Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 193 - 5. oktober 2007 Tað var lítil mótstøða at merkja móti uppskotinum um flogvøll í Nólsoy, tá Sosialurin loddaði dýpið umborð á Rituni FLOGVØLLUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var sum vera man mik­ ið prát um uppskotið um at gera flogvøll á Borðuni í Nólsoy fyrradagin umborð á Rituni, eftir at Sosialurin hevði borið uppskotið alment fram. Onkur hevði okkurt fyri­ varni, men yvirhøvur tóku nólsoyingarnir væl ímóti uppskotinum hjá Magnusi Hansen. Summi fokuseraðu meiri upp á tann veruleika, at skal flogvøllur gerast í Nólsoy, so verður neyðugt eisini at gera ein undirsjóvartunnil út í oynna. Tað er eftir øllum at døma nakað, sum í hvussu er summir nólsoy­ ingar ganga og droyma um. Tað vóru spennandi møgu­ leikarnir heldur enn tað árin, ein slík ætlan annars hevði havt á umhvørvið og oynna sum heild, ið fólk tóku fram. Og tað er einki at taka seg aftur í, at ein slík ætlan gevur óánaðar møguleikar fyri fólkið í oynni, tað sigur seg sjálvt. Og nú landsstýrismaðurin hevur úttalað seg um, at hann ynskir møguleikan kannaðan, er uppskotið ikki longur bara ynskidreymur og luftkastellir, men ein ítøkiligur møguleiki. Alt í einum Sjálvt um vit fyri tað mesta slotaðu og ikki tóku so dúg­ liga lut í prátinum, spurdu vit ítøkiliga tveir av teimum, sum dagliga ferðast við Rit­ uni til Havnar til arbeiðis, men sum hava rættiliga nógv við hagarnar í Nolsoy at gera, hvat teir hildu. Jógvan Thomsen, fyrrver­ andi borgarstjóri í Nólsoy og stjóri á Fjarskiftiseftir­ litinum, er eisini formaður í einum av hagunum í Nólsoy, Junkarshaganum, sum er mittasti hagin í oynni. Hesin hagin verður rættiliga nógv merktur av ætlanunum, verða tær til nakað. ­ Hetta er eitt frálíkt hug­ skot. Her fær mann alt í einum. Plássið er slætt og tú fær tvær flogbreytir, og tú sleppur heilt undan turbu­ lensi. Tað er veðurgott og tú kanst lenda í so at siga øllum líkindum. Og eg dugi ikki at síggja, at hendan ætlanin á nakran hátt fer at ávirka ætlanina um Nólsoy sum grøna oyggj, sigur Jógvan Thomsen, sum eisini er limur í trímannanevndini, sum arbeiðir fyri Nólsoy sum grøn oyggj. Eisini René Hansen, sum í mong ár hevur verið seyða­ maður í Heimaruhelvt, sum verður lítið og einki ávirkað av einum møguligum flog­ vølli, er positivur, men ger samstundis greitt: ­ Logiskt sæð er ætlanin bæði skilagóð og áhugaverd. Men verður hon framd mugu vit gera okkum greitt, at Nólsoy verður ikki tann oyggin, vit kenna í dag. Yvirhøvur vælvild Jógvan Thomsen var seinasti borgarstjóri í Nólsoy undan sam­ anleggingini við Havnar Kommunu. Hann er eisini formaður í Junkarshaganum. Og honum líkar uppskotið sera væl Mynd: Leo Poulsen Eitt uppskot er á veg í tingið, sum í stuttum gongur út upp á, at skjøtil verður settur á at byggja eina altjóða floghavn. Upp­ skotsstillararnir leggja seg ikki fastar á nakað ávíst øki í landinum. Men Nólsoy ljóðar spennandi FLOGVØLLUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fimm tinglimir út fýra ymiskum flokkum hava lagt eitt uppskot fyri tingið, sum í stuttum gongur út upp á at byggja ein altjóða flogvøll í Føroyum, sum er í minsta lagi 2200 metrar langur, við møguleika fyri leingjan. Eisini verður skotið upp, at flogvøllurin verður útgjørdur við PAC II (Precision Approach Cate­ gory) ella III. Hetta merkir, at innflúgvingin kann fara fram í øllum líkindum, eis­ ini í greytatjúkkum mjørka. Í viðmerkingunum verður sagt: »Uppskotsstillararnir treyta sær ikki, at flog­ vøllurin skal liggja á ávísum staði, men sjálvandi har, best er at leggja hann«. Tað vil við øðrum orðum siga, at eingin treyt er løgd við, at til dømis byggjast skal á Glyvursnesi. Ein av uppskotsstillarun­ um er Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, og spurdur um møguleikan fyri at leggja vøllin í Nólsoy sigur hann, at hetta ljóðar ógvuliga spennandi. ­ Nú kenni eg av góðum grundum ikki so væl til uppskotið. Magnus Hansen hevur víst mær skitsupro­ jektið og greitt mær frá tí, sum hann hevur gjørt sær tankar um. Og eg má siga, at tað ljóðar ógvuliga spenn­ andi, men eg má eisini undirstrika, at tað verður ikki eg, men serfrøðin, sum má taka støðu til, hvar best er at leggja ein slíka flog­ vøll, sigur Poul Michelsen. Flogskiparar: Sær gott út Tá vit fingu fatur á Poul Michelsen var tað næstan lagnunnar speisemi, at hann júst var lendur aftur í Stav­ anger eftir at hava verið ávegis til Føroya – í tveir dagar. Í gjár var ikki lend­ andi fyri mjørka, og í dag var tað vindurin, ið spældi inn. Tingmaðurin sigur, at tað fyri hann eins og hinar uppskotsstillararnar ikki er avgerandi, hvar flogvøllurin liggur, bara hann kemur. ­ Tað hastar ikki. Tað, sum ræður um, er at fáa gjørt neyðugu kanningarnar og hava neyðugu fortreytir­ nar at taka støðu út frá. Tá so allir valmøguleikarnir fyriliggja, kunnu vit taka støðu til plaseringina, sigur Poul Michelsen. Hann sigur víðari, at á ferðini hevur hann havt høvið at tosa við flogskipar­ arnar báðar um møguleikan at leggja eina floghavn í Nólsoy, og fyri báðar var galdandi, at teir mettu hetta verða eina frálíka loysn. Ikki minst tí, at her er møgu­ leiki fyri einum krossvølli, so tú altíð kanst lenda móti vindinum. Tey, sum hava sett upp­ skotið fram, eru Torbjørn Jacobsen og Finnur Helms­ dal úr Tjóðveldisflokkinum, Lisbeth Petersen úr Sam­ bandsflokkinum, Poul Michelsen úr Fólkaflokkin­ um og Bill Justinussen úr Miðflokkinum. Talan er sostatt um bæði tvørfloksligt og tvørpolitiskt uppskot. Nólsoy: Ljóðar ógvuliga spennandi Poul Michelsen sigur, at teir flogskiparar, hann hevur tosað við, eru sera positivir mótvegis tankanum um, at gera floghavn í Nólsoy René Hansen er seyðamaður í Heimarhelvt. Eisini honum líkar væl hugskotið. Konan, Paula, er meiri áhugað í møguleikanum fyri undirsjóvartunli út til Nólsoyar Mynd: Leo Poulsen Visti tú.... at av samlaðu lønargjaldingunum uppá 6,4 mia.kr. í 2006, vóru 64 prosent goldin til mannfólk. Av inntøkuni hjá mannfólkunum stavaði 22 prosent frá fiskiskapi og 20 prosent frá almennari fyrisiting og tænastu.