fríggjadagur 5. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 193 - 5. oktober 2007
Fyri at fáa eina
reaktión, gjørdi
Tvøroyrar Býráð av
at skrúva kranan
fyri, so at Smyril
ikki slapp at bunkra
vatn við bryggjuna á
Trongisvágsfirði
Ósemja
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar Kommuna og
teir myndugleikar í Havn,
sum hava við siglingina hjá
Smyrli at gera, svinga ikki
serliga væl í takt.
Og støðan er nú so spent
ímillum, at nú bendir alt á,
at tað verður rætturin, sum
má taka støðu til tvey
trætumál ímillum Tvøroyrar
Býráð øðrumegin og Strand
ferðsluna og Landsverk
hinumegin.
Tað eru pengar, sum Tvør
oyrar Býráð og Strand
ferðslan og Landsverk eru
ósamd um.
Vatnkríggj
Tað seinasta er, at Tvøroyrar
Býráð og Landsverk eru
endað í einum rættiligum
vatnkríggi.
Tvøroyrar Býráð góðtek
ur ikki, at Smyril bunkrar
vatn á Tvøroyri, uttan at
betala fyri tað.
Tað kann ikki vera mein
ingin, at Smyril skal vera
einasta skip, sum kemur til
bryggju í Føroyum, sum
ikki vil betala fyri vatnið,
sigur borgarstjórin á Tvør
oyri.
Tað er Landsverk, sum
hevur ábyrgdina av havna
lagnum á Krambatanga og
býráðið hevur givið Lands
verki loyvi til at binda í
kommunalu vatnveitingina,
so at havnalagið og Smyril
kunnu fáa vatn.
Vit hava onki ímóti, at
Smyril fær vatn, men Lands
verk skal betala fyri tað,
sigur borgarstjórin.
Men eisini Landsverk
heldur upp á sítt og herfyri
kom tað hartil, at Tvøroyrar
Býráð hótti við at skrúva
kranan fyri, so at Smyril
ikki fekk meiri vatn.
Tað var einasti máti fyri
at tvingað tey at reagera,
sigur Kristin Michelsen.
Men Landsverk svaraði
kontant aftur og legði málið
fyri rættin og har fekk Tvør
oyrar
Býráð
fútaforboð
ímóti at skrúva kranan
oman á Krambatanga fyri.
Men eitt fútaforboð er
bara fyribils og fyri at fáa
eina endaliga avgerð, skal
Landsverk leggja málið fyri
rættin og tað gjørdi stovn
urin í farnu viku.
Í løtuni heldur Tvøroyrar
Býráð seg eiga 150.000
krónur til góðar hjá Lands
verki fyri vatn. Tilsamans
er talan um góðar 4.000
krónur um mánaðin.
Vilja ikki betala
fyri fjørðin
Men hetta er ikki einasta
ósemja ímillum Tvøroyrar
Býráð og myndugleikarnar
í Havn.
Kommunan og Strand
ferðslan eru nevniliga eisini
ósamd um, antin Smyril
skal betala havnagjald ella
ikki og hvør partur stendur
við sítt.
Hesi seinastu árini hevur
Tvøroyrar
Býráð
sent
Strandferðsluni eina rokn
ing fyri og aðra eftir við
jøvnum
millumbili
fyri
havnagjald, men Strand
ferðslan noktar blankt at
betala.
Og nú er talan um milli
ónaupphædd, sum partarnir
eru ósamdir um og fyribils
eru so vánalig útlit fyri
semju, at alt bendir á, at tað
eisini verður rætturin, sum
verður noyddur at skera
ígjøgnum í hesum máli.
Strandferðslan staðfestir,
at tað er landið, sum eigur
samferðsluhavnina á Tron
gisvágsfirði og tí tvíheldur
hon um, at hon eigur ikki at
betala havnagjald fyri Smy
ril fyri at liggja á Trongis
vági, sigur Kristin Michel
sen.
Men her er Tvøroyrar
Býráð ósamt, tí býráðið
sigur, at innanfyri havna
merkini eiga øll skip at
betala havnagjald, eisini
Smyril.
Vit halda ikki, at hetta
hevur nakað sum helst at
gera við, hvør eigur sjálvan
bryggjukantin, tí innanfyri
havnamerki, eiga øll skip at
betala, eisini Smyril.
Borgarstjórin sigur, at
skuldi Smyril betalt fult
havnagjald, var talan um
einar 6.000 krónur um
dagin, men hann sigur, at
býráðið er sinnað at tosað
um eina avsláttarskipan, av
tí, at Smyril brúkar havnina
so nógv, men í øllum førum
er talan um milliónaupp
hædd,
sum
liggur
í
klemmu.
