Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 193 - 5. oktober 2007 Í dag byrjar Rás2 at senda úr Miðlahúsinum, men í gjár var ilt at síggja, hvussu tað skuldi kunna henda klumma Leo Poulsen leo@sosialurin.fo »Eitthvørt arbeiði tekur ta tíð, tú hevur til taks at gera arbeiðið í« Soleiðis ljóðar Parkin­ sons Lóg, og vit mugu við­ ganga, at tað ofta er soleiðis. Tí í síðsta enda verður arbeiðið sum oftast liðugt til tíðina, hóast tað kann síggja svart út beint upp undir »deadline«. Og satt at siga hevur sæð eitt sindur svart út við arbeiðinum á loftinum í Miðlahúsinum, har riggað verður til studio og kon­ trollrúm hjá Rás2 at senda úr. Gjár seinnapartin var framvegis smíðað, málað, isolerað, el­ og telefonkaða­ lir vórðu drignir higar og hagar – og fyri at gera rok­ anina fullkomna verða skriviborðini á Sosialinum í løtuni skift út við tí forstýrilsi, sum slíkt altíð hevur við sær. Blaðstjórin hevur skift floyalsbuksurnar út við gular arbeiðsbuksur við styrktum knøum, og virkar enn meira upptikin enn vanligt. Mitt ímillum íset­ ing av vindeygum og álegging av gólvteppum situr hann við telduna og »orðnar« forsíðuna. Hjá blaðfólkinum, sum situr beint undir allari smíðingini, hevur tað ofta kenst sum at vera við fron­ tin, tá bjálkastubbar og fyrifallandi órudd verður tveitt runt uppiá. Men í dag stendur ljóðisolerað studio klárt har uppi, og einasta buldur, vit frameftir fara at hoyra, verða helst tá tungir menn skulu upp og niður gjøgnum tær heldur trong­ ligu trappurnar. Rás2 í luftina Men Parkinsons Lóg for­ noktar seg ikki, og tá blaðfólk og starvsfólk ann­ ars møttu í morgun, vóru hølini klár, sekskantað borð uppsett, og kontrollrúmið klárt at flyta inn í. Útvarp Føroya var ikki meiri fornermað um stuld­ urin hjá Rás2 av tveimum av teirra bestu fólkum, enn at Elis troppaði upp og hevði drúgva samrøðu við Jan Müller, ábyrgdarblað­ stjóra á Sosialinum og Rás2. Og eins og Parkinsons Lóg ikki fornoktar seg, so fornoktar hugurin hjá bæði Elisi og Jan at práta seg heldur ikki. So ein samrøða teirra millum má gerast drúgv. Restin av morgninum fer so at flyta ta sendiútgerð, ið enn vantar at koma í húsið, frá gamla studionum oman á Miðlahúsloftið. So tað sær bara heilt gott út, og við tí fyrivarni, at Rás2 »fer í luftina«, so fer Rás2 í luftina sum ætlað klokkan trý seinnapartin. Tá byrjar eisini móttøkan í sambandi við lanseringina av radiostøðini sum parti av Miðlahúsinum, og har eru – við ábyrgdarblaðstjórans egnu orðum – øll hjartaliga vælkomin. Betri umstøður Nú veit eg ikki, um tað sæst á blaðnum enn, men blað­ fólkini hava fingið betri umstøður – á pappírinum í hvussu er. Leiðslan hevur invisterað í nýggj skriv­ araborð, og tað, sum skal gera blaðgreinarnar nógv betri í framtíðini, er tann veruleiki, at borðini kunnu regulerast upp og niður. Hetta átti – alt annað líka – at hjálpt munandi um stavsetingina, sum onkuntíð letur okkurt verða eftir at ynskja. Ella hvussu mann nú sigur. Nýggj borð og nýggir stólar gera, at blaðfólkið nú kann sita so bekvemt, sum hugsast kann. Og tað ger tað eisini møguligt hjá fólki at standa við borðini og skri­ va, nakað, sum tann mod­ ernaða vísindin sigur vera heilt framúr. Í sambandi við nýggju borðini er eisini flutt eitt sindur runt við blaðfólk­ unum. Til dømis er Vilmund – nokk so strategiskt – fluttur eystureftir í húsinum, so hann nú situr seks metrar nærri sjónum, sum jú er hansara domæne. Smart. Eitt sindur meiri ófrætta­ kent er, at eg sjálvur eri fluttur munandi nærri út­ hurðini. Eisini strategi? Hvorom alting er. Vit gleða okkum til komandi dagar og tíðir. Við Rás2 hevur Miðlahúsið fingið eina ávísa tyngd – bæði so og so. Rokan í Miðlahúsinum Við nýggjum hæddarreguleraðum skrivaraborðum er ætlanin, at blaðgreinarnar frameftir skulu gerast munandi betri Mynd: Jens Kristian Vang Arbeitt var bæði dag og nátt fram móti lanseringini av nýggju miðlarásini. Her hevur blaðstjórin skift floyalsbuksurnar út við gular arbeiðsbuksur við styrktum knøum Mynd: Álvur Haraldsen Elis Poulsen tosaði í morgun við Jan Muller ábyrgdarblaðstjóra, í nýggja studionum á loftinum í Miðlahúsinum Mynd: Álvur Haraldsen Gott veður um vikuskiftið Veðurmaðurin, Petur Skeel Jacobsen lovar gott veður um vikuskiftið, serliga sunnudagin. Fyrrapartin í morgin verður nakað av vindi av útsynningi, men út á kvøldið minkar hann vindin nakað við ælingi. Sunnudagin verður eitt lot av ymsum ættum, tað verður turt og sólglottar og hitin um 11 stig. Mánadagin heldur sama góða veðrið fram. Týsdagin verður turt, men mikudag verður aftur regn. Fáa nú byggiloyvi til skótahús KFUM­skótarnir í Runavík hava nú fingið byggiloyvi til skótahúsið, sum ætlanin er at byggja tætt við Løkin í Runavík. Á seinasta býráðsfundi í Runavíkar kommunu var samtykt at geva loyvi til skótahúsið, sum verður einar 500 fermetrar til støddar. Skótarnir hava ikki havt góðar umstøður, men nú kemur so broyting einaferð í framtíðini.