fríggjadagur 5. oktober 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 193 - 5. oktober 2007 ]
Við – ikki við
Skaddur: Fróði Clementsen
Allir tøkir
Leikbann: Símin Hansen
Ivasamir: Clayton Soares
Skaddir: Gert Hansen
(knæskaði) og Zsolt Szekeres
(knæskaði)
Skaddur: Sámal Joensen (knæskaði)
Formuladeildin 07/10:
EB/Streymur – VB/Sumba
Ransin Djurhuus
AB – HB
Rúni Gaardbo
GÍ – NSÍ
Páll Augustinussen
Skála – KÍ
Dagfinn Olsen
B71 – B36
Jens Petur Brattalíð
1. deild 6/10:
HB – SÍ
Bárður Mortensen
FSV 04 – TB
Jan Skoradal
B36 – LÍF
Eugen Voda
KÍ – ÍF
Rói Jacobsen
NSÍ – B68
Andrew Christiansen
2. deild:
Skála – B68
Marner Olsen
EB/Streymur – FSV 04
Alex Troleis
MB – KÍ
FSV 04
GÍ – Fram
Jákup Baldvinson
Dómarayvirlit
Hóast AB fyrr í
summar á heimavølli
hevur argað HB,
so bendir alt á,
at sunnudagurin
fer at staðfesta
niðurflytingina
AB-HB
Jákup Mørk
Tað ber framvegis til at
rokna seg fram til møgu
leikan, at AB skal varðveita
plássið í bestu deildini.
Men eingin – heldur ikki
tey á Argjum – rokna nú
við, at fyrsti steðgurin hjá
AB í bestu deildini verður
longri enn hetta eina árið.
Hóast úrtøkan ikki hevur
verið nóg dygg til at halda
fram í Formuladeildini, so
hava tað verið góðar fót
bóltsløtur uttanfyri brúnna.
Eitt nú í 8. umfari 6. mai, tá
ið HB vitjaði, og úrslitið
gjørdist 22.
Ta ferðina varð sagt, at
teir á heimaliðnum vóru
nógv meiri uppsettir, enn
teir á meistaraliðnum vóru
tað. Spurningurin er nú,
hvussu tað verður við
motivatiónini. AB hevur
mist vónina um at sleppa
undan niðurflytingini, og
HB hevur eftir tvey tap á
rað mist møguleikan at
endurvinna FM heitið.
AB eigur at hava æruna
at berjast fyri og tað, at tað
altíð er hugaligt at arga tann
stóra, og í HB eiga teir at
hava bronsumerkini at stríð
ast fyri.
Fyri 20 árum síðani
legði NSÍ fót fyri GÍ,
tá ið gøtumenn vóru
uppaftur tættari FM
heitinum, enn NSÍ nú
er tað
GÍ-NSÍ
Jákup Mørk
FM kandidatarnir í Runavík
fara sunnudagin inn um
Gøtueið. Sjálvandi verður
heimafylgið stórt. Fótbólts
spenningurin í og kring NSÍ
stendur til at bresta. Eftir
heimasigurin á HB liggur
vegurin meiri víðopin at
vinna fyrsta FM heitið nakr
antíð, enn hann áður hevur
gjørt tað øll tey árini, sum
NSÍ síðani fyrstu stetlandi
fetini í bestu deildini í 1976
– hevur roynt seg.
Besta kappingarárið higar
til hevur verið 2002. Ta ferð
ina vunnu teir steypakappin
gina á Ólavsøku, og ta ferð
ina var NSÍ leingi væl við í
kappingini um gullkrónur
nar. Men ta ferðina snávaðu
teir á heimavølli ímóti HB,
og so eydnaðist tað í síðsta
umfari at vinna silvurmerkini
við 32 sigri í Klaksvík.
Hesa ferð stóð NSÍ seg ímóti
HB, og nú verður sjálvandi
miðjað hægri enn eftir
silvurkrónunum.
Hóast tað á støðutalvuni
er stórur munur á oddaliðn
um NSÍ og GÍ, so roknar
eingin í Runavík við lættari
uppgávu og avgreiðslusigri
í Sarpugerði. Tað plagar at
vera tætt og spennandi, tá ið
hesi bæði grannaliðini tak
ast, og soleiðis verður tað
roknað við, at tað eisini fer
at verða hesa ferð.
Í NSÍ kenna teir væl GÍ
konseptið, men teir kvíga
ikki fyri, at teir skulu liggja
undir, tá ið gøtumenn fara at
nýta kropsligu styrkina. Tað
ræður um at spæla skjótt og
harvið at sleppa undan nær
dystum, og um talan verður
um tættar støður, so er NSÍ
væl fyri, hvat tí viðvíkur.
Eyðkent fyri oddaliðið
hevur higartil í ár verið, at
talan
hevur
verið
um
ógvuliga fáar skaðar, og fáu
kortini hava borið so at siga
eingi leikbann við sær.