Men Strandferðslan er
hvørki at høgga ella stinga í
og støðan er nú tann, at
málið er á veg í rættin til
støðutakan.
Nakað síðani vóru Tvør
oyrar Býráð og Strand
ferðslan bæði í Føroya
Rætti og Landsrættinum,
eftir at Strandferðslan ikki
vildi góðtaka, at Tvøroyrar
Býráð hækkaði havnagjaldið
hjá Smyrli á gomlu havnina
á Drelnesi, men tað málið
tapti kommunan.
Sí viðmerkingar frá Lands
verki og Regini Vágadal á
síðu 10.
Strandferðslan hevur
fingið 13 umsóknir
um at gerast skipari
á Smyrli eftir at báðir
skipararnir leggja frá
sær við árslok fyri
aldur
UmsÓknir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er gravgangur eftir at
gerast skipari umborð á
Smyrli.
Tað má Strandferðslan
ásanna, nú hon hevur søkt
eftir tveimum skiparum til
flaggskipið, eftir at báðir
teir
royndu
skipararnir
leggja frá sær seinni í ár.
Umsóknarfreistin var úti
í gjár og nú talt verður upp,
hevur Strandferðslan fingið
heilar 13 umsóknir um at
yvirtaka brúnna á teirra
størsta skipi.
Regin Vágadal, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
talan er um væl skikkaðar
umsóknir, so í hesum føri
sleppur Strandferðslan við
vissu undan einum trupul
leika, hon av og á hevur
drigist við í summar og tað
er at endurlýsa størv, tí ov
fáir umsøkjarar eru.
Hann vónar at kunna fara
undir starvsfólkasamrøður
um einar 14 dagar og so
verða størvini sett skjótast
gjørligt.
Ætlanin er, at báðir teir
nýggju skipararnir skulu
byrja fyrst í novembur, ella
eftir nærri avtalu.
Skipararnir sleppa at seta
síni fingramerki á tænastu
støðið umborð, og fara
sostatt at fáa ávirkan á, at
Strandferðslan fær eitt jaligt
umdømi, tá talan er um
tænastu.
Skipararnir skulu eisini
hava góð búskaparlig og
analytisk evnir, góð leiðslu
og samstarvsevni, men teir
skulu eisini vera miðvísir,
duga at arbeiða við teldu og
vera væl fyri í føroyskum
og í enskum.
Men Strandferðslan vil
eisini hava skiparar við
drúgvum
royndum,
umframt at teir skulu vera
u p p f i n n i n g a r s a m i r ,
nýhugsandi, róligir, upplýs
andi og duga væl við
starvsfólki og ferðafólki.
Viðingar neyvan tunnil í bræði
Borgarstjórin á Viðareiði, Árni Absalonsen óttast fyri, at tunlarnir
norður um Fjall verða útsettir, tí peningur er bert settur av til fram
haldandi prosjektering av tunlunum á fíggjarlógaruppskotinum fyri
2008. 1,5 millión krónur er sett av til framhaldandi prosjektering av
tunlunum norður um Fjall. Við útvarið hjá Kringvarpinum sigur hann
seg vera vónbrotin av, at bert peningur til prosjektering er settur av til
tunlarnar, og vísir á, at farleiðin norður til Viðareiðis er vánalig, tí
tunlarnir eru myrkir og treingir, og ferðslan økist. Tunlarnir á Borð
oynni vórðu gjørdir frá 1965 til 67, og eru tilsamans 3,8 kilometrar
langir.
Vatnkríggj ímillum Tvøroyri
og Landsverk
Tvøroyrar býráð hótti við at skrúva kranan til ferjuleguna á Krambatanga fyri, tí Landsverk vil ikki betala. So hevði ikki bara
Smyril mist vatnið, men eisini farstøðin og farmahøllin og so høvdu tey verið noydd at stongt
Ongin trupulleiki at fáa nýggjar skiparar til Smyril
Gott tilhald í 20 ár
11. oktober var ein stórur dagur hjá
pensjónistum og øðrum í Klaksvíkar
kommunu. Henda dagin lat nevniliga upp eitt
serligt tilhald fyri henda aldursbólkin við
heitinum »Tilhaldið Sóljan«, hvørs endamál
var at koma saman til eina hugnaliga
samveru í hugnaligum umhvørvi. Hósdagin í
komandi viku – sum er 20 ára dagurin fyri
byrjanini er ætlanin at hátíðarhalda
dagin í Skálanum í Klaksvík.