mikudagur 16. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 92 - 16. mai 2001
Nr. 92 - 16. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Fólk frá Føroya
Fornminnissavni
fyrireika nú enda-
ligan útgrevstur av
økinum niðri í
Toftum í Klaksvík.
Gomul búseting
liggur har
FORNMINNI
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Mánadagin fóru
fólk frá Føroya Fornminn-
issavni undir fyrireiking-
arnar til nýggjan útgrevstur
niðri í Toftum á Borðoya-
vík.
Anna Katrin Matras og
Hákun Andreasen skulu
komandi dagarnar gera
økið klárt, so endaligur
útgrevstur av økinum kann
byrja 1. juni.
– Vit hava sett tríggjar
mánaðir av til at gera út-
grevsturin í Toftum lidnan,
sigur Anna Katrin Matras,
sum hevur fakligu ábyrgd-
ina av útgrevstrinum.
– Vit eru sera spent at
fara í gongd við hetta
arbeiðið. Vit vóna at finna
at okkurt spennandi og fáa
okkurt nýtt at vita um slíka
búseting.
Meira enn 30 ár
Fornfrøðisliga arbeiðið í
Toftum
á
Borðoyavík
byrjaði í 1969 og helt í
fyrstu syftu fram til 1972.
Síðani varð einki gjørt fyrr
enn í 1989 og 1990. Og enn
einaferð hevur økið ligið
ónortið í nógv ár.
Føroya Fornminnissavn
hevði ætlanir um at tyrva út
yvir útgrevsturin, og harvið
gera enda á rannsóknunum
í økinum. Hetta mótmælti
Norðoya Fornminnafelag,
og
eftir
prát
millum
partarnar endaði tað við, at
ætlanir vórðu lagdar um at
gera útgrevsturin lidnan.
Og nú verður hol sett á
hetta arbeiðið. Í løtuni eru
tað Anna Katrin Matras og
Hákun Andreasen, sum
gera økið klárt, og tey fáa
hjálp frá Norðoya Forn-
minnasavni.
1. juni kom fleiri fólk
uppí leikin, tá sjálvur
útgrevsturin byrjar, og tað
verður ein donsk kvinna,
sum verður grevstrarleið-
ari.
Ikki gerast í stand
Tað er eitt stórt arbeiði bara
at
fyrireika
økið
til
útgrevsturin. Plastikdúkur,
jørð og steinar eru løgd
omaná útgrevsturin fyri at
verja hann, og alt hetta skal
fáast av vegnum, áðrenn
fólk fara í holt við at grava
við skeiðum.
Æltanin er, at eini fýra
fólk koma at arbeiða í
tríggjar mánaðir við at
kanna økið.
– Vit vita ikki rættiliga,
hvat vit kunnu vænta okk-
um at finna í toftunum. Tað
hevði verið stuttligt at
funnið okkurt frá Víkinga-
tíðini og fingið okkurt nýtt
at vita um slíka búseting,
men tað ber illa til at siga,
at okkurt er meiri spen-
nandi enn annað, sigur
Anna
Katrin
Matras,
projektleiðari.
Høvuðsmálið er at stað-
festa, hvussu búsetingin
hevur verið í hesum økin-
um, og hvussu gongdin
hevur verið gjøgnum tíðina.
Tá hesar rannsóknirnar
eru gjørdar, skal tyrvast
útyvir aftur. Ætlanin er ikki
at gera búsetingina í stand.
Fleiri fornminni í
økinum
Tá fólk fara undir at grava í
Toftum verður tað við
greviskeiðum. Allir lutir,
sum verða funnir, skulu
setast inn í eina krossskip-
an, so tað verður dokumen-
terað, hvar lutirnir eru
funnir. Eisini skal skil
haldast á, hvussu løgini
niður í lendi eru.
Tá ógvusliga regnið var í
Klaksvík í fjør, leyp ein á
nærindis toftunum, og ein
partur av fornminnunum
vórðu tikin við til havs.
Fólkini frá Fornminnis-
savninum halda seg kunna
staðfesta, at lendi niðanfyri
búsetingina er nógv broytt,
síðani fólk búðu har.
