Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 • 5. oktober 2007 Vikuskifti 6 Vánaligu matvanarnir skulu køvast. So greið er endamálsorðingin hjá donsku stjórnini, sum 10. september setti eitt átak í verk, ið skal fremja sunnar matvanar ímillum børn og ung í donsku skúlunum. Kanningar vísa, at tað serliga eru eldru næmingarnir, ið ikki fáa nóg heilsugóðan mat. Flestu teirra leypa morgunmatin um, og harnæst tíma tey ikki at eta matpakkarnar, sum tey fáa við heimanífrá, men keypa sær ístaðin okkurt úr kioskum ella grillbarrum nærhendis skúlan. Kanningarnar vísa eisini, at støðan heldur ikki er góð á teimum skúlunum, sum bjóða næmingunum heitan mat á døgverða. Góðskan á matinum er ofta ikki nóg góð, tí góðar ráðvørur eru ov dýrar at nýta, um matgerðin skal loysa seg. Vánaliga føðin ger, at næmingarnir ikki orka at fylgja við, eru illa upplagdir og hava ilt við at savna seg um frálæruna. Betri mat í 2 mánaðir Tað eru Fødevareministeriet, Familie- og Forbrugerministeriet umframt Undervisningsminister iet, sum í felag standa aftanfyri royndarætlanina, sum inniber, at 15.000 næmingar skulu fáa heilsugóðan mat á døgverða hvønn skúladag í tveir mánaðir. Til hetta eru 16 milliónir settar av. Harafturat skulu neyvar eftir- metingar gerast av tiltakinum, umframt at týdningurin av skúlamatinum skal kannast út í æsir. Til hetta arbeiðið eru 6 milliónir settar av. Ì alt 22 milliónir kr. Verkætlanin skal: -Gera skúlamat til ein náttúrligan part av gerandisdegnum, -Geva næmingunum nýggjar upplivingar við góðum og sunnum góðskumati, -Geva skúlunum royndir við at umsita skúlamatin, og at fella døgverðan inn í skúladagin. Úrslitini av kanningunum skulu kunngerast øllum donskum skúlum, og vónin er, at hetta fer at eggja fleiri skúlum til at seta í verk sonevndar foreldragoldnar matskipanir, sum bjóða næmingunum heilsugóðan mat fyri ein bíligan penga, sum foreldrini gjalda hálvárliga. Frótt er høvur á fullu Matvanar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo 22 milliónir. So nógvan pening hevur danska stjórnin sett av til eitt átak, sum skal fáa fólkaskúlanæmingum betri matvanar. Kanningar vísa, at stórur partur av næmingunum ikki fær nóg góðan mat í døg­ verðasteðginum, og het ta gongur útyvir innlæring og bindindi Matur er umsorgan, og børn, ið ikki fáa nóg góðan mat, eru fyri umsorganarsviki Frede Breuner, kostráðgevi í Danmark Ein næmingur við ov lágum blóðsukuri fær høvuðpínu, gerst móður og svimbul, fær kaldasveitta, skjávltar, høgan puls og trot á týðandi vitaminum og føðsluevnum. Sálarliga gerst næmingurin viðbrekin og nærtakandi. Hann verður gloymskur og svartskygdur, fær marrudreymar og angist, umframt at hann hevur sera vánalig bindini Frede Breuner, kostráðgevi í Danmark Finnland Í Finnlandi hava skúlanæmingar fingið ókeypis mat síðani 48’. Í finsku lógini stendur, at „Tey, sum verða undirvíst, skulu hvønn yrkadag fáa eina ókeypis máltíð“ Harumframt bjóða nógvir skúlar millummála, um skúladagurin gerst langur. Kommunurnar hava ábyrgdina av skipanini. Borðreitt verður við einum heitum rætti við salati, frukt ella grønmeti, breyði, smøri og mjólk. Maturin verður aloftast gjørdur til í køki hjá kommununi, og í einstøkum førum hjá privatum fyritøkum. Noreg Í Noregi sigur lógin einki um skúlamáltíðir. Siðvenjan hevur leingi verið, at næmingar hava matpakka við. Men ein fjórðingur av næmingunum í framhaldsdeildunum siga seg ongan matpakka hava. Eftir nógva kjakið um matvanar hjá børnum og ungum, umframt økta sosiala ójavnan í landinum, hevur spurningurin um ókeypis skúlamat verið nógv frammi í Noregi. Men enn eru bert fáir skúlar og kommunur, sum bjóða ókeypis skúlamat, ofta sum royndarverkætlanir. Hvussu gera grannalondini