Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 193 - 5. oktober 2007 Á fundi, sum Demo­ kratia skipaði fyri í Klaksvík í seinastu viku, varð staðfest, at fólk í Norðoyggjum eru enn minni huga enn fólk aðrastaðni í landinum at velja kvinnur inn á ting. JAVNSTØÐA Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Við seinasta val fingu upp­ stillaðu kvinnurnar í Føroy­ um 20 prosent av samlaðu atkvøðunum, meðan kvinnurnar í Norðoyggjum einans fingu 12,7 prosent. Undir orðaskiftinum á fundinum í Klaksvík, helt onkur fyri, at kvinnur kanska burdu tosa meir um fisk. Norðoyggjar eru so tætt knýttar at fiskivinnuni, og tí er áhugin nógv størri fyri málum ið viðvíkja fiski­ vinnuni, og í minni mun, fyri málum ið kvinnur vanliga hava áhuga at tosað um og brenna fyri. Ein kvinna, sum stillaði upp í Norðoyggjum átti tí at roynt bert at tosa um fisk, so kanska hon hepnaðist betur við at fáa atkvøður. Stórur munur var tó millum flokkarnar í Klaks­ vík til seinasta val. Kvinnur­ nar í Javnaðarflokkinum fingu næstan 33 prosent av teirra atkvøðum, og kvinnur­ nar í Tjóðveldinum 18 pro­ sent. Eyðgunn Samuelsen, sum legði tølini fram, greiddi frá at hesir báðir flokkar høvdu fleiri kvinnur á listanum, ávikavist tvær og tríggjar, meðan hinir flokkarnir bert høvdu eitt kvinnuligt valevni hvør. Okkurt kundi tí bent á, at flokkarnir hava eina stóra ábyrgd at fáa kvinnur á listan. Jú færri kvinnur á listanum, jú færri atkvøður fáa tær. Men forkvinnan í Demo­ kratia heldur eisini at onnur ting spæla inn. Tað tekur tíð at uppbyggja sær ein veljaraskara, og tær sum hava drúgvast royndir, fáa sjálvandi flest atkvøður, heldur hon. Brúk fyri Demokratia Eyðgunn Samuelsen greiddi á fundinum frá, at Gallup kanningin hjá Demo­ kratia vísir at bert 26 pro­ sent av kvinnunum valdu eina kvinnu, men hjá monnunum stendur enn verri til. Einans 12 prosent av øllum monnunum í Før­ oyum valdu eina kvinnu seinasta løgtingsval. Fleiri áhoyrarar høvdu á orði í eftirfylgjandi kjakin­ um, at arbeiði hjá Demo­ kratiu hevði stóran týdning, og at tað verðuliga hevði eydnast at seta fokus á støð­ una hjá kvinnum í politikki og at skapa kjak á nógvum arbeiðsplássum. Fólk vóru á einum málið um, at Demokratia eigur at halda fram við sínum arbeiði í minsta lagi alt 2008, so átøk eisini kunnu gerast til kommunuvalið, og ikki minst, at nøktandi peninga­ játtan verður sett av til arbeiðið. Fleiri áhoyrarar hildu, at Løgtingi ikki kundi meina tað í álvara at seta eina tílíka nevnd sum Demokratiu í bert 1½ ár og við so lítlari fíggjarorku. Eyðgunn Samuelsen sigur, at Demokratia umhugsar at søkja um longdan arbeiðs­ setning, tí kommunuval verð­ ur næsta ár. Men enn er hetta ikki gjørt. Norðoyingar læra at velja kvinnur Vit eru av álvara farin at ótolnast eftir at fáa vegin, sum býráðið hevur lovað okkum fyri nógvum árum síðan, sigur Aimi Justinussen, sum býr á Hamrinum á Argjum. Hon ger vart við, at núverandi fyribilsvegur er ein sera hættislig farleið FerÐSluTrygd Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Eitt av foreldrunum á Hamr­ inum á Argjum, Aimi Justin­ ussen, sigur, at í mong ár hava tey fingið lovað ein ringveg út á Hamaran, men eingin tíðarætlan er fest á hesa verkætlan. Sum er, hava tey ampa av ferðslutrygdini á fyribils­ vegnum, ið gongur gjøgnum túnið hjá Fíggjarmálaráðn­ um, har nógv ferðsla er og nógvir bilar eru parkeraðir. Vegurin