fríggjadagur 5. oktober 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 193 - 5. oktober 2007
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Rás2 Radio í luftina
Í dag verður farið at senda radio úr Miðlahúsinum.
Tað er hálvttriðja ár síðani Sosialurin flutti í
Vágsbotn. Flytingin gav nýggjar møguleikar.
Geografiska støðan í hjartanum á Føroyum
lat upp nýggjar dyr. Blaðið varð keypt frá
Javnaðarflokkinum, 80 ára føðingardagur varð
hildin fyrr í ár, og í dag er so aftur ein merkisdagur.
Alt hetta er ein náttúrligur útviklingur fyri eina
fyritøku sum okkara. Er tað onkur, ið heldur, at vit
fáa ikki nokk, vilja fevna um alt og eiga alt, ja entá
stýra øllum miðlunum í landinum, so er tað ikki
ætlanin. Ætlanin er at yvirliva við at menna seg.
Miðlaheimurin er nógv broyttur. Fyrr var eitt blað
eitt blað og so heldur ikki meira. Men tøkni og
samskifti eru so nógv broytt, at fylgir tú sum blað
ikki við og tekur til tín nýggju møguleikarnar og
avbjóðingarnar, kanst tú gerast eftirbátur, og í
ringasta føri líða blaðdeyðan.
Vit øll hava stríðst fyri at halda lív í og menna
Sosialin. Tað hevur kravt vilja, hegni, dirvi og
treiskni. Og tað hevur givið úrslit. Men vit mugu
ikki steðga á fyri tað. Tú mást alla tíðina fyrihalda
teg til nýggju avbjóðingarnar.
Radio ella útvarp er ein teirra. Longu tá vit fluttu í
Vágsbotn fingu vit konsessión til at senda
radio. Men vit hava eisini í okkara skjaldramerki
at vera varin og fyrireika okkum væl. Tí skuldu
tað eisini ganga meira enn tvey ár, til vit mettu
okkum tilreiðar at taka hetta stig fult út. Og
úrslitið síggja/hoyra vit í dag. Meðan stovuhæddin
í Miðlahúsinum umframt til umsiting er til
nógva spennandi virksemið við kjaki, upplýsing
og mentanarlig tiltøkum, er 1. hæddin arbeiðs-
plássið hjá journalistum, fotografum og tekniska
starvsfólkinum, ið gera blað og tilfar til internetið
hvønn dag. Fara vit so víðari upp á ovastu rók,
Miðlaloftið, so er har nú studio til radio. Eitt
sjáldsamt men spennandi stað, har vit vóna at
kunna seta dagsskránna í føroyska miðlaheiminum
um ikki hvønn dag so oftani.
Rás2 Radio hjá Miðlavarpinum verður ikki ein
havnarrás. Fyri at forða tí hava vit keypt Pegasus
í Klaksvík, ið fer at senda saman við studionum
í Vágsbotni. Og haraftrat hava vit gjørt íløgur í
eina rullandi redaktión, har Stavnur, Snoddi og
Snar allir fara at tryggja, at øll tit, sum búleikast
úti kring landið, fara at kenna tykkum sum part
av okkara samlaða miðlakonsepti, ið byggir á
synergiir og á, at journalistar kunnu fáa spennandi
avbjóðingar og kunnu arbeiða við fleiri miðlum.
Vit fara at gera okkara besta til, at innihaldið
verður gott og fjølbroytt.
Men einki radio uttan góð fólk. Eisini tað er
hugsað um. Vælkomin til nýggju fólkini og góða
eydnu øll somul, starvsfólk sum alt Føroya fólk við
hesi spildurnýggju miðlaætlan.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
- ein viðmerking til
søgufalsan hjá Høgna
Hoydal
Eg eri ein av teimum sum
eri fegin um kveikjandi
virksemið hjá nevndini
Demokratia, ikki minst tí
eg kenni nakað av politisk
um faðirskapi at hesi góðu
nevnd. Tí má eg tala at
teirri søgufalsan, sum kem
ur fram í grein hjá Høgna
Hoydal um javnstøðupoli
tikk. Har sigur Høgni, at
tað vóru tingkvinnurnar
Heidi Petersen, Annita á
Fríðriksmørk og Lisbet L.
Petersen sum “tóku stig til
átakið við Demokratia”.
Upprunin til Demokratia
var í Útnorðurráðnum,
meðan Lisbet L. Petersen
var forkvinna har. Hon tók
stig til at fáa samtykt eina
sonevnda rekommendatión
ella tilráðing frá Útnorður
ráðnum til tingini í Føroy
um, Grønlandi og Íslandi,
um at seta eina nevnd at
arbeiða fyri øktari kvinnu
luttøku í politikki.
Tí kom henda tilráðingin
í løgtingið sum uppskot til
samtyktar, og varð samtykt
18. nov. 1999.
Tíverri gjørdu landsstýris
samgongurnar við Tjóðveld
inum onki við hesa løgtings
samtyktina. Tað var ikki
fyrr enn undirritaði og Lis
bet L. Petersen komu í sam
gongu í 2004, at eg sum
avvarðandi landsstýrismað
ur á økinum tók málið upp.
Á vári 2005 var uppskotið
orðað til at seta nevndina.
