Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 5. oktober 2007 19 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Hjá bæði monnum og kvinnum verður slagið um Havnina á skránni um viku­ skiftið. Her møtast Kyndil og Neistin nevniliga, og serliga hjá monnum skal Kyndil bøta um keði­ liga byrjanina, tá teir taptu stórt ímóti StÍF í fyrsta dystinum HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hjá bæði kvinnum og monn­ um verður fult umfar í hond­ bóltinum um vikuskiftið, tá annað umfar verður á skránni. Eftir fyrstu dystir­ nar í einum kappingarári er sjálvandi ringt at meta um, hvussu sterk liðini eru, men eftir annað umfar byrjar man rættiliga at fáa fyrstu ábendingarnar. Størsti spenningurin um vikuskiftið verður uttan iva í høvuðsstaðnum, har teir grøna úr Kyndli møta teim­ um bláu úr Neistanum hjá bæði kvinnum og monnum. Dystirnir í millum hesi bæði feløgini plaga altíð at vera spennandi, og tí verður lagt upp til tveir spennandi dystir í høllini á Hálsi leygardagin. Kyndil uttan Janus Einar Um byrjað verður við monn­ unum, so hevur Kyndil nak­ að at prógva, tá teir møta Neistanum sunnudagin. Kyndil tapti nevniliga stórt í fyrsta dystinum, og tí skulu meistararnir aftur á rætta kós. Hjá Neistanum ræður hin­ vegin um at halda fast um góðu gongdina. Í fyrsta dyst­ inum vunnu teir við fýra málum á vestmenningum, og hetta spælið skulu teir royna at finna fram aftur. Toppdysturin í Atlantic Airways­kappingini verður annars í Hoyvík, har H71 tekur ímóti StÍF. Bæði H71 og StÍF vóru sannførandi síðsta vikuskiftið, tá tey vunnu trygt ímóti ávikavist KÍF og Kyndli. Ætlanin hjá liðunum er uttan iva at halda fast um góðu gongd­ ina, og tí kunnu fólk vænta ein spennandi dyst í Hoy­ víkshøllini leygardagin. Síðsti dysturin hetta viku­ skiftið verður í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti KÍF. Bæði VÍF og KÍF vóru nak­ að við síðuna av sær sjálv­ um síðsta vikuskiftið í fyrsta umfarinum, og tí hava bæði nakað at prógva leygardagin. VÍF hevur altíð havt rættiliga gott tak á kollfirðingum í Vestmanna, og tí verður spennandi at síggja, um hetta aftur fer at gera seg galdandi í ár. VB spælir fyrsta dystin Hjá kvinnunum verður eis­ ini lagt upp til ein spennandi dyst í Havn leygardagin, tá tey bæði havnarfeløgini bresta saman. Neistin má uttan iva metast at vera favorittur eftir stórsigurin á VÍF í fyrsta dystinum, men missurin av Ásu á Neystabø fer uttan iva at følast. Kyndil fekk ikki eins góða byrjan og Neistin, tá grøna havnarliðið bert fekk javnleik á StÍF. Kyndil ætlar sær longur upp í ár enn í fjør, og tí er Neistin sjálv­ andi eitt av liðunum, sum Kyndil skal royna at vinna. Henda møguleikan fáa tær grønu leygardagin. Seinni dysturin hjá kvinn­ unum verður í Vestmanna leygardagin, har VB vitjar hjá VÍF. Enn hevur VB ongan dyst spælt í Sunset­ kappingini í ár, og tí kenna vit einki til styrkina hjá teimum. VB eru tó altíð drúgvar, tá á stendur, so tær eru helst favorittar til dystin í Vestmanna. Hinvegin vísti VÍF í fyrra hálvleiki ímóti Neistanum, at teir eisini kunnu spæl við ímóti hinum liðunum, so kanska VÍF fer at yvirraska ímóti VB. Slagið um Havnina Stórdystir verða í Havnini leygardagin, tá Kyndil og Neistin bresta saman hjá bæði kvinnum og monnum. Mynd: Álvur Haraldsen KÍ-málverji til Íslands Íslendsku meistar­ arnir í Váli hava sent boð eftir KÍ­ málverjanum Randi S. Wardum, sum skal royndarvenja í felagnum um viku­ skiftið FÓTBÓLTUR Niels Petersen 20­ára gamla Randi Ward­ um, ið byrjaði at spæla fótbólt við HB, skifti fyri fýra árum síðani HB­ búnan út við KÍ­búnan. Og ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið strálandi hjá henni og KÍ. Eftir 4 árum hevur hon vunnið sær heili 4 Føroya­ meistaraheiti, 4 luttøkur í kappingum fyri meistara­ lið og vunnið sær pláss á landsliðnum. Í gjárkvøldið gjørdist eisini greitt, at íslendska felagið Valur vil hava Randi til royndarvenjing. ­ Hetta tykist ganga øði­ liga skjótt fyri seg. Venjarin gav mær boðini fyrradagin og eg skal longu avstað seinnapartin í dag, fortelur Randi. Hon leggur afturat, at hon væntar ikki at hon ordu­ liga skilur, hvat tað er sum fyriferst, fyrr enn hon stendur mitt í tí. Randi fer til Íslands í dag og kemur heim aftur mánakvøldið. Valur er íslendskur meistari, og í summar var liðið við í UEFA Cup kappingini fyri kvinnur, sum varð spæld í Føroy­ um. Her munnu tær helst hava fingið eyga á KÍ­ málverjan. Válur setti seg fyrst í samband við KÍ, áðrenn tey sluppu at tosa við Randi sjálva. ­ Fyri ein fótbóltsleikara vil tað altíð vera meiri spennandi at sleppa at royna seg úti í Europa, og var hetta nokk størsta orsøkin til, at eg skifti fel­ ag á sinni, greiður Randi frá. Um vikuskiftið fer flogbólturin í gongd aftur. Hjá kvinnunum verða tríggir dystir á skránni, meðan tveir verða hjá monnum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo So er tíð aftur hjá áhugaðum at fara at hyggja eftir flog­ bólti. Um vikuskiftið fara fremstu flogbóltsliðini í land­ inum nevniliga at kappast aft­ ur, og í fyrstu atløgu verða fimm dystir á skránni. Hjá kvinnunum skal Fleyr fyri fyrstu ferð í nógv ár royna seg í bestu deildini, meðan spennandi dystur verður á Kambsdali millum menninar hjá ÍF og Fram mánakvøldið. Spennandi á Giljanesi Mest spennandi dysturin í bestu kvinnudeildini í flog­ bólti verður helst á Gilja­ nesi, har Dráttur tekur ímóti TB. Hesi bæði liðini hava verið við til at mynda oddin í bestu kvinnudeildini sein­ astu árini, og málið hjá teim­ um er helst aftur at enda frammi í oddinum. Í Kollafirði verður eisini ein spennandi dystur á skránni, tá KÍF tekur ímóti Fleyr. KÍF hevur mist nógv fólk í mun til síðsta kapp­ ingarár, og tí skulu tær spæla fleiri nýggja leikarar inn á liðið. Hjá Fleyr er tal­ an eisini um nýtt fólk í bestu deildini. Á aðalfund­ inum hjá flogbóltssamband­ inum fekk Fleyr nevniliga eitt pláss í bestu deildini, og nú skulu tær vísa, hvør dugur er í teimum. Síðsti dysturin verður í Sørvági, har SÍ tekur ímóti Mjølnir. SÍ er uttan iva favorittar at vinna henda dystin, men ungu kvinnur­ nar hjá Mjølni eru blivnar eitt ár eldri, og tí fara úrslitini í ár helst at vera meira støðug enn í fjør. Fram vitjar hjá meistarunum Størsti spenningurin í fyrsta umfari hjá monnunum í flogbólti verður á Kambs­ dali, har meistararnir úr ÍF taka ímóti Fram. Hesin dyst­ urin er tó ikki fyrrenn mána­ kvøldið, men Fram ætlar uttan iva at vísa ÍF, at teir í ár ætla sær at spæla við heilt frammi í oddinum. Seinni dysturin hjá monn­ unum verður í Sørvági, har SÍ tekur ímóti Fleyr. Hetta er tey bæði liðini, sum end­ aðu aftast í kappingini í fjør, og spennandi verður at síggja, hvussu sterk liðini eru í ár. Fyrstu servurnar servast Flogbóltur um vikuskiftið Meistaradeild kvinnur: KÍF – Fleyr Leygardagin kl. 14.00 SÍ – Mjølnir Leygardagin kl. 14.00 Dráttur – TB Leygardagin kl. 16.00 Meistaradeild menn: SÍ – Fleyr Leygardagin kl. 16.00 ÍF – Fram Mánadagin kl. 18.00 Hondbóltur um vikuskiftið Atlantic Airways-kappingin: VÍF – KÍF Leygardagin kl. 16.00 Kyndil – Neistin Leygardagin kl. 16.00 H71 – StÍF Leygardagin kl. 17.00 Sunset-kappingin: VÍF – VB Leygardagin kl. 14.30 Kyndil – Neistin Leygardagin kl. 14.30