mikudagur 16. mai 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagin fingu
kavararnir í
Fugloyarfirði
skipsklokkuna av
Jólaskipinum upp.
Leiðarin fyri
verkætlanin er væl
nøgdur við úrslitið av
kavingini
SKATTAJAKT
Eyðun Klakstein
Nú er skipsklokkan av
farmaskipinum, Sauternes,
sum sakk í ódnarveðri í
Fugloyarfirði í 1941, tikin
upp.
Kavarar vóru niðri hjá
Jólaskipinum týsmorgunin,
og tá eydnaðist teimum at
fáa skipsklokkuna upp. Á
skipsklokkuni
stendur
navnið á Sauternes á.
– Hetta var tann týdning-
armesti luturin at fáa upp.
Nú hava vit tað endaliga
prógvið um, at tað er Jóla-
skipið, sum vit hava funnið,
sigur Heri Andreasen, leið-
ari fyri leitingini.
Tað
eydnaðist
ikki at fáa myntirn-
ar, sum sigast at
verða umborð á
skipinum, upp í
gjár.
Nú verður sagt
frá verri veðri, og tí
ivaðist
Heri
Andreasen fyrra-
partin í gjár í, um
teir sleppa niður
aftur á Jólaskipi í
hesi syftu.
Ætlanin var at
kava allar dagarnar í vik-
uni, men tað krevst, at
veðrið er gott. Um forsøgin
heldur sær, verður ikki
kavað aftur hesa vikuna, og
sunnudagin fara kavararnir
aftur til Danmarkar.
Komandi dagarnar verður
neyvan gjørligt at kava í
Fugloyarfirði, tí veðrið verður
ikki nóg gott. Men týsdagin
eydnaðist kavarunum at fáa
skipsklokkuna upp
4
Nr. 92 - 16. mai 2001
Nr. 92 - 16. mai 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Á Ólavsøku fer
landsstýrismaðurin í
vinnumálum at leggja
fyri tingið uppskot til
eina lagaligari
rúsdrekkalóg
LÓGARBROYTING
John Johannessen
Í hálvt ár hava embætisfólk
í Vinnumálastýrinum ar-
beitt við einum uppskoti at
leggja fyri tingið á ólav-
søku, um at dagføra ver-
andi rúsdrekkalóg.
–
Rúsdrekkalógin
er
tíggju ára gomul og treingir
til at verða dagførd, so hon
verður meira tíðarhósk-
andi. Tað er neyðugt at fáa
nøkur viðurskifti í lógini
bloytt eitt sindur upp, sigur
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
sum eisini hevur ábyrgdina
av rúsdrekkalógini.
Umfatandi arbeiði
Tað ber enn ikki til at fáa at
vita nágreiniliga, hvøjar
broytingar verða gjørdar í
rúsdrekkalógini, tí arbeiðið
at fyrireika broytingarnar
er ikki liðugt enn.
Landsstýrismaðurin
leggur nevniliga stóran
dent á, at allar broytingar
verða gjørdar í neyvum
samstarvi við fyribyrging-
arráðiðið. Hetta ger ar-
beiðið meira umfatandi,
enn um bert nakrir løg-
frøðingar í Vinnumálastýr-
inum
skuldu
fyrireika
broytingarnar.
Men Bjarni Djurholm
væntar kortini, at tað fer at
bera til at leggja uppskotið
til politiska viðgerð í
landsstýrinum í næstum.
Eitt av høvuðsendamál-
unum við broytingunum í
rúsdrekkalógini er at skapa
ferðavinnuni betri møgu-
leikar.
Tveir føroyingar, sum
arbeiða hjá
amerikanskum felag í
Norðsjónum, fara
fríggjadagin til USA
at úbúgva seg víðari í
frálandavinnuni
OLJUVINNA
Edvard Joensen
Aberdeen:
Tveir ungir føroyingar, sum
eina tíð hava arbeitt hjá
amerikanskum
felag
á
einum flótikrana í Norð-
sjónum, fara fríggjadagin
til USA at útbúgva seg
víðari. Meðan teir hava
arbeitt í Norðsjónum, hava
teir verið við til at stýrt
kavbátum í samband við
festan av boripalli.
Havnarmenninir Høgni
Hansen og Henrik Kølle-
skov hava í vár arbeitt hjá
amerikanska
felagnum
Oceaneering í frálanda-
vinnuni. Teir eru komnir í
samband við ensku deild-
ina hjá Oceaneering gjøg-
num samstarvið, felagið
hevur við føroyska felagið
Atlantic Diving.
