fríggjadagur 5. oktober 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 5. oktober 2007
Vikuskifti 19
Øðrumegin útsýnið
Skamt oman fyri Argja bygd, stutt
norðan fyri Hamaran, verður gjørdur ein
spildurnýggjur býlingur. Her uppi − úti
í náttúruni og tó so nær býnum − fer
fólk at búgva og liva. Kringumstøðurnar
verða framúr. Fyri eystan hitt makaleysa
útsýnið yvir Havnina og Nólsoyarfjørð,
fyri vestan eitt lítið fótafet út í
náttúruna og hagan. Og fert tú eftir
gøtuni, ið gongur niðan millum húsini
og til Kirkjubøar, er bert lítil løta niðan
á teir varðar, sum hava givið nýggja
býlinginum navn, Kongavarðar.
Hinumegin náttúran
Býlingurin verður ein nýggjur og
heilskaptur býarpartur við skipaðum
arkitekturi, ið gevur fólki frið og
tryggleika, samstundis sum hann
verður góður karmur um felagslív í
grannalagnum. Suðureftir og vestureftir
hava øll terassu ella altan, og tey stóru
vindeyguni geva ljósinum frítt spæl og
leggja Nólsoyarfjørð og Havnina opin
fyri eygað.
Bústaðirnir
Íbúðirnar í íbúðarhúsunum verða úr 46
m² í 131 m². Suðureftir og vestureftir
er altan ella terassa, og íbúðirnar eru
sera ljósar og rúmligar við stórum
vindeygum. Í køki og stovu eigur útsýnið
ikki sín líka − á degi hin livandi vágin
við skipum og bátum, á kvøldi luftin og
hin bleiktrandi høvuðsstaðurin. Enn eru
nakrar íbúðir á 102 m² og 131 m² eftir.
Raðhúsini liggja móti hamrinum við
stórum vindeygum móti Havnini og
fjørðinum og við terassu og altan móti
Glyvursnesi og sólini. Raðhúsini verða í
tveimum støddum, 149 m² og 133 m² +
74 m² kjallara. Enn eru nøkur raðhús á
133 m² eftir.
Persónligur stílur
Bústaðirnir verða sera fjølbroyttir, har
familjan kann innrætta seg eftir huga og
ynski − alt eftir stødd og tali á rúmum.
Møguleiki verður at velja millum trý
ymisk sløg av gólvum fimm ymiskar
frontar til køkin. Her ber til at skapa sær
tað heilt rætta heimið á einum frálíkum
staði.
Uttanfyri
Millum húsini verður felagsøki, har
grannalagið hevur høvi at skipa fyri
felags tiltøkum. Her eru gróðursettir
runnar, ið geva lívd og nærleika til
hugna og spæl, og her eru hyljareygu,
spælipláss og annað, girt við snøggum
laðingum og gøtum ímillum. Sunnanfyri
er gøtan niðan á Reyn.
Meira fæst at vita hjá Inni – tel. 354200
og á heimasíðuni www.inni.fo
JC9>G@DC<6K6G 6Äakhhiajg[ng^ak^
ÄgV]h!W^gd\k^ccj]³a^gk^WZhiVihc^Wcjb