Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 193 • 5. oktober 2007 Frikkadellir og pastasalat Avocadosalat (Guacamole) og fiskur At smyrja matpakkar... ...er ofta eitt keðiligt arbeiði, sum í skundi verður fingið frá hondini, beint áðrenn farið verður í song – gjarna við tannbustini í aðrari hondini. Tí verður matpakkin eisini ofta hareftir: KEÐILIGUR.. Livurpostei, pylsa og ostur. Lætt at gera, men sera, sera keðiligt at eta! Men allar kostkanningar gjørdar í fólkaskúlunum koma við sama greiða svari: Greiður samanhangur er ímillum rættan kost og góða innlæring og ímillum vánaligar kostvanar og vána­ liga innlæring. Hevur tú hetta í huga, er kanska lættari at seta 15­20 min. av kvøldinum og gera ein sunnan, lekran og spennandi matpakka til børnini. Tað nyttar jú einki at skelda um vánaligar karakterir ella suffa um vantandi skúlahug, tá vit sum foreldur sjálvi ikki gera alt vit kunnu, ella hvussu? Tað nýtist ikki at vera innviklað fyri at vera sunt og lekkurt. T.d. kanst tú hava matpakkan í huga, tá tú gert døgverða, og gera eitt sindur eyka. Her eru tveir spennandi og sunnir matpakkar við døgverðarestumw: Tú skalt nýta: 2 rugbreyðsflísar 1 avocado 2 tsk av søtum sinnoppi 1 súpusk. av bønuspírum salt og pipar evt sitrónsaft Stoktar ella kókaðar fiskarestir frá døgverð anum, 1 dl av A38 1,5 % feitt ella soltnum súrróma, 1 tsk av sitrónsaft, salt og pipar Soleiðis gert tú: Sker avokado’ina um helvt, og tak steinin úr. Tak síðani alt innanúr skalinum og lat í eina skál. Masað avocado og sinnoppin saman Hakkað bønuspírarnar grovt og blandað teir uppí. Smakkað til við salti, pipari og sitrón. Blandað fiskin við A38 ella súrrómanum og sitrónsaft. Smakka til við salti og pipari. Bæði avocadosalatið og fiskasalatið halda sær 24 tímar í køliskápi. Millummáltíð: 2 grillspjót við cherrytomatum og ertnabjólgum frukt Tú skalt nýta: ­1 stóra ella nakrar smáar kjøtfrikkadellir evt. restir frá døgverðanum (ella keyp ein stóran posa við frystum frikkadellum, so hevur tú til nógvar matpakkar) ­ 1,5 dl kaldar pasta skrúvur, evt. restir frá døgverðanum ­ 4­8 smáar brokkolibukettir ­ 2 súpusk av meis ­ 4­8 sukurertrar ­ 4 cherrytomatir ­ ¼ piparfrukt ­ 1 rugbreyðflís ella 1 grovbolli Soleiðis gert tú: Blandað skrúvur, brokkolibukettir,meis og sukurertrar og lat í eina eskju við tøttum loki. Smyr tunt lag av margarini ella smøri á rugbreyðflísina/grovbollan, og legg saman til klemmu­bita. Pakka breyðflís/bolla og frikkadellu hvørt fyri seg. Millumáltíð: frukt Góð matpakkaráð: Tá tú bakar bollar, kanst tú gera nakrar størri enn vanligt og nýta teir til tvíflísar í matpakkanum. Hvat við at lata sólblómukjarnir, ymsar kryddurtir, rivnar gularøtur ella sólturkaðar tomatir í bolladeiggið, fyri at geva ein spennadi smakk. Gáð matpakkaráð: Minst til at skriva tað, sum tú skalt nýta til matpakkan á innkeypslistan. Tey flestu hugsa um, hvat skal keypast fyri at gera ein góðan døgverða, men gloyma at keypa inn til góðar matpakkar. Góð matpakkaráð: Hvat við at geva børnum og vaksnum eina sonevnda brell-boks við? T. e. ein mateskja fylt við grovtskornum grønmeti, t.d. agurk- og gularótastavnum, cherrytomatum og osta- ella fetaterningum. Frukt kann eisini nýtast. Brell-boksin er góð at hava, tá svongd ella brell ger um seg ímillum máltíðirnar. Mateskjurnar, sum eru 100% tættar, eru læntar frá Mariu Poulsen Búnýti Mateskjurnar eru læntar frá Mariu Poulsen Búnýti Mateskjurnar eru læntar frá Mariu Poulsen Búnýti