fríggjadagur 5. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 5. oktober 2007
Vikuskifti
9
Show í næstu viku
11. oktober fara Meyla, S’marni, Dia Regin
og Jógvan L. at framføra enn eitt ógloymandi
show í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki til
Lort í býin eru at fáa í í Norðurlandhúsinum og
Kunningarstovunum í Havn, Runavík og Fuglafirði.
Eisini ber til at keypa atgongumerki á heimasíðuni
www.nlh.fo
Meyla til Meylu
Meyla hevur sín egna brævkassa í STROK,
har hon svarar spurningum frá lesarum.
Hevur tú hug at spyrja Meylu um okkurt
kanst tú senda spurningin til meyla@strok.
net
Sjálvt um Meyla hevur úr at gera
við fyrireikingunum til Lort í býin
og nýggju STROK-fløguna, hevði
hon kortini tíð at svara hesum
spurningunum fyri Sosialin.
Hvat er tað fyrsta tú minnist?
Hundin hjá ommu, Perla, tá hann
slikkaði mær í andlitið, meðan eg
grulvaði. Eg minnist ikki ordiliga,
hvar eg grulvaði.
Hvønn lit dámar tær best?
Ringt at velja. Mær dámar væl
grønt, blátt og reytt, pink svart.
Ja, faktiskt alla litir uttan ljósa
appilsingult
Hvat ert tú bangin fyri?
Fyrr var eg bangin, tá tað myrkt,
men tað eri eg ikki meira.
Onkuntíð eri eg bangin fyri at
hava ongan at spæla við.
Hvat dámar tær best at eta?
Ofta blívi eg nokk so slikksjúk,
men aftaná fái eg ofta ilt í búkin.
Nær verður tú kedd?
Seinast eg bleiv ordiliga kedd
var, tá mín besti vinmaður,
Knøttur, flutti av landinum.
Nær verður tú glað?
Tá eg syngi sjálvandi.
Hvar hevur tú verið og ferðast?
Ja, eg havi ofta verið í Norra,
og so einaferð í Danmark. Og
so kundu eg og Gløggi Blobb
(hann arbeiðir eisini fyri STROK)
gott hugsa okkum at sloppi til
Galabagos oyggjarnar.
Hvat dugur tú best?
Eg dugi best at vera ein góður vinur.
Hvat dámar tær best við tær
sjálvari?
Eg veit ikki ordiliga hvat tú meinar
við - eg eri ikki mannaátari!
Hevur tú nøkur góð ráð til føroysk
børn?
Minst til, at øll kunnu vera sum
tey eru, og ikki arga – tað er ljótt!
Faktiskt havi eg sungið ein sang
um tað, sum eitur “Eg eri, sum eg
eri”
Hvønn sært tú upp til?
Tað eru faktiskt ikki nógv, sum eru
hægri enn eg. Men eg havi eina-
ferð møtt einari gentu í Norra,
sum var nogv longri enn eg.
Hvat er tað stuttligasta, ið tú
hevur upplivað?
Lort í býin og at gera fløgur.
Hvar fært tú klæðini frá?
Ofta tá tað er show, so er tað
ein kona, sum eitur Óluva, sum
hjálpir mær. Hon dugir ordliga
væl at velja út klæðir og eisini at
gera klæðir.
Hvat dámar tær best at drekka?
Mjólk! Men tá eg havi eg sparkað
ordiliga leingi vil eg helst hava
ísakalt vatn... ella Cola
Hevur tú onkran vana?
Hvørja fer STROK kemur, so má
allarfyrst síggja mína síðir, at vita
um alt kom við og hvørja myndir
eru og sovorið.
Hvat heldur tú um at pilka nøs?
Tað er vemmiligt. Einaferð turkaði
Knøttur ein bussimann í buksirnar,
púllakk!!! Eg mundi spý!
Hvussu er ein góður vaksin?
Ein, sum hevur tíð at lurta og
koma niðan á plenuna sparka, og
sum flennir nógv.
Hvussu er ein góður vinur?
Líka sum eg!
Hvat gongur tú til í frítíðini?
Fótbólt, og so kundi eg gott
hugsað mær at gingið til karate.
Men frítíðin hjá mær fer næstan
øll til at skriva og syngja og
sovorðið fyri STROK
Hvat dámar tær best í skúlanum?
Sang og sparka í fríkorterinum og
skriva frístíl
Hvønn kendan kundi tú hugsað
tær at hitt?
Kim Jung Il ella Koffi Annan ella
Ronaldo
Hvønn sang dámar tær serliga
væl?
“I did it my way” við Frank
Sinatra. Babba eigur sangin og
hann er ordiliga góður. Babba og
eg syngja altíð hart við – altso
bara, tá vit eru einsamøll heima.
Hvat skulu vit gera, fyri at minka
um lortin í býnum?
Taka hann upp! Minnast til altíð at
hava posa við, tá man gangur túr
við hundinum. Tað havi eg altíð, tá
eg gangi túr við Perlu hjá ommu.
Hvat kundi tú hugsað tær at
verði, tá tú verður stór?
Bara ikki longri enn eg eri nú.
Og so kundi eg eisini gott hugsa
mær at arbeitt á Galapagos, men
eg veit ikki ordiliga, hvat arbeiði
tey hava har. Ella veri sangari,
kanska...
Kunnu vit fáa tína bestu mat- ella
køkuuppskrift?
Tað er ikki ordiliga ein
køkuuppskrift, men eg elski
skons, og serliga hesi, sum vóru í
Lætt og Leskiligt í STROK:
Meyla svarar
Jogurt skons
Skonsini smakka best nýbakað við smøri og einum
stórum glasi við ísakaldari mjólk afturvið, mmm…
Tú skalt brúka:
(8 stk.)
225 g av mjøli
3 tsk av bakipulvuri
1 dl av fruktjogurti
1 spsk av smeltaðum
smøri
1 egg
1 eggjareyða at pensla við
Soleiðis gert tú:
Lat mjøl og bakipulvur í ein bolla. Rør jogurtið í, og
síðani eggið og smeltaða smørið.
Elt deiggið væl saman og um neyðugt, so koyr eitt sindur
meiri av mjøli í.
Být deiggið í tvey og rulla tveir bollar. Trýst bollarnar
flatar og sker teir í fýra (tríkantar).
Legg skonsini á eina bakiplátu, ið er klædd við
bakipapíri, og smyr tey við eggjareyða.
Skonsini skulu bakast á 225 ºC í uml. 10. min.
Í november kemur nýggja STROK-fløgan
við sangum, sum Meyla og fleiri framføra
Lagt til rættis: Rigmor Dam