Fleiri hava haltað
Nú eru leikbannini og
skaðarnir eisini komin til
Runavíkar. Lyklaspælarin á
miðvøllinum, Nenad Stan
kovic, var orsaka av skaða
ikki við ímóti HB. Nenad
hevur ikki vant í vikuni, og
í morgun vóru vánirnar
mettar lítlar fyri, at Nenad
sunnudagin verður komin
fyri seg. Tað er knæskaði,
sum plágar.
Hesa ferð er ein av stóru
stríðsmonnunum leikbann
aður. Tað er Hjalgrím Elttør,
sum síðstu lítlu løtuna sá
gult tvær ferðir og harvið
reytt ímóti HB.
Í vikuni bar góða NSÍ
gongdin við sær, at ikki færri
enn fimm NSÍ spælarar
vórðu úttiknir til landsliðs
avbjóðingarnar, sum standa
fyri framman. Hetta talið av
landsliðsspælarum
hevur
NSÍ ongantíð átt í nánd av.
Umframt teir fimm er eisini
Jens Martin Knudsen knýtt
ur at landsliðnum sum mál
mansvenjari.
Ein av nýggju landsliðs
spælarunum, liðformaðurin
Óli Hansen, hevur orsaka av
skaða verið burturi frá venj
ing fleiri ferðir í hesi vikuni.
Eingin ivi er um, at hann fer
at spæla í Gøtu, og tað fer
Sjúrður
Jacobsen,
sum
hevur verið skaðaplágaður,
eisini at gera.
20 ára minni
Í Gøtu hava tey einki ímóti
at minna á, at meðan ÍF,
B68 og GÍ kunnu vísa á eitt
og fleiri FM heiti, so eru
teir í NSÍ, hvat meistara
heitum viðvíkur, púra sørir.
GÍ var fýra ferðir meistari í
90unum, og í 80unum vann
GÍ tvær ferðir – í 1983 og í
1986. Árið eftir – í 1987 –
komu FSF topparnir undan
síðsta umfarinum til Runa
víkar við FM steypinum, sum
tað varð roknað við, at GÍ
skuldi fáa handað. Men NSÍ
snýtti gøtumenn og vann, og
so fór riðilin við tyrlu suður á
Sevmýri at handa TB steypið.
Tað kendist sum ógvuliga
stórt vónbrot fyri tey GÍ
fylgið, sum nakkalangt fór
inn aftur um Eiðið við
rakettunum og sjampanjuni.
Nógvir av teimum, sum
nú manna liðini hjá NSÍ og
GÍ, minnast av góðum grund
um einki til, hvussu tað gekk
fyri seg fyri tjúgu árum
síðani. Men millum áskoðar
arnar eru tað fleiri, sum kom
ast við ta ferðina, og teir í
GÍ fara ivaleyst at leggja
eins nógv fyri, sum NSÍ
gjørdi, tá ið GÍ var so tætt
FM heitinum. Spurningurin
er, um NSÍ sunnudagin fer
at vísa gummibeinini, sum
GÍ vísti fyri tjúgu árum
síðani. Nógvu tær seinastu
ferðirnar hevur einki bent á,
at tað fer at verða soleiðis.
Í Gøtu tosa tey um 1987
Niðurteljing á Argjum
Eftir fullaúrtøku í
tveimum torførum
útidystum hevur
EB/Streymur á
heimavølli møguleika
at styrkja um sína
støðu í stríðnum um
bronsukrónurnar
EB/STREYMUR-VB/
SUMBA
Jákup Mørk
Hjá báðum pørtum varð fyri
nøkrum árum síðani mett, at
tað tænti søkini best at leggja
saman. Felagsliðið í Sunda
lagnum hevur síðani saman
leggingina havt góða gongd.
Fyrr í summar vunnu teir
steypakappingina fyri fyrstu
ferð, í fjør vunnu teir silvur í
landskappingini, og sunnu
dagin hevur EB/Streymur
góðan møguleika at styrkja
um sína støðu í kappingini
um bronsumerkini.
Uppgávan
hjá
EB/
Streymi sær hesa ferð hópin
lættari út, enn hon hevur
gjørt tvær tær seinastu
ferðirnar, tá ið EB/Streymur
hevur fingið fult í Klaksvík
og í Gundadali ímóti HB.
Samansetta
Suðuroyar
liðið er longu flutt niður.
Tað kann gott vera, at
gongdin undanfarnu árini
hevði havt verið uppaftur
lakari, um Vágur og Sumba
ikki høvdu havt lagt saman.
Nú verður í hvussu so er
tosað um uppaftur fleiri
samanleggingar í Suðuroy.
Hetta verður mett at tæna
fótbóltinum í oynni, sum
næsta
ár
ikki
verður
umboðað í fremstu røð.
Bronsan skyggir bjartari