Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 193 • 5. oktober 2007 Vikuskifti Præd ika til 16. sunnudag eftir trinitatis Hetta heilaga evangeliið til 16. sunnudag eftir trinitatis skrivar Lukas evangelistur í 7. kapitli, vers 11 til 17: Stutt eftir fór Jesus til ein bý, sum eitur Nain, og í ferðini við honum vóru lærisveinar hansara og ein stór mannfjøld. Men tá hann nærkaðist býarportrinum, varð ein deyður borin út, sum var einasti sonur hjá móðir síni, og hon var einkja; og stór mannfjøld úr býnum fylgdi. Tá ið Harrin sá hana, tókti honum hjartaliga synd í henni og segði við hana: "Grát ikki!" Og hann gekk fram og nam við børuna, og berararnir steðgaðu Og hann segði: "Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!" Og hin deyði settist upp undir seg og fór at tala, og Jesus gav móður hansara hann. Tá kom ótti á øll, og tey lovaðu Gudi og søgdu: "Stórur profetur er stigin fram okkara millum, og Gud hevur vitjað fólk sítt." Og hesi tíðindi um hann komu út um alt Judea og økið har um vegir. - - - o o O o o - - - Tað finst einki mannalív, har hvør dagur líkist øðrum. Dagarnir ikki bara skifta, sum tíðin líður, men teir broytast við. Hetta kann hava sínar fyrimunir, men tað hevur eisini sínar vansar. Vit hava øll upplivað løtur, sum bæði vóru góðar og vakrar og ríkar, og sum vit tí minnast við gleði og takksemi, so leingi okkum er lív lagað. Hesar løtur var tað, sum lívsins fíggindar høvdu seg undan, og slørið, sum fjalir hitt gudgivna lívið, eina løtu varð drigið frá, so vit hómaðu nakað av tí, sum skaparin ætlaði við lívinum. Tað guddómliga gav seg til kennar á ein slíkan hátt, at sjálvt lívsins argastu fíggindar kendu tað sum halgibrot at gera ónáðir hesar løtur. Hesum løtum vildu vit so fegin kunna fasthildið, her vildu vit kunna gjørt Jósva kynstrið eftir og steðga sól og mána og tíð (sí Jós. 10,12). Men lívið er í stóran mun annað enn hesar serligu løturnar. Hjá teimum flestu munnu tær keðiligu og døpru og tungu løturnar rúgva so mikið nógv upp, at vit eru fegin um, at ikki hvør dagur líkist øðrum, men at vit eisini kunnu vænta broytingar til tað betra. Og tí hevur tað sín týdning, at vit ikki kenna dagin í morgin ella hansara plágu, tí so kann hann fara at verða betri enn dagurin í dag. Mótsetningarnir, sum skaparin gav saman við lívinum, eru tí ikki bara til ampa fyri lívið, men teir stimbra tað við og gera tað ríkari og fjølbroyttar. Hesi lívskor okkara hevur skaldið Kingo so rámandi lýst í sálminum við hesum orðum: "Harmur og gleði í felag tey reika/ eydna, óeydna tær ganga á rað/ Viðrák og mótrák tey skiftandi leika/ sólskin og skýggj ferðast saman í lag." Gleði og sorg, mótgangur og viðrák, øll hoyra tey við til lívið á hesum foldum, og tey finna veg til øll uttan at gera mun á, hvør ið tað er, tí tey hoyra teimum korum til, sum tað er givið okkum at liva lív okkara undir. Meðan hin skapningurin ikki gevur sær far um hesi viður-skifti, men mest sum av handahógv boyggir seg fyri teimum, so tykist menniskjað ongantíð sjálvboðið at hava vilja givið seg undir hesi kor. Her er ein avgerandi munur millum menniskjað og hin skapningin. Menniskjað tykist á ein ella annan hátt sannført um, at tað upprunaliga varð ætlað til eina øðrvísi tilveru, har ikki forgeingiligleiki og deyði til endans bíðaðu øllum. Á ein ella annan hátt veit menniskjað, at tað varð skapt til lív og ikki til deyða, og alt bendir á, at menniskjað longu frá fyrsta degi hevur strítt ímót deyðans veruleika. Menniskjað tykist altíð hava roynt at finna okkurt, sum kundi veita hjálp og geva lív, tá ið undirgangur og deyði hóttu. Og tað er rættiliga seint í søgu menniskjans, at fólk í stórum tali fóru at velja vónleysu