Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 • 5. oktober 2007 Vikuskifti 22 Herfyri frættu vit um føroyskar narkobarónar og umfatandi sølu av rúsevnum í Føroyum. Og tóað narkobandarnir gerast alt meira sniðfundigir og røkka longri fyri hvørt ár, ypptu tey flestu øksl. Soleiðis var tað eisini við søguni um Rhys Jones, ein ellivu ára gamal liverpoolbúgvi skotin í nakkan, sum hann súkklaði heim frá fóbóltsvenjing. Gamaní, at begynna við loypir søgan hvøkk á okkum føroyingar, men druknar skjótt í allari aðrari armóð borðreitt í ymiskum líki tvørturígjøgnum knøttin. Men hóast Rhys varð myrdur at kalla samtíðis sum søgan um hin føroyska narkobarónin var á forsíðuni í Sosialinum—enntá kryddað við detaljeraðum frágreiðingum um framkomin føroysk narkokervi—og løgreglan í Degi og Viku erpin greiddi frá um “stórsligið” og “væleydnað” narkoeftirlit við Gomlu Rætt, ypptu tey flestu framvegis øksl og sýttu fyri at knýta hendingina í Liverpool og vaksandi narkomarknaðin í Føroyum saman. “Sovorðið forferdiligt hendir ikki í lítlu Føroyum”, hugsaði helst onkur. Rhys var eitt offur fyri einum kríggi, sum ikki kann vinnast; eitt offur í einum kríggi, ið drepur tíggjutúsundatals av menniskjum árliga. Men hetta er eisini eitt kríggj, sum kann enda í morgin, um bert vit vilja tað. Rhys varð myrdur orsakað av eini avgerð hjá amerikonsku stjórnini at fara í hernað ímóti narko, sokallaða “war on drugs”. Ein krígsavbjóðing, flestallar av heimsins stjórnum so líðandi tóku undir við. Fyri hasi, ið ikki vita tað: tá ið tú kriminaliserar ein vaksandi ídnað—nakað, sum svarar til umleið 5 prosent av heimsins samlaða búskaparvirksemi—fer hann ikki bara, hey, burtur! Hann verður faktiskt handaður vápnaðum brotsmannaliðum, sum fylla gøturnar við skotvápnum so at tryggja sær eina feita flís av ríkidøminum. Tað er júst hetta, ið er hent; ikki bert í Liverpool, men í øllum verðsins býum seinastu trý tíggjuáraskeiðini. Eisini í “lítlu Føroyum”. Nei, tað kann væl vera, at narkoseljandi brotsmannaliðini her á landi ikki eru vápnaði sum so. Men, vissuliga, hetta kann bert vera ein tíðarspurningur. Hetta er ikki ein vanligur marknaður, ið er ógvusliga bundin at eitt nú stødd. Hetta er ein ólógligur marknaður við ovurmiklum eftirspurningi, og við alsamt øktum eftirliti økist vágin og tí prísurin á vøruni. Innsatsurin er høgur, og óluksáliga nógv stendur í váða. Liverpool, tó, er havnaðar í einum øtiligum økiskríggi millum tveir lokalar narkobandar, Croxeth Crew og Strand Gang. Hesir bandar liva av at taka ímóti, flyta og selja narko. Kriminaliseraði narkohandilin veitir teimum eina avbera góða inntøka, sum verður spanderað í økjum stívnað í lutfalsligum fátækradømi. Hetta merkir, at hesir múgvandi bandar hava ráð til tað besta í økjum, ið eru von við tað ringasta, og við tí harmiliga úrsliti, at børnini á staðnum tilbiðja teir og lata seg tøla at gera øll møgulig táputryggjað pret fyri at kunna verða partur av hesum harkaliði. Røddir í Englandi hava nevniliga verið frammi um, at Rhys kanska hevur verið offur fyri einum spildurnýggjum, óhugnaligum innleiðslu-rituali. Hvat hinvegin er bumbusikkurt er, at vápnið, ið drap unga liverpoolbúgvan, varð keypt við pengum handaðir brotsmonnum frá veraldarvíða narkoforboðnum. Sambært Scotland Yard, høvuðs- løgreglustøðin í London, hava 95 prosent av øllum skotvápnum í Evropa samband við narkoídnaðin. Forboð, kann einhvør búskaparfrøðingur greiða tær frá, elvir til ein tørv á vápnaðum bandum verandi bindivevnaðurin millum fólkini, ið framleiða ólóglig rúsevni, og hatta milliónatalið av menniskjum, ið vilja keypa tey. Milton Friedman, nobelprísvinnari í búskapi, orðaði seg tó hegniligast: “Al Capone epitomises our earlier attempt at Prohibition; the Crips and Bloods epitomise this one.” Rúsevnið, sum hasi harkaliðini í Liverpool gjørdu seg serkønan í—heroin—var faktiskt í øllum góðum umsitið av læknum og apotekarum innntil 1970’ini. Hetta var í Englandi. Men hesin úrslitagóði politikkur støðgaði, tá ið eisini Downing Street forelskaði seg í Richard Nixonsa puritansku krossferð ímóti rúsevnum. So títt og knapt sum læknarnir