Toftirnar á Borðoyavík
eru tað elsta fornminni,
sum er funnið í Klaksvíkar-
økinum, og hildið verður, at
fleiri toftir eru har í
økinum.
– Tey menningar-
tarnaðu hava einki
merkt til, at tíðirnar
eru vorðnar betri í tí
føroyska samfelag-
num, og meðan
politikarar tosa um
metyvirskot, er einki
eftir til tey veikastu,
sigur formaðurin í
Javna, Diana í Punta-
byrgi, nú 30 ár eru
liðin síðani
stovningardagin
JAVNI
Stefan í Skorini
Í dag er bústaðarneyð og
íbúðarneyð hjá fleiri sam-
felagsbólkum, men Diana
heldur, at tey menningar-
tarnaðu eru ringast stadd, tí
eingin menning er farin
fram tey seinastu tíggju
árini.
– Hjartamálið hjá Javna í
dag er, at ein loysn fæst á
íbúðartrupulleikanum hjá
teimum menningartarnaðu.
Eingin betring er farin fram
á hesum økinum tey sein-
astu tíggju árini, og tí má
gongd koma á.
Diana heldur ikki, at
hesin bólkurin merkir nak-
að serligt til, at samfelags-
hjólini mala við fullari ferð,
og tað harmast hon stórliga
um.
Tað eru nógv, ið hava
bíðað í fleiri ár fyri at
sleppa inn á sambýli ella
stovnar, men eingi pláss
eru, staðfestir Diana. Um
bæði foreldrini fella frá, so
fæst ofta eitt pláss, men
annars er tað sera torført.
Onkur hevur búð á um-
lættingarheimi, ið ikki er
ætlað til fastan bústað, í
fleiri ár, tí einki annað pláss
er. Umstøðurnar hjá fleiri
av teimum eru lítið virði-
ligar, heldur Diana.
– Vit í Javna nýta tað
mesta av tíðini til at
streingja á at finna eina
loysn á bústaðartrupulleik-
anum hjá okkara menn-
ingartarnaðu, sigur Diana í
Puntabyrgi.
Javni 30 ár
Tann 14. mai í 1971 varð
felagið Javni, landsfelagið
teimum evnaveiku at bata,
stovnað. Tann dagin fyri
tredivu árum síðani fekk
táverandi landsstýrismað-
urin, Jákup Lindenskov,
bræv frá felagnum, har
heitt varð á hann um at
skipa soleiðis fyri, at tey
menningartarnaðu kundu
hava ein møguleika at vera
verandi í heimlandinum.
– Vit krevja tað sum ein
menniskjaligan rætt, at hes-
um fólkum (teimum menn-
ingartarnaðu, blm.) verður
tryggjað ein forsvarlig til-
vera í heimlandi teirra, og
vit biðja tí landsstýrið um
at streingja á ríkismynd-
ugleikarnar um, at hetta
fyrireikaða mál verður tikið
fram og fullført, stendur í
brævinum til landsstýris-
mannin.
Hetta var tað fyrsta tiltak-
ið hjá Javna, og tað eydn-
aðist felagnum at fáa tey
menningartarnaðu heimaft-
ur til Føroyar.
– At tey komu heimaftur
til Føroyar, og at tey ikki
noyddust av landinum er
tað størsta gjøgnumbrotið
hjá felagnum Javna síðani
stovningardagin,
sigur
Diana í Puntabyrgi, ið tó
ikki var við til at seta
felagið á stovn. Hon hevur
tó verið virkin í Javna,
síðan hon flutti heimaftur
við familju í 70-unum, og
hon hevur verið formaður
nøkur skeið.
Fyrilestrar
Í sambandi við at tredivu ár
eru liðin, síðani Javni varð
sett á stovn, verður skipað
fyri almennum fundi við
fyrilestrum í samkomu-
høllini á Landssjúkrahús-
inum fríggjakvøldið klokk-
an 19.
Røðarar vera Christian P.