fer síðan snúgvandi niðan á Hamaran. Fyrsta strekkið á vegnum er ikki stórt meira enn eittsporað, og vegurin hevur onga gongubreyt, hartil er sýnið í fleiri støðum vánaligt. Tey yngstu skúlabørnini, sum búgva á Hamrinum, ganga í skúla á posthúsinum á Argjum, og nýta tey hesa farleið til og frá skúlanum, sum er ein sera hættislig farleið. Eini 100 húski búgva á Hamrinum, har tey flestu eru ungar barnafamiljur. Talan er um eitt øki við eini 400 íbúgv­ um, umframt, at ein dagstovn­ ur til 60 børn er í økinum. Ferðslan er nógv og eisini nógv tung ferðsla í sambandi við íbúðarbyggingina undir Kongavarða. Tá verkætlanin »Glyvurs­ vegur« er býtt í 6 byggistig, vónar hon, at vegurin av Hamrinum og oman á Reyns­ gøtu verður gjørdur fyrst, so ferðslan verður leidd tann vegin, og at vegurin fær bæði gongu­ og súkklubreyt. Vónandi raðfestir býráðið trygdina hjá íbúgvunum og serliga børnunum. Sagt verður frá Eigarafel­ agnum á Hamrinum, at býráðið hevur givið lyfti um gongubreyt fram við fyribils vegnum, frá Hamrinum og oman til Fíggjarmálaráðið. Hetta til tess at betra um trygdina inntil endaligi vegurin niðan á Hamaran verður liðugur. Aimi sigur, at tað hevur stóran skund at fáa hesa gongubreyt, og vónar hon, at býráðið setir arbeiðið í gongd sum skjótast. Arbeiðið er byrjað Nú um dagarnar samtykti Tórshavnar býráð at taka av tilboði frá byggifelagnum Articon um ger av fimta byggistigi av Glyvursvegi á Argjum. Talan er um vega­ strekkið frá Reynsgøtu, om­ anvert samkomuhúsið Hebr­ on, og út móti har, sum nýggja útstykkingin hjá Val­ bjørn Dalsgarð byrjar. Trygd­ ina á hesum vegi verður eis­ ini hugsað um. Gongubreyt verður løgd í tunli undir vegnum, eins og súkklubreyt eisini verður gjørd. Aimi sigur, at tey fegnast um, at hesin vegur verður gjørdur nú, og vónar hon, at vegurin verður gjørdur víð­ ari út á Hamarin beinan­ vegin, so íbúgvarnir har fáa nyttu av honum skjótast gjørligt. Tað er nú, vit hava brúk fyri vegnum. Fyri okk­ um hevur tað somuleiðis stóran týdning at fáa eina tíðarætlan frá býráðnum, so vit hava okkurt at fyrihalda okkum til. Hættislig farleið á Argjum Fyribilsvegurin níðan á Ham­arin á Argjum­ er ein sera hættislig farleið, sigur Aim­i Justinussen, m­am­m­a at trim­um­ børnum­. Her er hon sam­an við synunum­: Ásm­undur, Gudm­undur og Brandur Mynd: Jens Kristian Vang Ungur, men ikki ov ungur Seinnapartin í gjár var móttøka í hølunum hjá Kjølbro Heilsølu, nú nýggi stjórin, Eyðfinn Olsen tók við eftir starvinum. Hann tekur við eftir Jákup Mikkelsen, sum nú fer at royna okkurt annað eftir at hava verið stjóri í 12 ár. Eyðfinn er ikki fyltur 25 ár enn, nú hann tekur við hesum týðandi starvinum. – Jú, eg eri ungur, men ikki ov ungur, sigur hann. Í einum komandi blaði verður stór samrøða við unga stjóran og ætlanir hansara í framtíðini. Dýrari at snúsa í Noregi Norska stjórnin ætlar at hækka avgjøldini á millum annað snúsi við 25 % frá nýggjárinum. Ein dós við snúsi kostar vanliga 60 krónur, men gongur soleiðis sum stjórnin ætlar fer henda dósin at kosta 70 kr. Endamálið er at gera tað truplum hjá teimum ungu at gera snúsnýtarar, Mett verður, at eini 9 % av norðmonnum millum 16 og 74 snúsa, tað svarar til 350.000 brúkarar av snúsi, sum keypa snúsið í Noregi. Serfrøðingar er ójavnir á máli um, hvussu skaðiligt snús er. Men ein ES­kanning herfyri vísti, at tað kann elva til krabbamein.