vórðu bannaðir at fyriskriva heroin, settu harkaliðini seg á marknaðin, og eru tey vaksin í vavi síðani. Sjálvandi, einki narkoforboð ella nakar narkobandi skeyt Rhys Jones; av onkrari grund tók viðkomandi, sum skeyt, sjálvur eina avgerð um at skjóta—og skal tí sektast. Men bannið, og tessvegna bandarnir, gjørdi tað møguligt ella, um ikki annað, væl lættari hjá viðkomandi at gera tað, hann gjørdi. Spurningar vórðu stundisliga stillaðir, um skottilburðurin ikki prógvaði, at satt lógloysi valdar á gøtunum í Englandi, og um tilburðurin ikki var eitt úrslit av harðligum sangtekstum, ið prísa morð og ólevnað. Men hin veruligi spurningurin er hesin: hvat fær børn at koma í samband við ólógliga vápnakervið? Vit duga øll so óføra væl at fordøma. Hinvegin duga vit ikki so væl at sýna forvitni um, hvussu børn fáa fatur á skotvápnum, og hví tey vilja brúka tey. Svarið er, at vit hava skapt eitt samfelag, har viðkvom børn ikki verða hjálpt nóg skjótt og nóg væl. Bert ímynda tær eitt frammanundan veikt barn regluliga síggja eina fløsku verða sorlaða á skallan hjá mammuni í tí rúmi, ið helst skuldi verið ímyndin av tryggleika, heimið at navni. Ella eitt frammanundan veikt barn, ið umaftur og umaftur er fyri munnligum og kropsligum álopum og hvørs lív er ein montasja av harðligum myndum. Vit eiga at leggja uppí langt áðrenn barnið verður varandi meiðslað. Tí er tað eisini, at modernað lond umvegis skattin hava útvegað sínum borgarum eina barnaverndartænastu. Men um tað er vegna vantandi dirvi ella heimildum, ella báðum, at henda tænasta tykist fullkomiliga nyttuleys, tað veri seg í Englandi sum Føroyum, kann kjakast um í øðrum høpi. Tað, hesi misbrúktu børn í fyrstuni vilja gera, er sjálvandi at royna at støðga hesum misbrúki. Ella bara hugsa seg burtur frá tí. Men tá ið tey sum frá líður finna útav, at hetta slettis ikki riggar, og at eingin verulig hjálp er til taks, lata tey aftur fyri førleikanum at føla pínu og at tykja synd í medmenniskjum. Um vit ikki leggja uppí at verja børn kringað av áhaldandi harðskapi, laða tey ein hugaheim best lýstur sum okkurt slag av kensludeyða, at lívið ikki hevur nakra meining. Talan er um nihilismu, eina fráveru av virðum, har varhugin av samfelag, felagsskapi og ábyrgd er vorðin skræddur upp við rót av óblandaðum harðskapi. Hvørt møti við hasi, ið ólukkutíð hava “evstu ábyrgd og umsiting av børnunum”, men kortini halda seg “eiga” tey, hevur verið ein eitrandi løta. Tessvegna hevur lívið hjá hesum børnum fingið eittans endamál: at yvirliva. Tey eru, sambært sær sjálvum, “lone soldiers”, sum koma í samband við hasi, hvørs lívsbreyð er at selja narko. Syndraðu uppskotini, slongd sum tongul í brimi, øll desainað at takkla staðbundnar sum heimsumfatandi narkobandar, eru roksutar kávalótir. Tak til dømis “banna bandum at fáa innivist á YouTube” ella “fleiri pengar til stakar uppihaldarar”! Persónligi favoritturin er tó hatta trúliga skynsemisrýmandi uppskotið um at styrkna “kríggið ímóti narko”. Men hetta eru loysunarorð og uppskot, ið barasta ikki standa veruleikanum kurl. Nei, um verðin veruliga vil narko og harkaliðsmentanini til lívs, má tað almenna troka “tað privata” av marknaðinum við at veita rúsevnið ókeypis; “tað privata” í hesum føri verandi narkobakmennirnir. Ja, vit skula faktiskt koyra bandarnir á húsagang. Men narkotrongdin— so í øllum førum at byrja við—verður verandi óbroytt. Og tí er tað, at tú samtíðis byggir ein stovn við tveimum stovum; ein stova, har heilsuverkið gevur tær títt “skot” av heroin, meðan hin er ein vælútgjørd avvenjingarstova. Sovorðin skipan vil tryggja myndugleikunum eina nógv tiltrongda skráseting, eitt nú viðvíkjandi eyðkvæmi. Eisini minkar kriminaliteturin ógvusligt við tí seinnameiri úrsliti, at løgreglan sparir eina asins rúgvu av peningi, orku og tíð í síni annars høpisleysu jagstran av narkohandlarum. Og hvat veikari rúsevni Hví drepa børn hvørtannað? Tinghella Agga Niclasen tíðarhøvundur meining@meyl.fo Føroyingar muga leggja á annan bógv, tí narko floymir yvir sjálvt teir mest tómligu blettar á knøttinum, og sum bandarnir vaksa, røkka teir longri fyri hvørt ár