fríggjadagur 5. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 5. oktober 2007
Vikuskifti
7
m maga
Kanningar vísa, at 20-40 prosent av
øllum donskum skúlabørnum ganga í
skúla á tómum maga
Frede Breuner, kostráðgevi í Danmark
- Tá tey fáa tað at rigga
aðrastaðni, dugi eg ikki at
síggja, hví matskipanir
ikki eisini skulu fungera
her hjá okkum, sigur
Jenny Lydersen á
mentamálaráðnum
- Ì mentamálaráðnum eru vit
fullgreið yvir, hvussu stórur
týdningurin av heilsugóðum mati
er fyri innlæringina hjá børn-
unum, staðfestir Jenny Lydersen,
ið arbeiðir á fólkaskúladeildini á
mentamálaráðnum.
Og okkurt átak hevur verið gjørt,
fyri at venja børnini við av við alt
søtmeti, og heldur læra tey betri
matvanar. Í fjør gjørdi almanna-og
heilsumálaráðið eina roynd at
geva næmingunum eina frukt um
dagin, og tann skipanin riggaði
sera væl, og allir partar tóktust
nøgdir við hana.
Jenny Lydersen sigur, at vón-
in var, at kommunurnar fóru at
yvirtaka skipanina, men hon vísti
seg at detta niðurfyri mestsum
allastaðni í landinum. Tað hevði
tó verið eitt stig á leiðini til betri
matvanar, heldur Jenny.
- Men tá tað kemur til heitan
mat hvønn dag, er avmarkað,
hvat vit kunnu krevja av skúl-
unum. Flestu skúlarnir húsast
jú í gomlum bygningum, og teir
hava als ikki umstøður til at
byggja kantinu, vísir Jenny á.
Svøríki fyrimyndin
Jenny Lydersen hevur júst verið
í Svøríki, har øll skúlabørn fáa
heitan mat dagliga.
- Har ganga matskipaninar
heilt ótrúliga væl, og man merkir
beinanvegin, tá man kemur inn
í skúlarnar har, at tað er nógv
róligari og betri trivnaður inni
á skúlunum. Kostnaðurin av
matinum verður tikin av skatta-
pengunum, og hetta er avgjørt
ein skipan, sum kann fáast at
rigga her. Í Havnini eru nógv
flestir næmingar, og maturin til
allar skúlarnar í høvuðsstaðnum
kann jú gerast í felag við t.d. tann
matin, sum hvønn dag allíkavæl
verður gjørdur til tey gomlu. So á
tann hátt nýtist tað ikki at verða
ein dýr framleiðsla, sigur Jenny
Lydersen.
Hon sigur víðari, at tað nú eru
nøkur ár liðin síðani, at døg-
verðatímin varð tikin burtur, men
enn er eingin haldgóð loysn sett
í staðin.
- Børnini eta matpakka, og tað
er tað. Men ein kanning, sum
fyribyrgingarráðið hevur gjørt,
vísir, at tað tíbetur eru sera nógv
av føroysku børnunum hava
matpakka við. Kanska fleiri enn
man kundi hildið frammanundan.
So foreldrini taka hond um børn-
ini, tað má man siga, sigur Jenny.
Hon vísir tó á, at serliga í
eldru flokkunum eru fleiri, sum
ikki eta matpakka, men heldur
keypa sær eitthvørt ósunt
ístaðin.
-Tað er tað sama rákið, sum
útlendskar kanningar eisini vísa,
og tí hevði tað avgjørt verið besta
loysnin, um allir næmingar kundu
fingið heilsugóðan og heitan mat
á døgverða, vísir Jenny Lydersen
á.
Hon sigur, at tað ikki er alneyð-
ugt fyri skúlarnar at hava eina
stóra kantinu, tí flokkarnir saktans
kunnu skiftast um at eta.
- Á smærri skúlunum í Svøríki
verður tað skipað soleiðis, at
næmingarnir verða býttir upp í
4 ella 5 bólkar, og so nýta teir
matarhølið eftir tørni. Øll børnini
hava 20 minuttir at eta í, taka upp
eftir sær, og geva so pláss fyri
næsta bólkinum. Tað riggar eisini
væl, tí eingin sigur, at øll skulu eta
í senn, greiðir Jenny Lydersen frá.
Nýggir skúlar betri
fyri
Jenny sigur, at hóast ringt er at
fáast við gomlu skúlarnar, so
royna tey at gera sína ávirkan
galdandi, tá nýbyggingar eru í
gongd.
- T.d. verða tveir nýggir skúlar
bygdir í løtuni. Ein skúli verður
bygdur uppi á Løgmannabreyt
og ein inni í Runavík, og í
báðum førum er hædd tikin fyri
matarstaði til næmingarnar. So
hetta er nakað vit avgjørt eru
tilvitað um. Tíbetur hava allar
útlendsku kanningarnar um
samanhangin ímillum góðan mat
og góða skúlagongd eisini rinið
við her heima hjá okkum, sigur
Jenny Lydersen at enda.
Heitan mat til føroysk børn
Svøríki
Í Svøríki hevur siðvenjan í mong ár
verið at bjóða øllum børnum úr fyrsta í
níggjunda flokk ókeypis mat í skúlunum.
Skipanin umfatar eisini næmingar í
miðnámsskúlum.
Nógvar kanningar vórðu gjørdar í
kreppuni í 90’unum, og niðurstøðan
av teimum var, at góður kostur til børn
og ung hevur stóra ávirkan á heilsuna,
vælveruna og avrikið í skúlanum. Í 1998
var rætturin til skúlamat staðfestur í
skúlalógini.
Ísland
Í Íslandi hevur nógv kjak verið um tørvin á
matarskipanum. Í økjum har børnini hava
langan veg til skúla, er vanligt, at tey
kunnu keypa sær eina máltíð í skúlanum,
meðan børnini á bygd fara heim at eta
døgverða. Í miðstaðarøkinum er vanligt,
at børnini keypa sær eina máltíð fyri uml
10 krónur, umframt at tað leingi hevur
verið gjørligt hjá íslendskum børnum at
keypa sær m.a. mjólk, breyð og jogurt.
Mjólkarskipanir eru vanligar í Íslandi.
Kelda
Skúlablaðið nr. 3, 2003
➘
Matvanarnir hjá næmingunum í
fólkskúlanum eru ov vánaligir, og
hetta gongur útyvir innlæring og
bindindi. Tey orka snøgt sagt ikki at
fylgja við. Tí ger danska stjórnin nú
eina roynd at geva næmingum heitan
og heilsugóðan mat á døgverða.
Mynd: Jens Kr. Vang
Tá nýggir skúlar verða bygdir –sum her við Løgmannabreyt í Hoyvík-
tilmælir mentamálaráðið, at kantina er við í ætlanini. Jenny Lydersen á
mentamálaráðnum heldur, at tá matskipanir á skúlunum bera til aðrastaðni,
so eiga tær eisini at kunna fáast í lag her.
Mynd: Jens Kr. Vang
maturin til allar skúlarnar í høvuðsstaðnum
kann jú gerast í felag við t.d. tann matin,
sum hvønn dag allíkavæl verður gjørdur til
tey gomlu
Jenny Lydersen, Mentamálaráðið
Serliga í eldru flokkunum eru fleiri, sum
ikki eta matpakka, men heldur keypa sær
eitthvørt ósunt ístaðin. Tað er tað sama
rákið, sum útlendskar kanningar eisini vísa
Jenny Lydersen, Mentamálaráðið