg sjálvan, so sigur Rannvá seg vera ”ekspressjonist”, og hetta sæst eisini aftur á framsýn- ingini, har reyði liturin fyri tað nógva setur dám á. Rannvá sigur víðari, at henni dámar óføra væl at royna nógv ymiskt, og um- framt tey mongu listaverk- ini í Smiðjuni, so fæst hon eisini við at gera skulpturar, men hesar lat hon standa eftir heima hesuferð. Rann- vá sigur, at hon er rættiliga ”disiplinerað” í sínum dag- liga arbeiðsdegi sum lista- fólk. Henni dámar so sera væl at fáast við list, og ikki kann sigast annað enn, at hon er rættiliga virkin. Ikki komin langt Rannvá hevur nú fingist við list í fimm ár, og hon er at meta sum rímiliga nýggj í fakinum. Rannvá sigur, at við hesari, eins og við teim- um undarfarnu framsýning- um, so finnur hon útav, hvussu stutt hon er komin. Tað er eisini m.a. hetta, sum Rannvá heldur vera spennandi við at fáast við list, umframt tað, at ein hevur brúk fyri at úttrykkja seg uppá onkran máta, sum hon tekur til. Tá spurningarnir fara at snúgva seg um framtíðina, so sigur Rannvá, at hon sjálvandi kundi hugsað sær at liva av listini, og sam- stundis kundi hon eisini hugsað sær eitt sindur av lærdómi innan tey mongu listaøkini. Henda fram- sýningin er bæði eitt høvi hjá henni at vísa síni verk fram, og samstundis eisini eitt høvi at kunna vinna sær nakrar krónur, hóast hetta er ikki tað, sum hevur mest at siga, men nakrar krónur skulu til. Rannvá er eisini virkin í einum bólki av listafólki úr Svøríki. Samstarvið við bólkin hevur m.a. givið henni møguleikan at sýna fram síni listaverk í Ma- drid. Bólkurin arbeiðir víð- ari við onkrum ætlanum, og Rannvá sigur, at hetta gevur henni okkurt at arbeiða framímóti. Spurd um støði í før- oyskari list yvirhøvur, sigur Rannvá, at hon heldur før- oyska list stundum vera heldur stirvna. Her sipar hon til allar tær nógvu myndirnar av landsløgum, sum føroysk listafólk eftir øllum at døma hava tokka til. Rannvá leggur tó dent á, at tað so sanniliga eru fleiri frálík listafólk í Føroyum, har Ingálvur av Reyni eina- mest hevur inspirerað hana. Framsýningin er opin til fríggjadagin 18. mai, og er hetta ein møguleiki hjá fólki at síggja fjøllbroytta list hjá einari kvinnu, sum ikki kann lata vera við at mála. Kann ikki lata vera við at mála Rannvá Mortensen frammanfyri ein av málningum sínum. Mynd Jan Müller Fleiri kendar listakvinnur nýttu høvi at vitja framsýn- ingina hjá Rannvu í Smiðj- uni í vikuskiftinum. Mynd Jan Müller