Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 193 - 5. oktober 2007 ] Við – ikki við Skaddir: Jákup á Borg (lærkrikin) Leikbann: Hjalgrím Elttør Skaddir: Arnold Berg (miniskskaði) og Pauli G. Hansen (fótskaði) Leikbann: Símin Joensen Burturstaddir: John Hammer Við aftur eftir leikbann: Dánjal Johan Joensen, Jón Krosslá og Teitur Tausen Formuladeildin D v j t mál +/1 stig 1. NSÍ 24 17 3 4 43-21 22 54 2. B36 24 14 7 2 45-16 29 52 3. EB/S 24 14 3 7 44-29 15 45 4. HB 24 13 3 8 52-34 20 42 5. GÍ 24 9 5 10 37-37 -10 32 6. Skála 24 9 4 11 25-34 -9 31 7. KÍ 24 8 4 12 40-44 -4 28 8. B71 24 7 5 12 36-45 -9 26 9. AB 24 4 5 14 29-50 -21 17 10. VB/S 24 2 5 17 23-58 -35 11 1. deild D v j t mál +/- stig 1. B68 25 22 2 1 74-18 56 68 2. ÍF 25 17 4 4 77-21 56 55 3. FSV04 25 15 3 7 45-35 10 48 4. TB 25 13 4 8 52-26 26 43 5. LÍF 25 13 1 11 62-43 19 40 6. NSÍ 25 9 2 14 43-62 -19 29 7. HB 25 9 2 14 35-54 -19 29 8. SÍ 25 7 3 15 32-60 -28 24 9. KÍ 25 5 2 18 26-63 -37 17 10. B36 25 2 3 20 20-84 -64 9 B36 spælararnir sav­na seg um stóru av­bjóðingina á Sandi, meðan stuðlarnir eis­ ini fara at fylgja v­æl v­ið, hv­ussu leikur fer í Gøtu B71-B36 Jákup Mørk Tað hevur higartil víst seg at verða kostnaðarmikið, at B36 næstsíðsta mánakvøld ikki mengaði meiri enn javnleik á heimavølli ímóti Skála. Ímóti AB á heimavølli greiddi B36 væl og virðiliga sín setning, men eftir at grannarnir í HB einki fingu burturúr í Runa­ vík, er støðan, sum hon var undan 24. umfari: ­ Vit fokusera á okkara uppgávu. Á Sandi verður hon ivaleysa stór. Hjá okkum er alneyðugt at fáa fulla úrtøku, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka, tá ið 27 umfør verða avgreidd, og kappingin verður liðug, siga teir í B36. Trúgvu áskoðararnir fara við til Sands. Høvuðsørind­ ini vera at taka á og stuðla teimum svørtu og hvítu, men sjálvandi fer at verða fylgt væl við, hvussu leikur fer í Gøtu. Á Sandi var málið undan kappingarbyrjan at sleppa undan niðurflytingini. Und­ an summarsteðginum gekk framúr væl. Síðani summar­ steðgin hevur úrtøkan verið fimm stig burturúr tíggju dystum. Sjálvandi er tað ikki nógv. Serliga tá ið tað fleiri ferðir í síðstu løtu hevur koppað ímóti B71. Men hóast ikki serliga góðu gongdina í heyst, so er góður møguleiki fyri, at málið undan kappingarbyrj­ an kann røkkast sunnudagin. Um B71 fær stig ímóti B36, ella um AB einki fær burtur­ úr hesa ferð, so verður tað teoretiskt staðfest, sum í veruleikanum leingi hevur verið greitt – at B71 eisini í 2008 verður partur av bestu deildini. B36 rennur aftaná Bæði hjá Skála og KÍ, sum sunnudagin hittast á Skála, er møguleiki fyri endastøðum frá 5. og niður á 8. plássið SKÁLA-KÍ Jákup Mørk Hvørki Skála ella KÍ hava heiðursmerki ella vandan fyri niðurflyting at spæla fyri og ímóti. Í báðum førum hevur talan verið um meiri soltið kappingarár, har úrtøkan í nøkrum umførum á rað var so mikið trivalig, at tað eydnaðist at sleppa undan niðurflytingini, sum spøkti. Tá ið hesi feløgini hittast á Skála sunnudagin fer at verða telvast um plasering­ arnar. Skála er á 6. pláss­ inum, og KÍ er á 7. plássin­ um. Felags fyri bæði liðini er, at tey framvegis hava møguleika at røkka upp á 5. plássið, sum GÍ nú er á, og at tað er møguleiki fyri, at tey kunnu detta niður á 8. plássið. Tá ið KÍ fyrr í summar vitjaði á Skála, vann heima­ liðið 1­0. Tá ið Skála fyrr í summar vitjaði í Klaksvík, vann heimaliðið 1­0. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur KÍ einki fingið burturúr. Málmunurin hevur verið 3­12! Burtur úr trimum teimum seinastu ferðunum hevur Skála fingið fimm stig – 1­0 í Vági, 1­1 í Gundadali ímóti B36 og málleysur javnleikur á heimavølli ímóti B71. Plaseringin stendur upp á spæl B71 VENJARIN Jákup Mørk 38 ára gamli B71 venjarin, sum hevur verið 21 ár í fremstu røð sum spælari, fer bara at spæla tríggjar ferðir afturat í Formuladeildini Tað kemur neyvan heilt óvart á, men harfyri er søgan ikki minni. Eli Hentze, sum spælir 21. árið á besta B71 liðnum, fer ikki at halda fram sum spælari, tá ið hetta kappingarárið leygardagin 27. oktober verður liðugt. Tað vil siga, at síðsti dysturin hjá veteraninum í fremstu røð verður á heima­ vølli, tá ið EB/Streymur í síðsta umfari fer at vitja á Sandi. ­ Eg havi tó ongar ætlanir um at leggja fótbóltin á hillina. B71 vann í ár FM fyri Old Boys á fyrsta sinni. Tað kann vera, at teir gomlu hava brúk fyri onkrum yngri kreftum, skemtar Eli á B71 heimasíðuni. Eli Hentze er væl útbúgvin sum venjari, og síðani samstarvið millum Dusan Mokan og B71 helt uppat, eftir at B71 í 11. umfari 28. mai hevði tapt 3­0 í Runavík, hevur B71 veteranurin havt ábyrgdina av venjingini. Eli er tann síðsti í fremstu røð á vøllinum av FM liðnum í 1989 hjá B71. Veteranurin sær ljóst upp á fótbóltsframtíðina á Sandi: ­ Vit vistu við kappingar­ ársbyrjan, at hetta árið fór at verða ein sonn styrkiroynd fyri ungu og óroyndu menn okkara. Eg stórfegnist um, at blaðungir menn sum Mag­ nus Olsen, Símun Rógvi Hansen, Gudmund Nielsen, Rasmus Nielsen og Mikkjal Hentze í stóran mun hava verið við til at mynda eina bjarta nútíð og ikki minna bjarta framtíð. Harumframt hava René Clementsen, Høgni Midjord og Áslakkur Kjærbo verið við nakrar ferðir eisini. Teir tríggir sam­ an við Tummasi Clementsen, Meinhardi Winther og Jón Koytu Petersen eru leikarar, ið gerast partur av besta liðnum longu komandi ár treyta av, at teir vilja leggja ta orku í sum krevst, sigur Eli Hentze á heimasíðuni hjá B71. Eli mynstrar av