fríggjadagur 5. oktober 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 5. oktober 2007
Vikuskifti
18
Sethús í gerð – Gerðisgøta 10, Skála
Húsini verða í 2 hæddum, niðara hæddin 120 fermetrar
og ovara hæddin 75 fermetrar – í alt 195 fermetrar.
Grundøkið er 581 fermetrar. Húsini verða innilokað, og
keyparin kann síðan sjálv/ur gerða av, hvussu tey vilja
hava tey innrættað. Ásetti kostnaðurin umfatar stoyptan
sokkul við áløgdum undirsløgum, innilokaði hús við
Viking Window úthurðum, trævindeygum og bjálvaðum
útveggjum, álagt tætt tróður og aluminiumtak við
Icopal plasttakrennum. Farið verður undir at byggja, tá
keypari er til húsini. Húsini koma at standa mitt í bygdini
við góðum útsýni út yvir fjørðin. Prísuppskot: kr.
1.075.000,00.
Sethús – Torfinsgøta 25, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum á 103 fermetrar - í alt 206
fermetrar. Grundøkið er 418 fermetrar. Byggiárið er
1963, men húsini eru dagførd og umvæld 2000-
2007. Nýtt er m.a. tak, klædningur, vindeygu,
radiatorar, hitaverk. Í erva er inngongd, durur,
gongd, køkur, borðsstova, stova við útgongd, til
altan / terassu, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur og
niðurgongd til kjallara. Í neðra er inngongd, gongd,
vaskirúm / fýrrúm og garaga umframt sjálvstøðuga
íbúð: Har er inngongd, durur, gongd, køkur,
borðsstova, kamar. Húsini standa sera væl fyri í
vøkrum urtagarði í friðarligum og hugnaligum
umhvørvi nær miðbýnum. Stutt er til handlar, skúlar,
dagstovnar og busssamband.
Sethús – Selatraðsvegur 861, Selatrað
Húsini eru í 2 hæddum – samlað búvídd 174 fermetrar.
Harafturat er ein hjallur í 2 hæddum – í alt 56 fermetrar.
Grundøkið er uml. 400 fermetrar. Byggiár 1982. Grundin
og endaveggirnir eru stoyptir. Húsini eru klødd við
timbri og hava flagtak. Meginparturin av vindeygunum
í miðhæddini eru plastikk og restin er timburvindeygu. Í
ovaru hædd er durur, wc, gongd, køkur, 2 stovur,
goymslurúm og hjallur. Í niðaru hædd er gongd, 3
kømur, hjúnarrúm, baðirúm og kjallararúm / fýrrúm /
vaskirúm. Húsini standa frítt fyri og hava sera gott útsýni.
Prísuppskot: kr. 1.300.000,00.
Snotilig sethús – undir Gráasteini 10,
Kvívík
Snotiligu húsini eru í 2 hæddum - hvør á 94m² - í alt
188 m². Grundøkið er 792m². Byggiár: 1978, men
húsini eru nýgjørd og dagførd. M.a er drenað og
steinsett av nýggjum runt húsini, og klædningur,
vindskeið, hjallur, fleiri vindeygu, allir sprossar, gólv,
fleiri loft, listar, inn- og úthurðar, køkur, baðirúm og
kamar í niðastu hædd er nýtt, og restin er alt
nýtapetað og málað, kjallarin er pussaður og
málaður, og klædningur og tak er nýmálað. Alt er
sera snotiligt og sera væl hildið úti og inni. Har er
hjallur, inngongd, durur / gongd, køkur / alrúm,
borðsstova / stova, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur.
Í neðra er trappugongd, kamar, fýrrúm / vaskirúm /
kjallarúm við egnari inngongd. Møguleiki er fyri at
innrætta restina av niðastu hædd. Skotskir brotflísar
til túnið fylgja við. Møguleiki er eisini fyri, at tað
mesta av innbúgvinum kann fylgja við. Húsini
standa í sera hugnaligum og náttúruvøkrum
bygdaumhvørvi. Har er veðurgott, barnavinaligt og
sera gott útsýni. Stutt er til busssamband, barnagarð,
skúla og handil og bert 20 min. er til Havnar.
Prísuppskot: kr. 1.400.000,00.
Sethús – Dalavegur 20, Glyvrar
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 180
fermetrar. Grundøkið er uml. 1400 fermetrar. Byggiár
uml. 1960. Í 1990 bleiv stórur partur av húsinum
nýgjørdur. M.a. er køkur, stova, gongd og flestu
vindeygu í ovaru hædd skift. Í ovaru hædd er durur,
2 gongir, køkur, stova, kamar, hjúnarrúm, baðirúm,
goymslurúm, vaskirúm, hjallur og útigólv (terassa). Í
niðaru hædd er gongd, kamar, goymslurúm og
fýrrúm. Húsini standa í veðurgóðum umhvørvi og
hava sera gott útsýni yvir fjørðin. Prísuppskot: kr.
1.300.000,00.
Sethús – Hvalvíksvegur 61, Hvalvík
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml. 145
fermetrar umframt ein hjall. Grundin er stoypt og
húsini eru klødd við alminiumsplátum og hava
stáltak. Grundøkið er uml. 240 fermetrar. Byggiár:
1912. Í miðhæddini er gongd, køkur og 2 stovur. Í
ovastu hædd er gongd, baðirúm og 3 kømur. Í
niðastu hædd er kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm.
