Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 • 5. oktober 2007 Vikuskifti 10 Tað er munur á at ganga og mala í asfaltsjungluni í Keypmannahavn og at dreiva í Nólsoyar geilum. Tað mátti Terji Rasmussen sanna, tá hann fyri nøkrum árum síðani flutti til Nólsoyar at búgva. Tann eina sunnudagin var hann rættiliga seinur niðan í skúlagarðin til vikuliga fótbóltsdystin, og spurdur hví svaraði hann, at hann hevði sitið og tikið ein grindabólk upp á video, sum grindaðist og spældi sær í fjørðinum beint út fyri húsunum, hann búði í. Tað man vera fyrstu og einastu ferð, at Terji hevur fingið so mangar eiðir og forbannilsir oman yvir seg. Men Terji er fallin ógvuliga væl til í Nólsoy, og hevur vant seg við ónollur og snedigheitir, sum finnast úti á bygd. Ikki tað, at hann ætlaði at ódeyðiliggera hetta, men í dag stendur eitt so fullkomið studio á keiøkinum í Nólsoy, sum húsarúmdin loyvir. Hann sigur, at hann alla tíðina hevur samlað í tí smáa, og í 1999 keypti hann so eitt telduprogramm, ein harðdisk recordara og aðra útgerð. - Eg byrjaði í tí smáa heima hjá mær sjálvum, meðan eg enn búði í Keypmannahavn. Tað var fyri at taka sangir upp hjá mær sjálvum, og útgerðin var ikki hin mest professionella, sigur Terji Rasmussen. Tað vísti seg, at hann fekk aðrar uppgávur, og hann gjørdi síðani av, at leggja pedagogstarvið á hyllina og fáast burturav við studioupptøkur. - Eg leigaði mær so eini hølir úti í Herlev, og hevði nokk at gera í eina tíð. Eg tók mangt ymiskt upp, til dømis eisini lýsingar til Føroya. Onkrar uppgávur fyri Team 85, IRF, Føroya Tele og ymiskar aðrar fyritøkur, sigur Terji Rasmussen. Tað var eisini um hesa tíðina – í 2001 - at hann framleiddi egnu barnafløguna »Terji og kettlingarnir«, umframt tvær fløgur hjá Jóan Jakku Guttesen, »Jakkin« og »Vágaverk«. Hesa seinnu nevndu gjørdi hann lidna í húsunum, hann leigaði í Nólsoy eftir, at hann var komin heim at búgva í 2002. Sum flestum kunnugt finst eitt ríkt tónleikalív úti í Nólsoy, eitt tónleikalív, sum ikki er vorðið minni ríkt eftir, at so frægir tónleikar sum Anfinn Nielsen, Ívar Bærentsen og so Terji sjálvur eru fluttir út í oynna at búgva. Eini hús vórðu útvegað til undirvísing av tónleiki og til at venja í hjá teimum meiri garvaðu, og har setti Terji so sína útgerð upp. Studiohugskotið menti seg meiri og meiri, og saman við grundkjarnuni í tónleikabólkunum í Nólsoy stovnaði Terji so Studio Oyravox. Hinir tríggir eru Bjarni Hansen, Súni Joensen og Bjørn Thomsen. - Vit fingu rættiliga nógv at gera. So nógv, at vit simpulthen tóku avgerð um at keypað professionella útgerð. ProTools, eitur tað. Og í tí sambandi tók eg ta persónligu avgerð at siga upp. Legði pedagogkasjettina á hyllina, so at siga, og tók studiokasjettina uppá, greiðir Terji frá. Hetta var eisini neyðugt, tí tað fóru mong kvøldini og næstan hvørt einasta vikuskifti til studioarbeiði, og tað heldur eingin til, um dagliga starvið eisini skal røkjast. Og tað hevur verið nógv at gjørt alla tíðina. Í fleng kunnu nevnast fløgur hjá Høgna Reistrup, Jacobinu Hansen, Holgar og Villmenn. Men tað hava verið aðrar uppgávur eisini. Eitt, sum hevur víst seg at verði ógvuliga populert, eru polterabend’er. - Tað byrjaði við at einir 10-12 politistar knappliga dukkaðu upp har úti. Og mann verður rættiliga kløkkur, tá so nógvir politistar koma upp á ein gang, sjálvt um teir vóru civilir. Mann hugsar »hvat havi eg nú gjørt«, sjálvt um mann veit, at mann hevur alt upp á tað reina, sigur Terji. Men tað vísti seg so bara, at onkur skuldi giftast, og at upptøka av einum sangi var partur av polterabend’inum. Tað er væl at merkja tann, ið skal giftast, sum verður noyddur at syngja ein sang, sum hann síðani fær á einari fløgu sum minni. Haraftrat er studio’ið útgjørt við einum rættiliga góðum videotóli, so tað ber eisini til at fáa upplivingina ódeyðiliggjørda í myndum. - Tað vísti seg, at hendan vitjanin av politistunum gjørdist byrjanin til ein nýggjan tátt í polterabend-samanhangi, tí vit hava havt eini 8-10 vitjanir av hesum slagi síðani, sigur Terji Rasmussen. Hann sigur, at teir als ikki hava lýst við hesum á nakran hátt, Terji afturum mik Øll í Føroyum kenna Terja Rasmussen. Men tað er sum sangara. Nú er hann meiri at síggja handan mikrofonina í studio’num Oyravox, sum hann og tríggir aðrir eiga. Studio’ið, sum verður nógv nýtt, er fult á hædd við onnur studio í Føroyum Samrøða Leo Poulsen leo@sosialurin.fo