fríggjadagur 5. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 5. oktober 2007
Vikuskifti 11
krofonina
men Terji roknar við, at hesar
fløgur – ella dvd’ir – verða vístar
í brúdleypunum, og at Studio
Oyravox á tann hátt kemur inn í
myndina.
So tað hava verið nógvar
stuttligar løtur í Oyravox, síðan
studio’ið av álvara kom upp upp
í snúningar í november mánaði
í fjør.
Eitt, sum var rættiliga
forkunnugt, var tá Kári P. var her
úti og tók upp. Tað var fyrstu ferð
hann var í studio í eini sekstan ár
– ella síðani 1991, haldi eg, sigur
Terji Rasmussen.
Og fólki dámar væl at koma út
til Nólsoyar at taka upp.
- Fyrr kundi tað vera eitt sindur
trupult, men síðani Ritan fór at
sigla hvørt kvøld klokkan 22,
liggur sera væl fyri, og fólki
dámar ógvuliga væl at koma út
her, sigur Terji.
Teir hava eisini roynt at hugna
um sum frægast, ikki bert inni,
men eisini úti. Neyðugt var
sjálvandi at leggja miðstøðuhita
inn, og teir hava eisini klætt
bygningin uttan. Hetta hevur
latið seg gjørt á bíligasta hátt, tí
partvís eru tveir av makkarunum
elektrikarar, og partvís eru teir
sera fittir í hondunum annars.
So teir hava heilt sloppið undan
arbeiðslønum.
- Vit eru rættiliga bíligir eisini
í mun til onnur studio. Tað er
nevniliga ein av fyrimununum við
at búgva í Nólsoy. Tær nýtist ikki
líka nógv reint fíggjarliga, tá tú
býr úti á bygd, sigur Terji.
Men Terji situr ikki við svøri á
trónuni og verjir sítt kongaríki.
Tvørturímóti, so samstarvar hann
við fleiri síður.
- Eg havi arbeitt rættiliga
nógv saman við Jónas Bloch
Danielsen, sum hevur ferðast
nógv runt við Teiti. Hann er
forrestin her úti í hesum døgum
og ljóðblandar eina fløgu hjá
gospelbólkinum ProClaim.
Haraftrat hevur hann gott
samband við dugnaliga danan
Flemming Hansson. Teir hava
gjørt avtalu um, at um kundar
taka upp í Oyravox, so kunnu teir
mixa hjá Flemming væl bíligari
enn annars.
- Hann hevur lært meg eina
rúgvu. Men annars havi eg tikið
nøkur skeið og dúvi so sjálvandi
upp á tær royndir, sum eg sjálvur
havi gjørt mær við at hava verið í
studio, sigur Terji Rasmussen.
Men hvussu við honum
sjálvum? Hevur hann nú heilt lagt
gittara og mikrofon á hillina?
- Nei. Eg havi fleiri løg liggjandi
– og tá einki annað er at gera,
so spæli eg mær við tí. Eg veit
ikki nær nakað av mær sjálvum
kemur, men tað kemur heilt vist
einaferð, sigur Terji.
So sjálvt um hann nú fyri
tað mesta er at finna aftan fyri
mikrofonina, so hava vit ikki hoyrt
tað seinasta til Terja Rasmussen
sum sangara.
Dagfinn Joensen,
Arnold Ludvig og Rógvi
á Rógvu eru nakrir
av tónleikarunum,
sum seinastu
mánaðirnar hava verið
í upptøkuhølunum hjá
Studio Oyravox í Nólsoy