Dahl, fulltrúði, ið heldur
fyrilestur
við
heitinum
“Rættartrygd grundað á lóg
og siðvenju”, og Karin
Kjølbro sum fyrrverandi
leiðari á Andveikraverndini
skal halda fyrilestur við
heitinum “Hvønn góðan
eigur barnið, tá vit eru
farin”. Jóannes Hansen
verður fundarstjóri.
Formaðurin í Javna vón-
ar, at fólk møta væl upp til
fundin. Politikarar hava
fingið innbjóðing til tiltak-
ið, og nú tá løgtingsvalið
nærkast, kann hugsast at
nakrir teirra fara at møta
upp.
Fara aftur at grava í toftunum
Mánadagin fóru fólk frá Føroya Fornminnissavni undir at fyrireika endaligan útgrevstur niðri í Toftum í Klaksvík. Anna Katrin
Matras og Hákun Andreasen gjørdu innleiðandi mátingar í økinum mánadagin
Íbúðarneyðin er størsti trupulleikin
hjá menningartarnaðum
Diana í Puntabyrgi,
formaður í Javna, sigur, at
størsti trupulleikin hjá
menningartarnaðum í dag er
bústaðarneyðin
Savnsmynd
C
M
Y
K
2
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
1966, Sp/f FR-INVEST,
100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
28.02.2001
Nýggj hjánøvn: Sp/f
Norðfashion (Sp/f FR-
INVEST), Sp/f FO-Invest
(Sp/f FR-INVEST) Sp/f
Faroe Invest (Sp/f FR-
INVEST) og Sp/f
Handilsskálin (Sp/f FR-
INVEST)
Lækkan av P/F-peningi
viðtikið 28.02.2001 er nú
gjøgnumførd.
Kapitalur: Kr.
250.000,00.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Anna
Dorthea Petersen, 360
Sandavágur.
Skráseting Føroya tann
10. mai 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
1966, Sp/f FR-INVEST,
100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
28.02.2001
Nýggj hjánøvn: Sp/f
Norðfashion (Sp/f FR-
INVEST), Sp/f FO-Invest
(Sp/f FR-INVEST) Sp/f
Faroe Invest (Sp/f FR-
INVEST) og Sp/f
Handilsskálin (Sp/f FR-
INVEST)
Lækkan av P/F-peningi
viðtikið 28.02.2001 er nú
gjøgnumførd.
Kapitalur: Kr.
250.000,00.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Anna
Dorthea Petersen, 360
Sandavágur.
Skráseting Føroya tann
10. mai 2001
Kristin Balle
_____________________
Skrásetingar-nr. Sp/f
1966, Sp/f FR-INVEST,
100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
28.02.2001
Nýggj hjánøvn: Sp/f
Norðfashion (Sp/f FR-
INVEST), Sp/f FO-Invest
(Sp/f FR-INVEST) Sp/f
Faroe Invest (Sp/f FR-
INVEST) og Sp/f
Handilsskálin (Sp/f FR-
INVEST)
Lækkan av P/F-peningi
viðtikið 28.02.2001 er nú
gjøgnumførd.
Kapitalur: Kr.
250.000,00.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Anna
Dorthea Petersen, 360
Sandavágur.
Skráseting Føroya tann
10. mai 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 5,
Sp/f Havnar
Timburhandil, 100
Tóshavn.
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Malan Fosaa, Garðavegur
16, 188 Hoyvík.
Skráseting Føroya tann
10. mai 2001
Kristin Balle
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 1541,
Sp/f Rættarhamar, 490
Strendur.
Viðtøkur broyttar:
02.01.2001.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Christian Súni Ljósá, 490
Strendur.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra.
Skráseting Føroya tann 10.
mai 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
2202, Sp/f Bátatænastan,
100 Tórshavn.
Nevnd:
Farin frá sum formaður:
Alfred Johannesen,
Traðarvegur 3, 100
Tórshavn.
Innkomin sum formaður:
Birgir Johannesen,
Argjavegur 63, 160 Argir.
Skráseting Føroya tann 9.
mai 2001
Kristin Balle