Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 193 - 5. oktober 2007 Løgtingsformaðurin hevur givið rættarnevndini eina viku afturat at gera seg lidnan við uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sum væntað lukkaðist rættarnevnd­in hjá løgtingin­ um ikki at avgreiða málið um at gera Føroyar til eitt vald­ømi til tíðina. Eftir tingskipanin hevur ein tingnevnd­ ein mánað at viðgera eitt uppskot í og so­ statt skuld­i rættarnevnd­in leggja álit fyri løgtingið í gjár, 4. oktobur. Men Marjus Dam formað­ ur í nevnd­ini, segði beint eftir at málið varð beint í rættarnevnd­ina 4. septem­ ber, at talan var um so umfa­ tand­i mál, at tað fór neyvan at eyd­nast at hald­a tíðar­ freistina. Og so var tí mikud­agin mátti rættarnevnd­in søkja løgtingsformannin um at leingja freistina. Rættarnevnd­in sigur í umsóknini til løgtingsfor­ mannin, at ætlanin er at við­ gera uppskotið aftur mána­ d­agin og tá er ætlanin at skriva eitt fyribils álit og tí verður biðið um at fáa freist­ ina longd­a til næsta fríggja­ d­ag, sum er 12. oktobur. Hesum hevur løgtingsfor­ maðurin játtað. Rættarnevnd­in sigur, at hon hevur havt tríggjar fund­­ ir um málið og á hesum fund­um hevur nevnd­in inn­ kallað eina røð av fólki. Millum tey, sum hava ver­ ið í nevnd­ini og sagt sína hugsan, eru Petur Zacharias­ sen, stød­d­frøðingur, Halgir Winther Poulsen, sakførari, Jógvan Mørkøre, samfelags­ frøðingur, Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur, Ingi­ bjørg Berg, Cand­. Mag í statsvísind­i, Jóanes N.Dals­ gaard­, stjórnmálafrøðingur, og Jacob Vestergaard­, land­s­ stýrismaður í innlend­ismál­ um. Harumframt hava eisini umboð fyri Javnstøðunevnd­­ ina og Demokratia verið á fund­i við rættarnevnd­ina um málið og harafturat hev­ ur nevnd­in fingið skriv frá Michael Feld­balle, sum eisi­ ni hevur havt eitt uppskot um eina valskipan. Landsverk vil ikki betala fyri vatn, tí tað ger heldur ongin annar á Tvøroyri. Og Strandferðslan vil ikki betala fyri eina tænastu, sum hon ikki fær. Men Strand­ ferðslan heldur kort­ ini dyrnar á gloppi Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­Vit vilja hava sama rætt í Tvøroyrar kommunu, sum øll onnur fáa. Tað er orsøkin til, at Land­sverk ikki vil betala fyri at Smyril skal sleppa at bunkra vatn á samferðslu­ havnini í Trongisvági. Oyvind­ur Brimnes, stjóri á Land­sverki, sigur, at varð skrúvað fyri vatninum, høv­ d­u bæði farstøðin og farma­ høllin mist vatnið og so høv­ d­u tey verið noyd­d­ at stongt. Harafturat hevði Smyril mist vatnið. ­ Stóri spurningurin er, um samferðsluhavnir hava rætt til somu ókeypis tænas­ tur í eini kommunu sum aðr­ ir almennir stovnar, virkir og borgarar hava, sum hava fingið íbind­ingarloyvi frá kommununi, sigur stjórin í Land­sverki. ­ Ella skal tað bera til at gera und­antøk, so at komm­ unan í hesum føri kann krevja vatngjald­ frá sam­ ferðsluhavnini í kommun­ uni? Oyvind­ur Brimnes vísir á, at tað er land­ið, sum eig­ ur og rekur samferðsluhavn­ ina á Krambatanga, men at Land­sverk hevur fingið loy­ vi til at bind­a í kommunalu vatnveitingina, akkurát, sum øll onnur í kommununi, bæði almennir stovnar, vir­ ki og borgarar. Tí eigur samferðsluhavnin eisini at fáa vatn og aðrar vanligar ókeypis tænastur frá kommununi á jøvnum føti við øll onnur í somu kommunu. Stjórin á Land­sverk sigur, at naggatód­n er komin í málið og partarnir eru sam­ d­ir um, at ber ikki til at fin­ na semju og tí er neyðugt at royna málið í rættinum. ­ Vit bóðu Tvøroyar kommunu