Húsini standa við vegin og hava gott útsýni.
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum og hava selt so nógv, at vit hava nærum útselt. Tí søkja
vit eftir ognum at selja. Hevur tú hug til at selja – vinaliga, set teg í samband við okkum í Inni.
Sethús – Heygagerði 20, Sandavágur
Snotiligu sethúsini eru í 2 hæddum á 128 fermetrar - í alt
256 fermetrar. Grundøkið er 1540 fermetrar. Húsini er
bygd í 1987, men eru dagførd so við og við frá 2003 til
2005 og eru í sera góðum standi. Í ovaru hædd er
inngongd, durur, gongd, køkur / borðstova / stova við
útgongd til svala, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur, hjallur
og amboðsrúm. Í niðaru hædd er inngongd, durur,
trappugongd / alrúm, kamar, vaskirúm / fýrrúm,
kjallararúm og bilhús. Húsini standa í veðurgóðum,
friðarligum,
barnavinarligum
og
náttúruvøkrum
umhvørvi. Har er sera gott útsýni yvir bygdina og fjørðin
og góður sólargangur. Prísuppskot: 1.600.000,00
Sethús – Víkavegur 9, Haldarsvík
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 126
fermetrar umframt ein hjall. Grundøkið er 261 fermetrar.
Byggiár:1954. Niðara hæddin var gjørd av nýggjum í
80’unum, og takið er skift í 2001. Í ovaru hædd er gongd,
2 kømur, hjúnarrúm, stór stova, wc og goymslurúm. Í
niðaru hædd er durur, baðirúm, køkur, stova, kjallararúm
/ fýrrúm. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Raðhús – Tórsbyrgi 28, Tórshavn
Húsini eru eini raðhús í 3 hæddum - samlað búvídd uml:
165 fermetrar. Hartil er útigólv á 12 fermetrar og eitt
goymslurúm á 12 fermetrar við hálvum lofti. Húsini eru
bygd í 1976, men eru síðani umvæld og dagførd.
Bústaðarlýsing er tøk. Í niðastu hædd er inngongd,
durur, gongd, skrivstova, baðirúm, 2 kømur, vaskirúm og
útigólv. Í miðhæddini er gongd, stór stova, køkur og wc.
Í ovastu hædd er trappurúm og 2 kømur. Felags
hitaskipan og antennuskipan er. Húsini standa í
friðarligum, barnavinarligum og hugnaligum umhvørvi
við góðum grannalagi og hava gott útsýni. Prísuppskot:
kr. 2.200.000,00. Skrivlig boð kunnu latast inn til 1.
november 2007 kl. 15.00.
Jørð – Skálavegur og Dalsvegur, Vágur
Ognin er jørð í Vági matr.nr. 357, 358 og 650 á í alt 11.590
fermetrar, ið liggur sera væl fyri og m.a. partvíst kann
nýtast til grundøki. Til traðarstykkini, sum eru á í alt
9.337 er uttangarðsjørð matr.nr. 650 í Innaraparti í
Toftahaga. Annað grundøkið er 1.225 fermetrar til
víddar og kann lutast í 2 stykki á góðar 600 fermetrar.
Hitt grundøkið er 1.028 fermetrar til víddar og kann
lutast sundur í 2 stykki á góðar 500 fermetrar. Vegur er til
grundstykkini og trøðina. Grundøkini liggja ovarlaga
mitt í bygdini við sera góðum útsýni yvir bygdina og
fjørðin. Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst.
Sethús – á Teigi 8, Tórshavn
Dámligu húsini eru í 2 hæddum - í alt 146 fermetrar.
Grundøkið er 484 fermetrar. Byggiár: 1988. Húsini eru úr
góðum tilfari, eru dagførd, væl hildin og í góðum standi.
Í neðra er inngongd, durur, gongd / trappugongd,
baðirúm, 2 kømur, bryggers / vaskirúm / fýrrúm við
útgongd til útigólv / sólkrók, hjallur, matarkøkur,
borðstova / stova við opnum tróðri. Í erva er alrúm /
arbeiðsrúm / stova, hjúnarrúm og goymslurúm, ið er
klárt at gera til klædnarúm og baðirúm. Garagan er
stoypt og klár at gera liðug, og garður / urtagarður við
sólkróki er runt húsini. Húsini standa í veðurgóðum,
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi. Spælipláss og
fótbóltsvøllur við graslíki er nærhendis. Húsini standa
nær býnum og stutt er til skúlar, dagstovnar og handlar.
Sethús – Tungugøta 11, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum á 47 fermetrar - í alt 141 fermetrar.
Grundøkið er 233 fermetrar. Í miðhæddini er inngongd,
durur / trappugongd, matarkøkur og borðsstova / stova.
Í ovastu hædd er hjúnarrúm við útgongd til altan /
terassu við frálíkum útsýni yvir býin, baðirúm og 2
kømur. Í niðastu hædd er sjálvstøðug íbúð. Har er
inngongd, durur, køkur, stova / kamar, baðirúm og
fýrrúm / kjallari við egnari inngongd. Garður / urtagarður
er runt húsini, sum standa í veðurgóðum og friðarligum
umhvørvi mitt í miðbýnum. Stutt er til alt og frálíkt
útsýni er av loftinum.