Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 92 - 16. mai 2001 Nr. 92 - 16. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 1450 børn í Havn sleppa ikki í barna- garð frá í morgin vegna verkfall VERKFALL Turið Kjølbro Allir dagstovnarnir og frí- tíðarskúlarnir í Tórshavnar kommunu fingu mána- dagin og týsdagin boð frá býráðsumsitingini um at lata aftur frá hósdegnum at rokna. Vaskað hevur ikki verið á nøkrum stovni síðani fríggjadagin. Tað er Katrin Petersen, samskipari á dagstovnaøkinum í bý- ráðsumsitingini, sum hevur givið stovnunum boðini. - Tað er í samráð við landslæknan, sum er hægsti heilsumyndugleikin, at avgerð er tikin um at lata aftur. Stovnarnir kunnu hava opið í tveir dagar uttan at vaskað verður. Tað er serliga hjá teim smæstu, at smittuvandin er størstur, tí tey eru nógv á gólvinum, sigur Katrin Petersen. Talan er um 28 barna- garðar, vøggustovur og frí- tíðarskúlar, sum lata aftur í morgin. Her ganga tilsam- ans 1450 børn. Fakligir dagar Í Drotning Ingridar barna- garði í Havn fingu for- eldrini at teimum 60 børn- unum boðini mánadagin, at stovnurin letur aftur. - Øll foreldur skilja, at vit mugu lata aftur, tá ið tað ikki verður vaskað. Hóast vit taka tað ringasta upp úr gólvinum, so er skitið eftir tveir dagar, sigur Jórun Splidt, leiðari. Sama støða er í dag- stovninum á Argjum. Har eru 72 børn og 20 starvs- fólk. Gudrun V. Rasmus- sen, leiðari, ætlar kortini ikki at sita hendur í favn til vaskifólkið fer aftur til arbeiðis. Frá hósdegnum skipar hon fyri fakligum døgum á stovninum. - Tað er aldri tíð til fakligt arbeiði vanligar dagar. So vit fara at taka endamáls- orðingina fyri stovnin upp at venda og okkurt annað eisini. Aðrir stovnar kring landið hava longu latið aftur, men í Klaksvík ávirk- ar verkfallið ikki. - Vit hava ikki givið okkum far um, at tað bara eru stovnarnir her sum ikki lata aftur. Gerandisdagurin er púra óávirkaður av verk- fallinum, burtursæð frá, at tað er ringt at fáa fatur á mjólk, sigur Súsanna Ziska, varaleiðari í Drotn- ing Margrethu barnagarði. - Vit heita á næm- ingarnar um at fara væl um og taka upp eftir sær, tó uttan at taka verkfallsrakt arbeiði upp, sigur Mads A. Winther, rektari í Hoydølum VERKFALL Turið Kjølbro Skúlastjórarnir í Tórs- havnar kommunu, annað- hvørt tað eru fólkaskúlarnir ella miðnámskúlarnir, heita í hesum døgum á næm- ingarnar, um at fara væl um innan teir fýra skúla- veggirnar. Frá mánadeg- num hevur ikki verið vaskað orsakað av verkfall- inum, men enn er eingin vandi á ferð, skilst. - Enn er reint og ruddiligt hjá okkum, sigur Petur Dahl, skúlastjóri í Hoy- víkar skúla. Í Hoyvíkar skúla er ikki tikin avgerð um ella nær, skúlin letur aftur vegna vantandi reingerð. Avgerð- in verður tikin í samráð við skúlaráðið. Skúlastjórin væntar tó, at enn ganga nakrir dagar áðrenn tey lata aftur. - Vit vóru í eini líknandi støðu í 1987, eisini orsakað av verkfalli, og tá høvdu vit opið í eina viku uttan at tað varð vaskað. Vit klára væl at vera inni á sjálvum stovunum uttan at vaskað verður. Men tá ið tað ikki er vaskað í nakrar dagar, er ikki tespiligt á wc-unum og gongdunum, sigur Petur Dahl. Í Hoyvíkar skúla ganga 380 næmingar. Lærararnir eru 25 í tali. Tala til vit og skil Heldur ikki í Studenta- og HF-skúlanum í Hoydølum darvar vantandi reingerðin enn. Próvtøkurnar ganga sum tær eiga. Tey, ið ganga í 2.HF eru liðug við skrivligu próvtøkurnar og mánadagin eru tey, ið ganga í 3g. eisini liðug við tað skrivliga. Mads