fríggjadagur 5. oktober 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Í summar hevur Suneva Las
sen verið frítíðaravloysari á
Sosialinum. Hon er júst útlærd
myndakvinna frá myndaskúlanum
í St. Barbara í Kalifornia í USA.
Har á skúlanum hitti hon eina
amerikanska kvinnu, og tær
gjørdust skjótt vinkonur. Og nú
hevur hendan vinkonan, Margreth
“Meg” Mulloy verið og vitjað í
Føroyum.
Sum við so mongum øðrum út
lendingum, sum vitja í landinum,
er eisini Meg hugtikin av Føroy
um, bæði náttúru og fólki.
Tað, sum eg haldi vera serliga
spennandi, er arkitektururin.
Hann hugtekur meg veruliga,
sigur Meg Mulloy.
Men eisini fornminnir og gamlir
lutir hevur hennara áhuga.
Nógvir av bygningunum hjá
tykkum eru fleiri hundrað ár eldri
enn mítt land, sigur hon og sipar
sjálvandi til, at Amerika ikki varð
bygt av hvíta manninum fyrr enn
fyri einum 400 árum síðani.
Hon var rættiliga heppin í veðr
inum fyrstu dagarnar, tá heystar
dagurin vísti seg frá sínari bestu
síðu. Men hann vísti seg eisini frá
einari meiri illfýsnari síðu, serliga
í gjár, við bæði vindi og regni.
Úr høvuðsstaðnum
Meg Mulloy stavar upprunaliga
úr Írlandi, men sum so mangar
aðrar írskar familjur valdu eisini
forfedrar hennara at flyta yvir um
hav til tað, sum tey vónaðu fór at
gerast ein betri lagna.
Foreldrini búgva í útjaðaranum
av Washington DC, og pápin
arbeiðir hjá tí almenna í høvuðs
staðnum.
Sjálvur Washington DC er ein
arbeiðsbýur skilt á tann hátt,
at hóast nógv fólk starvast har,
serliga í amerikansku stjórnini, so
býr lítið av fólki í býnum.
Sjálvur býurin liggur eisini á
markinum millum tveir statir,
Maryland fyri norðan og Virginia
fyri sunnan. Tað er í sunnara
partinum, at Meg og foreldur
hennara búgva.
Tað vil kortini siga, at seinastu
árini, meðan Meg Mulloy
hevur gingið í myndaskúla,
hevur hon búleikast í heitari
umhvørvi, nevniliga í St. Barbara
í Kalifornia. Hetta er ikki
stórur býur eftir amerikanskum
mátistokki, eini 100.000 fólk.
Men klimaið er sum nevnt gott.
Meg Mulloy hevur annars
ferðast rímiliga nógv og hevur
eitt nú verið í bæði Íslandi
og Danmark. Men hóast tað,
hevði hon so at siga einki hoyrt
um Føroyar, áðrenn hon hitti
føroyskan skúlafelaga í St.
Barbara.
Í Ísrael
Amerikanska kvinnan er liðug
við sjálva skúlagongdina, men
manglar enn at gera høvuðsupp
gávu sína lidna. Og meðan hon
ger hana, arbeiðir hon fyri lívsins
uppihald samstundis.
Hon tekur myndir fyri eina
fyritøku, sum selir klæðir og
klædnapløgg um alnetið, og tað
er uppgávan hjá Meg Mulloy at
taka myndir av hesum, sum síðani
verða lagdar út á netið.
Professionelt fylgir hon tøkni
ligu menningin, men til egið
brúk nýtir hon enn gomlu góðu
filmsrullirnar.
Sum myndafólk sigur tað seg
næstan sjálvt, at tá tú ferðast í
fremmandum umhvørvi, so verður
ikki spart upp á myndirnar. Hetta
var sjálvandi eisini so hjá Meg
Mulloy í Føroyum, eins og tað er
aðrastaðni, har hon kemur. Og á
veg til Føroya – um ein so kann
siga – var hon í Ísrael.
Hetta var ein ferð fyriskipað av
kirkjuni, hon er limur í. Hendan
kirkjan skipar fyri ferðum til
Ísraels við hálvumøðrum ára mill
umbili, og nú var tíðin so komin
aftur til slíka ferð.
Meg Mulloy heldur, at fólkið í
Ísrael er ógvuliga patriotistk og
stendur væl saman. Men hinvegin
helt hon eisini, at tað virkaði
ógvuliga friðarligt í landinum,
hóast harðar samanbrestir fyrr í
ár við palestinar.
Dámar fótbólt
Úr Ísrael gekk leiðin so til Føroya
at vitja Sunevu Lassen, sum
fyri mánað síðani varð liðug við
útbúgving sína sum lýsingar
myndakvinna. Og sum nevnt
omanfyri, hevur Meg Mulloy
dámað sera væl á okkara veður
bardu klettum. Men eitt er hon
eitt sindur hørm um, at hon ikki
náddi, meðan hon var í landinum.
Eg kundi so væl hugsað mær
at verið til ein fótbóltsdyst. Men
tað eydnaðist tíverri ikki. Tað má
eg so eiga til góða, sigur hon.
Hon var annars og vitjaði
Mikkjal Thomasen og frú, men
ólukkutíð var hann leikbannaður
um vikuskiftið.
Annars høvdu vit nokk verið
og hugt, heldur Meg Mulloy.
Tað er ikki so heilt vanligt,
at amerikanarar eru áhugaðir
í fótbólti – ella sum teir nevna
tað, soccer. Men Meg Mulloy er.
Amerikanskur fótbóltur er ikki
akkurát hon, og basketball tímir
hon illa at hyggja at.
Baseball er fínt, tá ein er á
stadion til dystirnar, men ikki at
síggja í sjónvarpi. Tá er fótbóltur
nakað heilt annað. Og hann er
á veg uppeftir í USA, ikki minst
eftir, at David Beckham er komin
til LA Galaxy at spæla, sigur Meg
Mulloy.
Hon fer av landinum aftur í dag
eftir góða viku í Føroyum. Men
hon fer avstað aftur við einum
góðum intrykki av Føroyum og
føroyingum.
Ferðafólk
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Mær dámar væl
lívsstílin
Meg Mulloy hevur
ferðast nógv, men
hevði ikki hoyrt
nakað serligt um
Føroyar, áðrenn
hon hitti føroying á
myndaskúla í St.
Barbara í Kalifornia.
Nú hevur hon so
upplivað land
okkara í ódn og sól
Amerikanska myndakvinnan lat væl
at veðrinum teir fyrstu dagarnar,
men í gjár upplivdi hon eisini, hvussu
illfýsið føroyska veðurlagið kann vera
Mynd: Jens Kristian Vang
Nr. 193 • 5. oktober 2007