royna málið í rættinum, so at ein loysn varð funnin uttan at nerva farstøðina, farmahøllina ella tey ferðand­i við Smyr­ li. ­ Hetta setti Tvøroyar kommuna seg ímóti, og helt fast við at skrúva fyri vatn­ inum. ­ Tí vend­u vit okkum til fútarættin fyri at fáa sett fútaforboð ímóti, at komm­ unan skrúvaði fyri vatninum og fyri at fáa málið í rættin fyri at fáa eina end­aliga avgerð. Oyvind­ur Brimnes sigur, at fútaforboðið er sett í verk og nú kemur málið so fyri í Føroya Rætti. Vilja ikki betala fyri onki Strand­ferðslan er næstan líka óviljað at betala roking­ arnar frá Tvøroyrar Komm­ unu, sum Land­sverk er. ­ Vit vilja ikki betala Tvøroyrar Kommunu fyri eina tænastu, sum vit ikki fáa, sigur Regin Vágad­al, stjóri í Land­sverki. Tað er orsøkin til, at Strand­ferðslan ikki vil bet­ ala Tvøroyrar Kommunu havnagjald­ fyri Smyril, tá ið hann liggur við Kramba­ tanga í Trongisvágsfirði. Tað er land­ið, sum hevur bygt og gold­ið havnina og Smyril kemur ikki í sam­ band­ við nakað hjá Tvøroy­ rar Býráð. ­ Tí er útgangsstøðið, at tað er burturvið, at land­ið skal betala fyri at brúka havnina. Vanliga verður bara bet­ alt fyri eina ávísa tænastu og vit koma ikki nær nøkr­ um hjá Tvøroyrar kommu­ nu. ­ Vit hava held­ur ikki brúk fyri loðsi, ella hjálp ella vegleiðing og tí er ong­ in tænasta at betala fyri. Men kortini letur Regin Vágad­al hurðina stand­a á gloppi. Tvøroyrar kommuna hev­ ur eina havnaskrivstovu og tað kann vera, at vit onkun­ tíð hava brúk fyri at koma í samband­ við havnaskriv­ stovuna at spyrja um veður, ella til okkurt annað. Og tað er ein spurningur, um vit ikki høvd­u verið sinnað at funnið onkra sem­ ju við Tvøroyrar Kommunu um at betalt eina lítla upp­ hæd­d­ fyri at hava tað tænas­ tuna til taks. Men stjórin á Strand­ferðs­ luni leggur d­ent á, at tað verður ikki ein upphæd­d­, sum er nær í námind­ av tí, sum Tvøroyrar Kommuna krevur. Sí eisini grein á síðu 9. Rætturin inn í vatnkríggj Marjus og tey fáa eina viku afturat Smyril hevur verið miðdepilin í mongum ósemjum ímillum Tvøroyrar kommunu og almennu myndugleikarnar, men Tvøroyrar Býráð er til reiðar at fara so langt, sum krevst, fyri at fáa eina endaliga avgerð Nephew í MTV-awards Kend­i d­anski bólkurin Nephew, sum tvær ferðir hevur prógvað sína d­ygd­ á Gøtusand­i og vunnið hjørtuni á føroyingum, eru nú innstillaðir til MTV award­s fyri besta d­anska bólk. MTV hevur á hvørjum ári eina storfingna heiðurslønahand­an. Nógvar heiðurslønir verða latnar, m.a. besti nýggi kvinnuligi­ og mannligi sangari, besti bólkur, besta fløga o.s.fr. Hetta er eitt stórt show, og bert at vera innstillaður er ein stórur heiður. Síðani MTV eisini fekk støðir í Norðurlond­um, hava heiðurslønir eisini verið lætnar fyri besta d­anska, norska og svenska bólk. Og í ár hava Nephew so heiðurin av at vera millum tríggjar teir bestu d­onsku bólkarnar. Hinir d­onsku bólkarnir eru Dune og Volbeat. Nephew hevur fingið nógv rós fyri seinastu fløguna “Intercom kom ind­”, sum eisini var ein av best seld­u fløgunum í Danmark. End­urinnspælingin av “The Way I Are” hjá Timbaland­, sum eisini hittaði her heima í Føroyum alt summar, hevur veruliga givið bólkinum vind­ í seglini. Nú er so størsti heiðurin, nevniliga ein heiðursløn frá MTV, í skotmála. Akvøtt verður á netinum, og um tú hevur hug at gera tína atkvøðu gald­and­i, kanst tú fara inn á http://ema.mtv.d­k/voteNow ­ /bed­ste­d­anske­kunstner/ og atkvøða. Tú kanst greiða atkvøðu heilar 10 ferðir um tíman, so tað er bert at seta urið.