A. Winther, rektari, stúrir ikki fyri avleiðingunum av verkfallinum í fyrsta um- fari. - Vit heita á næmingarnar um at fara væl um og taka upp eftir sær, tó uttan at taka verkfallsrakt arbeiði upp. Og allir næmingar skilja álvaran. Øll skulu jú til endaliga próvtøku eina ferð. Eftir skrivligu próvtøk- urnar er vanlig skúlagongd aftur til seint í hesum mánaðinum. Og er verk- fallið ikki av, tá ið hon verður tikin upp aftur í næstu viku, verður helst eingin skúlagongd. Og tað er ógvuliga óheppið, sigur Mads A. Winther. - Til munnligu próv- tøkurnar, sum byrja skjótt, hava vit eisini brúk fyri reinum hølum, so heldur verkfallið fram, verða vit øll ávirkað. Kantinan á skúlanum er skerd. Bert eitt fólk er til arbeiðis og tað er kantinu- leiðarin. Tí verður døgverði ikki gjørdur meðan verkfall er. Barnagarðarnir lata aftur 1450 smábørn í Havn verða frá hósdegnum rakt av verkfallinum Verkfallið darvar ikki skúlarnar - enn Mads A. Winther, rektari – Áhugi hevur verið at leiga vágssluppina Johonnu til at sigla við farmi, men eigararnir siga nei. Teir fara ístaðin á fiskivinnustevnu við gomlu dámuni úr Vági VERKFALL Áki Bertholdsen Tey, sum dúva upp á, at Gamla Vágssluppin, Jo- hanna, einaferð enn fer at bjara teimum vørur og farm í einum verkfalli, koma at bíða leingi Tá ið verkfall hevur ver- ið, plagdi Johanna annars altíð at vera skjót at loysa frá landi at flyta fólk og farm ímillum miðstaðar- økið og Suðuroynna. Men so verður ikki hesu- ferð. Magni Ejdesgaard, for- maður í felagnum Johanna, sigur, at, teir hava gjørt av ikki at leggja seg út í verkfallið hesuferð. – Hetta verkfallið er øðrvísi enn tey, sum hava verið, tí nú siglur Smyril, so at ferðafólk, postur og mjólk verður flutt ótarnað. Tí fer Johanna ikki at leggja seg út í verkfallið hesuferð, hóast hon plagdi at forvinna fitt av peningi, í støðum sum hesari, so fitt, at tað hevur verið eitt ikki týdningarleyst, fíggjarligt íkast til skipið. – Vit halda eisini, at vit eiga at virða rættin at fara í verkfall, so tá ið ferðafólk, mjólk og postur verður flutt ótarnað, halda vit ikki, at vit eiga at seta fót fyri verkfallið við at flyta ann- an, verkfalsraktan farm, sigur Magni Ejdesgaard. Tí verður Johanna liggj- andi. Í hvussu so er fyribils, tí Magni Ejdesgaard kann ikki lova nakað, um verkfallið dregur út, so at matur og onnur neyðsynj- arvøra fer at ganga undan í Suðuroynni. – So kann tað vera, at vit loysa, sigur hann. Annars sigur hann, at tað hevur ikki sørt av áhuga fyri at fáa hana at sigla. – Verkfall hevði ikki verið í meiri enn ein dag, tá ið onkur vendi sær til okkara við fyrispurningi um at leiga Johonnu at sigla við farmi. Men vit tóku ikki av, sigur Magni Ejdesgaard. Á fiskivinnustevnu Ístaðin fyri at fara í sigling við verkfalsraktum farmi, er Johanna farin at seta sín dám á fiskivinnuráðstevn- una, sum er í Runavík í hesum døgum. Teir fóru úr Vági mána- kvøldið, inn á Runavík, har ætlanin er at liggja á stevnuni. Hetta er eitt tiltak, sum vágbingar eru farnir undir av sínum eintingum, tí tað er ikki á skránni fyri stevn- una, at Johanna skal liggja í Runavík. Magni Ejdesgaard held- ur, at tað kundi verið áhugavert hjá stevnugest- unum, ikki minst teinum útlendsku, at sæð, hvussu eitt gamalt, føroyskt fiski- skip, sá út. Tey, sum hava hug, kunnu so fara umborð at síggja skipið. Johanna fer ikki at bróta verkfallið Tá ið verkfall hava verið, hevur vágssluppin, Johanna, altíð sett sín serliga dám á støðuna. Men hesuferð, fer hon ikki at sigla, tí hetta verkfallið er øðrvísi Søgur hava gingið um, at Skipafelagið og Eimskip hava brotið verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag. Bróta tey bæði Skipafeløgini verkfallið, verða tey boykottað í øllum landinum, tá ið verkfallið er av VERKFALL Áki Bertholdsen Skipafelagið Føroyar og Eimskip hava nú fingið greið boð frá Føroya Ar- beiðarafelag. Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið upplýst, at Skipafelagið og Eimskip hava tikið sigling upp, sum brýtur verkfallið hjá verka- mannafeløgunum. Hetta hevur fingið Føroya Arbeiðarafelag til at gera vart við seg og til at geva teimum báðum skipa- feløgunum greið boð. – Vit hava skrivað Skipafelagnum og Eimskip bræv, har vit gera teimum púra greitt, at bróta tey verkfallið, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri feløgini, eisini eftir at verkfallið er av og viður- skiftini aftur eru komin í rættlag, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna á Føroya Arbeiðarafelag. Hetta er bæði galdandi, um nøkur vøra, sum kemur fráverkfalsraktum øki, verður skipað umborð á skipini og um vøra, sum er ætlað verkfalsraktum øki, verður skipað upp. – Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at tey bróta verkfallið, sigur hon púra greitt. Hon sigur, at í brævinum til Skipafeløgini, verður gjørt greitt, at bróta tey verkfallið nú, fara tey at verða boykottað í øllum landinum, tá ið verkfallið er av. – So fara vit at nokta øllum okkara limum at at avgreiða farmaskipini, ella á annan hátt at arbeiða saman við fólki, ella á virkjum, sum hava við skip ela flutning hjá feløgunum at gera. Tað merkir, at so kunnu tey bæði feløgini ikki brúka limir hjá Føroya Arbeiðarafelag til at lossa og lasta skipini í nakrari Havn í Føroyum, har verkafólkið eru limir í Føroya Arbeiðarafelag. Tað vil í veruleikanum siga, at hendir tað, fáa Skipafelagið og Eimskip als ikki virkað nakrastaðni í landinum, uttan í Havn og í Klaksvík. Annars kann tað eisini fáa aðrar avleiðingar fyri tey bæði feløgini um tey bróta verkfallið. Á Skrivstovunum hjá feløgunum arbeiða fleiri limir hjá S&K, sum eisini er limur í Føroya Ar- beiðarafelag. Og taka tey verkfalsrakt arbeiðið upp, hóttir Føroya Arbeiðarafelag við at lata limirnir hjá S&K, sum arbeiða á feløgunum, fara í samhugaverkfall. Nógvur skeivar fráboðanir Annars sigur Elias Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag, at felagið fær nógvar fráboðanir um verkfalsbrot av ymsum slagi Men hesar fráboðanir eru verri enn so altíð eftir- farandi, tí ofta er talan um misskiljingar og skeivar fráboðanir. – Tá ið vit so kanna málið vísir tað seg, at í heilt nóvum førum er onki hald í teimum fráboðanum, vit fáa um verkfalsbrot. Hin- vegin er hald í øðrum fráboðanum og tey málini taka vit upp. Leggur Løgtingið upp í verkfallið, fara vit at brúk allar okkara kreftir, hetta til valið at mótarbeiða teimum politikarum, sum ger tað, sigur Ingeborg Vinther VERKFALL Áki Bertholdsen – Leggur Løgtingið upp í verkfallið, verður tað ikki lukkuligt. Ingeborg Vinther ger beinanvegin greitt, at er tað nakar sum hugsar um at politiska uppíblanding í verkfallið, er tað ikki nakað, sum verkfeløgini fara at góðtaka. –Tað skal kosta teimum dýrt, leggur hon dent á. Tað frættist annars, at ávísir politikarar longu høvdu ætlanir um at leggja seg út í verkfallið, hóast tað ikki hevur vart meiri enn í eina viku. Men síðani er hetta afturvíst av sjálvum Løgmanni. Men fyri at ongin ivi skal vera um, hvørja støðu