Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 193 - 5. oktober 2007 Ministry of Fisheries and Maritime Affairs FISKIMÁLARÁÐIÐ STJÓRI TIL SKIPAEFTIRLITIÐ Stjórin hevur leiðsluna og ábyrgdina av Skipaeftir- litinum, sum er skipað sum deild undir Fiskimála- ráðnum. Ætlandi verður Skipaeftirlitið skipað sum stovnur í næstum. Høvuðsuppgávur Leiða og samskipa arbeiðið á Skipaeftirlitinum, herundir • at umsita sjóvinnubrøv (STCW-sertifikat) • at umsita sýn av skipum • at standa fyri kanningum av vanlukkum á sjónum v.m. • at umsita tekniska regluportalin hjá Skipaeftir- litinum • at umsita samskifti við IMO og aðrar avvarðandi altjóða felagsskapir og stovnar • í samráð við Fiskimálaráðið at evna til uppskot til lógir og kunngerðir á sjóvinnuøkinum • at veita Fiskimálaráðnum ráðgeving í skipaeftirlits- málum og málum innan sjóvinnuøkið • at samstarva um tvørgangandi uppgávur í Fiskimálaráðnum • at samstarva við sjóvinnuskúlar Almenn førleikakrøv • Útbúgving frá lærdum háskúla ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta • Viðkomandi leiðsluroyndir • Starvsroyndir, góðan kunnleika og gott innlit í sjóvinnuøkið • Góð evni at samskifta við myndugleikar, leiðarar, starvsfólk, viðskiftafólk og borgarar. • Ynski um, og evnir til at umseta mál og avgerðir til haldgóð átøk gjøgnum samskifti og samstarv Setanarviðurskifti Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Starvsheitið er stjóri og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til aðalstjóran í Fiskimálaráðnum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastu- staðurin verður Skipaeftirlitið. Umsókn Umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli skal sendast til: Fiskimálaráðið Heykavegur 6 Postboks 347 110 Tórshavn Att.: Rógvi Reinert Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 29. oktober 2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Reinert, aðalstjóra, á tel. 353030. www.fisk.fo lýsingar