Høgni Hansen sigur, at
teir hava verið umborð á
einum stórum hollendskum
flaka og havt eftirlit við
smáum kavbátum, sum
stýra niðurseting av festi til
boripallar.
Høgni greiðir frá, at
flakin, Thialf, sum teir hava
verið umborð á, meðan teir
hava arbeitt í Norðsjónum,
hevur
heimsins
størstu
flótikranar. Tveir kranar,
sum hvør lyftir 7.000 tons.
Uppgávan hjá havnar-
monnunum báðum var at
fylgja við, meðan steyrar til
festan av einum boripalli
vórðu slignir niður í botnin.
– Og tað eru ikki bara
hissini steyrar, sigur Høgni
Hansen. Teir eru 60 metrar
langir og tveir metrar í
diametur. Teir vórðu slignir
55 metrar niður í sand-
botnin, so bara fimm
metrar standa uppundan at
festa í.
Eftirlitið við arbeiðinum
verður gjørt við ein teldu-
skýggja umborð á flakan-
um. Haðani verður ein lítil
kavbátur, ein sonevndur
ROV (Remothy Operated
Vehicle), sum er útgjørdur
við videotólum, stýrdur.
Høgni Hansen sigur, at
teir vóru í grundini bara
praktikantar. Royndarsettir.
Av tí sama sluppu teir ikki
at stýra arbeiðinum sum so,
men sluppu tó onkuntíð at
taka í »joystikkið«.
– Tað var líkasum at
spæla við eitt telduspæl,
hóast kostnaðurin hevði
verið av heilt øðrum di-
mensiónum, um tað endaði
galið, sigur hann.
Men teir munnu hava
klárað tað, teir skuldu,
heldur Høgni Hansen, tí
teir eru báðir settir í starv
hjá
Oceaneering.
Og
fíggjadagin fara teir til
USA á skeið, har teir skulu
fáa undirvísing, so teir
kunnu arbeiða sjálvstøðugt
við kavbátunum.
Høgni Hansen sigur, at
teir skulu millum annað
venja í simulatori, umframt
at teir skulu læra at
viðlíkahalda bátarnar.
Tá teir eru lidnir við
skeiðið í USA, koma teir
heim aftur og fara tá at
arbeiða á føroyskum sjóøki,
har Oceaneering hevur
fingið sáttmála í samband
við oljuleitingina undir
Føroyum. Væntandi verða
tvær manningar til arbeiðis,
meðan leitað verður undir
Føroyum,
sigur
Høgni
Hansen,
tí
kavbátarnir
skulu helst vera í drift allar
24 tímarnar í samdøgr-
inum.
Hann sigur, at sáttmálin,
teir hava gjørt við Ocean-
eering, er rímiliga góður.
Lønin er í lagi, sigur hann,
og teir skulu arbeiða einar
200 dagar um árið og hava
so frí restina av tíðini.
Til USA í sambandi við oljuvinnu
Sosialurin hitti Høgna Hansen á flogvøllinum í Aberdeen á veg til USA at útbúgva seg í
frálandavinnu
Mynd: Edvard Joensen
Var ikki
ófólkaligur
Í Sosialinum í gjár greiddu
vit frá teimum avleiðingun-
um, sum verkfallið kundi
fáa fyri alingina í Føroyum.
Í tí sambandinum høvdu vit
fingið upplýst, at Funn-
ingslaks hevði biðið um
undantaksloyvi at arbeiða í
alibrúkinum fyri at basa
ILA-sjúkuni.
Tá søgdu vit, at eigarin
av Funningslaks hevði
brúkt eitt orðaval ímóti
FA, sum ikki gagnaði
felagnum. Hetta er skeivt.
Tað var ikki eigarin av
Funningslaks, sum var
ófólkaligur. FA harmast
mistakið og sigur, at tað
var eigarin av Norðsmolt
í
Funningsfirði,
sum
brúkti
rættiliga
ljótt
orðaval ímóti FA.
Nýggj høli, nýtt inn-
búgv, góð parkerings-
viðurskifti og
landsins lægstu prísir
FLYTING
Turið Kjølbro
Í dag letur matvøruhandilin
Bónus í Havn upp í nýggj-
um hølum. Tað er í niðaru
hædd í stóra bygninginum
hjá Postverkinum í Óðins-
hædd. Handilin fer at ráða
yvir 710 fermetrum í mun
til 550 fermetrar í verandi
hølum við Smyrilsvegin.