Tað tók nakrar mánaðir at
fáa undirtøku fyri uppskoti
num. Rúna Sivertsen hjálpti
væl til við hesum.
Einans eitt umboð fyri
Miðflokkin atkvøddi ímóti,
tá løgtingið t. 20. okt. 2005
samtykti, at landsstýrismað
urin skuldi “seta eina nev
nd at arbeiða fyri, at kvinn
ur fáa ein øktan leiklut í at
taka politiskar avgerðir.”
Avgjørt varð samstundis
hvussu nevndin skuldi skip
ast, hvør arbeiðssetningur
in skuldi vera og hvussu
arbeiðið skuldi fíggjast.
Frá 1. jan. 2006 kom
málsøkið javnstøðumál
undir vinnumál, og var tað
landsstýrismaðurin í Vinnu
málum, Bjarni Djurholm,
sum setti forkvinnuna og
nevndarumboðini, sum
fingu til uppgávu at at
útinna arbeiðssetningin og
endamálið: at økja um
kvinnuleiklutin í politikki.
Sjálvur haldi eg, at tað er
eydnast Demokratia á fram
úrskarandi hátt at sett týdn
ingin av javnstøðu í poli
tikki á breddan í almenna
tjakinum og í politiska
lívinum. I heyst fer Demo
kratia eisini at koma við
síni frágreiðing og tilmæl
um til landsstýrismannin
um neyðug átøk fyri fremja
málið: at økja um kvinnu
luttøkuna í politikki. Tað
eri eg spentur uppá og vóni
eg, at veljararnir og polit
iska skipanin fer at taka
væl ímóti tí, sum Demo
kratia fer at koma við.
Demokratia, ein íðin kveikjari fyri javnstøðu í politikki
HANS PAULI
StRøM
5. juli 1996 helt ein meg
narkvinna føðingardag úti í
Nólsoy, har m.o. konan og
eg vóru boðin við.
Veðrið var gott, og vit
spákaðu okkum heilt út á
Borðuna, har vit hugdu at
snotuligu húsunum og
umhvørvinum har úti. Vit
høvdu á orði, hvussu slætt
lendið var, og á vegnum
innaftur royndi eg at telja
fótafetini fyri í fyrsta um
fari at meta um, hvussu
langur ein flogvøllur møgu
liga kundi verið á hesum
stað, sum liggur líka so
tætt upp at Havnini, sum
Glyvursnes.
Eg starvaðist tá seinasta
árið hjá Landsverkfrøðingi
num, áðrenn eg fór frá fyri
aldur. Komin á skrivstov
una strikaði eg leið okkara
á eitt máliborðsblað í
1:20.000 og vísti táverandi
landsverkfrøðingi, Henn
ing Jacobsen, henda møgu
leika, og helt hann tað vera
sera áhugavert; men av tí,
at nógv tá var talað og
skrivað um at leingja
verandi flogvøll ella ikki,
helt Henning, sum tann
varni skilamaður, hann er,
at vit ikki tá skuldu gera
støðuna meira fløkta, enn
hon var og heldur bíða, til
greiða var fingin á verandi
vølli. Sum kunnugt varð
okkara, bæði her heima og
í grannalondunum, høgt
metti landsverkfrøðingur
tvey ár seinni sagdur úr
starvi, og hetta og ivaleyst
mong onnur hugskot, sum
vórðu løgd at taka til, eru
tískil ongantíð tikin fram
aftur; men tað gleðir meg
almikið, at hugskotið nú er
komið fram aftur av heilt
nýggjum, væl gjøgnum
arbeitt at síggja til, og legg
ur tú hetta oman á gomlu
skitsuna, fella báðir vallir
nir saman av tí, at kósin er
so einfald og eyðsýnlig.
Einasti munurin er, at eg
ikki hevði hugsað um eina
tvørbreyt, og at eg fyri at
stytta um longdina legði
undirsjóvartunnilin so lágt
á haga, sum gjørligt og inn
á Glyvursnes; men tað var
uttan nakra forkanning.
Um so er, at nýggjur
flogvøllur skal gerast, so
fær hugskotið hjá Magnus
Hansen, akitekti, soleiðis
við hesum mín fulla stuðul
at kanna út í æsir, og vil eg
mæla til fyrst av øllum at
útvega fígging til kanning
av vindi, hvirlum, veðurlík
indum og flogtekniskum
viðurskiftum í heila tikið,
áðrenn farið verður í aðrar
tekniskar smálutir.
Vindmátingar eru gjørdar í
Nólsoy; men tær eru mest
ætlaðar til onnur endamál.
Eitt er vist, at um ikki
nakað flogtekniskt er til
hindurs fyri hesi ætlan, so
fæst her hin longsta flog
breytin í Føroyum, og aftur
at hesum ein tvørbreyt,
sum kann verða líka long
ella longri enn allar hinar,
talan er um.
Við tílikum flogvølli
hevði allur fiskur, um rætt
varð atborið, kunnað verið
flogin næstan beint úr
sjónum og til brúkaran, og
tað hevði verið til annan
prís enn tann í dag.
Heini Olsen er fyrrv.
deildarleiðari í
vegaprosjektering hjá
Landsverkfrøðinginum
Flogvøllur í Nólsoy