verkafeløgini hava til hetta, ger hon beinanvegin greitt, at tey fara ikki at lata sær lynda, at politikarar leggja seg út í verkfallið, sum teir onkuntíð hava gjørt, seinast tá ið ósemjan um Brimil var. – Fer løgtingið at leggja uppí, fara vit at brúka alla okkara tíð, og allar okkara kreftir, hiðani og líka til komandi løgtingsval upp á at mótarbeiða teimum politikarum, sum gera tað, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at verkafólkið hevur rætt til at berjast fyri sínum rættindum og tann rættin fara tey ikki at góðtaka, at Løgtingið tekur frá teimum við at leggja seg út í verkfallið. Vit kalla ikki partarnar saman aftur, sigur John Rajani semings- maður VERKFALL Áki Bertholdsen – Okkara uppgáva er liðug. Tí fara vit ikki at kalla partarnar saman aftur. Tað verður ikki uttan víðari, at semingsmenn- inir fara at kalla ar- beiðarafeløgini í verk- falli og arbeiðsgevarar- nar, aftur til samráðing- arborðið. John Rajani, annar av semingsmonnunum, sigur, at arbeiðið hjá semingsmonnunum er liðugt, so nú eru teir ikki partur av málinum longri. – Tí fara vit ikki at taka stig til at fáa sam- ráðingarnar ígongd aft- ur. Tað er tað í veru- leikanum heldur ikki grundarlag fyri at gera tað, tí vit hava ikki frá nøkrum av pørtunum fingið nakrar sum helst ábendingar um, at støðan er broytt. Semingsmaðurin sig- ur, at skal semingsstovn- urin upp í aftur, verður tað ikki, fyrrenn annar parturin beinleiðis vend- ir sær til semingstovnin við áheitan um at royna at fáa samráðingarnar ígongd aftur. – Men skulu vit gera tað, má tann parturin, sum heitir á okkum, geva til kennar, at hann hevur eitt ítøkiligt upp- skot, sum ger, at tað er grundarlag fyri at taka samráðingarnar upp aftur. Annars er John Rajani ikki sinnaður at gera stórvegis viðmerkingar til støðuna. Vit spurdu hann, um partarnir,eftir hansara tykki, eru langt frá eini semju. – Tað havi eg onga viðmerking til. Vit kunnu bara staðfesta, at so leingi teir ikki eru samdir, eru teir ikki samdur. Annars hevur nógv verið tosað um eina avtalu, sum skal vera gjørd í sambandi við sáttmálan, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hinumegin. Avtalan ímillum teirra skal eitast at vera, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs- mannafelag ikki skuldu fáa størri lønarhækking enn Havnar Arbeiðs- mannafelag og feløgini í Klaksvík, fingu. – Tað havi eg onga viðmerking til. Tað einasta, eg kann siga, er, at semingsstovnurin hevur onki við slíkar avtalur at gera,sigur John Rajani. Hótta við at boykotta Skipafelagið og Eimskip Hóast vegurin í Kollafirði er avbyrgdur, er onkur, sum roynir at troka seg ígjøgnum byrgingina. Her eru tað ein jeepur og ein lastbilur, sum troka hvør sín veg. Lastbilurin slapp ikki væl frá atsóknini, tí hann fekk skaða av tunnunum og mátti setast. Jeepurin slapp ígjøgnum Leggur Løgtingið upp í verður ikki lukkuligt Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag fýrir ikki fyri at ferðast ímillum meiniga verkafólkið í teimum blokadum, sum nú eru settar í verk. Hon lovar ilt, um Løgingið skuldi funnið upp á at lagt upp í verkfalli. Aftanfyri sæst Andru Vinther, maður Ingeborg Okkara arbeiðið er liðugt Onkuntíð var tætt ímillum løgregluna og blokaduvaktirnar. Her roynir ein politistur at skúgva eina blokaduvakt til viks. Dregur verkfallið út, kann stríðið harðnað. Semingsmenninir gera ikki meiri, fyrrenn teir fáa greiða ábending um, at annar parturin kemur við einum góðum tilboði til hin partin C M Y K 6