Orsøkin til, at handilin
flytir er, at gomlu hølini eru
niðurslitin, eins og par-
keringsviðurskiftini
í
seinastuni ikki hava verið
nóg góð.
- Tað verður lættari hjá
fólki at koma til handilin
nú. Bæði innan- og uttan-
dura verður rúmligari, sigur
Niels Mortensen, stjóri.
Innbúgvið í nýggju høl-
unum er alt nýtt. Deildin
við frukt og grønmeti verð-
ur tann mest framkomna í
landinum. Alt verður kølt
niður og ein skipan, sum
heldur
vøruna
fuktiga,
verður
tikin
í
nýtslu.
Úrvalið og prísirnir hin-
vegin verða stórtsæð tað
sama sum higartil.
Niels Mortensen vil ikki
avdúka, hvussu nógv flyt-
ingin kostar, ei heldur,
hvussu stórur umsetning-
urin hjá Bónus er á hvørj-
um ári.
- Bónus er tann bíligasti
matvøruhandilin í landin-
um framvegis, sigur Niels
Mortensen.
Á stóra parkeringsøkin-
um aftanfyri bygningin hjá
Postverkinum, er ein stórur
goymlsubygningur bygdur
til Bónus. Í alt starvast 12
fólk í Bónus.
Rúsdrekkalógin
verður dagførd
Bónus í nýggjum hami
- Bónus er tann bíligasti matvøruhandilin í landinum framvegis, sigur Niels Mortensen, stjóri
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
4
Fingu skipsklokkuna upp
Fyrst í juni mánaði
verða Kular Røtur við
í føroyskum døgum í
Nuuk. Seinasta
styrkisroyndin undan
ferðini verður á Skála
um 10 dagar
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Meðan norðoyastevnan er á
skránni í Klaksvík, verða
vælumtóktu Kular Røtur
við í føroyskum døgum í
grønlendska høvuðsstað-
num, Nuuk.
Kular Røtur skulu fram-
føra sínar sangir fyri grøn-
lendingum, og ætlanin er
millum annað at framføra
eina grønlendska útgávu av
Hon er omma mín. Eisini er
sjónbandið við sama navni
týtt til danskt og verður við
á ferðini til Grønlands.
Helst størsta hittið hjá
Kulum Rótum, Hon er
omma mín, er longu týtt til
danskt, enskt, norskt og ís-
lendskt, og aðrir sangir hjá
Rótunum eru eisini týddir
til skandinaviskt og enskt.
Alt hetta er ein liður í at
náa út um landoddarnar við
tónleikinum.
Í næstum skulu onkrar
endurinnspælingar gerast
av kendastu sangunum hjá
Kulum Rótum, og tað er
upp á tal, at føroyski fram-
leiðarin, Óli Poulsen, skal
arbeiða
við
tveimum
sangum hjá bólkinum.
Styrkisroynd á Skála
Seinasta styrkisroyndin hjá
Kulum Rótum áðrenn ferð-
ina til Grønlands verður á
Skála 26. mai kl. 16.00.
Tað vikuskiftið er Stranda-
stevna, og í tí sambandi
verður konsert í ítróttar-
høllini á Skála.
Trølla-Pætur og hansara
familja verða eisini við á
konsertini.
Kular Røtur fara at fram-
føra allar sínar kendastu
sangir, og onkrir nýggir
sangir eru eisini á skránni.
Stórskíggin, sum Kular
Røtur hava brúkt nógv á
konsertum, verður ikki við
á hesi konsertini. Ætlanin
er í staðin at syrgja fyri
meiri lívligum showi á pall-
inum.
Jógvan Hansen og systrarnar,
Arnfríð og Rannvá Lützen,
eru saman við Brandur Enni
sangarar í Kulum Rótum
Neyð-
hjálp
við
Scaniu
Tá estlendska avloysara-
ferjan, Scania, fór aftur
til Estlands fríggjakvøld-
ið, vóru 25 plattar við
klæðum umborð á ferj-
uni.
Hesi klæði eru neyð-
hjálp til fólk í eystalond-
unum, og tey skulu flytast
umvegis Estland.
Tað eru Blái Krossur
og
Sjómansmissiónin,
sum hava tikið stig til
flutningin av klæðunum.
Scania røkti siglingina
um Lorvíksfjørð í tríggjar
vikur, og ferjan riggaði
stak væl til farleiðina. Nú
er Dúgvan farin aftur at
sigla millum Klaksvík og
Lorvík.
ek
Kular Røtur til
Grønlands