loysnina, sum er at royna at gloyma veruleikan og at liva og látast, sum var hesin harðvunni veruleiki ikki til. Bíblian kemur ikki við undanførslum um henda veruleika, og hon krógvar hann ikki. Men hon stingur heldur ikki upp fyri honum. Í teksti okkara í dag møta vit eini einkju, sum hendan dag fylgdi einasta soni sínum til gravar. Hin eirindaleysi seinasti fíggindin, sum ongantíð letur frá sær aftur tað, ið hann hevur fingið, hevur vitjað heim hennara. Og sum altíð, tá ið deyðin kemur, soleiðis hevur hann eisini her slitið bond, sum eingin er førur fyri at knýta aftur. Hann hevur tikið einasta sonin, einasta stuðul og ugga í lívi hennara, og hon situr eftir við sorgini og sakninum og við stúranini, hvør ið nú skal forsyrgja henni. Hon er komin at tí marki í lívinum, sum ikki er farandi um hjá nøkrum menniskja. Í hesi støðu kemur Jesus til hennara. Jesus møtir fylginum við býarportrið í Nain, og hann tekur beina leið fram at børuni, har hin deyði liggur, tí honum tykir synd í hesi einkju. Í slíkari støðu kunnu vit menniskju einki gera, men mega boyggja okkum fyri tí, ið ikki fær aðra vend. Hvussu fegin vit enn vildu, eru vit ikki før fyri at gera nakað. Men sum Gud og menniskja er Jesus ikki okkara líki, og tí er hann mentur at gera tað, ið vit ikki makta. Deyðin kann geva okkum harraboð, og vit mega gera eftir boðum hansara. Men hann kann ikki geva Jesusi harraboð, har gongur markið fyri valdi hansara. Andlit til andlits við Jesus er tað ikki longur deyðin, ið gevur harraboð, men nú er tað deyðin, ið fær harraboð frá Jesusi, og eftir hesum boðum má hann gera. Tá ið Jesus sigur: Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp! tá eru tað ikki mannaboð, ið ljóða, men tað eru boð frá honum, sum við orði sínum kallaði alt til lívs. Tá er tað skapanar-orðið, ið ljóðar, og tá er tað hann, sum talaði, so tað varð, og sum beyð, so tað stóð, ið talar. Tá er tað hann, ið talar, sum frá upphavi skapti alt, og sum um ævir kann skapa lív av deyða. Men tað var ikki seinastu ferð, deyðin brúkti vald sítt í hesum heimi. Tað hevur hann gjørt til henda dag, og tað fer hann eisini at gera í framtíðini. Og tað, sum tann dagin hendi við býarportrið í Nain, hevur ikki endurtikið seg síðani. Tí kann spurningurin stinga seg upp, um henda hending hevur nakað at siga okkum, sum framvegis liva undir hesum somu korum, og sum hvønn einasta dag verða mint á deyðans fyri okkum at síggja óavmarkaða vald. Sum tilvildarlig hending fyri skjótt tvey túsund árum síðani hevur hon einki at siga okkum, sum í dag hoyra um hana. Sonur einkjuna - vit kenna ikki navn hansara - er ikki longur millum tey livandi, tí sami deyði hevði seinni aftur boð eftir honum. Tíð hansara á hesum foldum varð longd, men ikki óavmarkað, og ein dag var eisini hon komin á enda, og hann mátti fylgja deyðans boðum, sum vit øll mega fylgja teimum. Men sum boðskapurin um, at Jesus eigur vald á øllum og tí kann loysa lívið úr aftur deyðans valdi, sum slíkur boðskapur er henda hending ein av týdningarmestu hendingar, ið fram eru farnar. Tí tað hendi ikki bara nakað henda dagin í Nain. Tað hendi eisini nakað fyrsta páskadagin uttan fyri Jerusalem í grøv-ini hjá Jósefi úr Arimatea. Páskamorgun varð deyðans vald brotið, og henda hending bar boð um tað, ið har fór at henda, og hon valdaðist tað, ið har hendi. Tí ber hon okkum ein boðskap, sum vit í trúgv kunnu taka ímót og líta á í øllum lívsins førum, ella sum vit kunnu vraka og so royna at klára okkum sum frægast uttan. Og hesin boðskapur er, at tað, sum hendi á kirkjugarðinum í Nain og á kirkjugarðinum uttan fyri Jerusalem, tað fer ein dag at endurtaka seg. Ein dag skal Jesus Kristus, hitt æviga gudsorðið, kalla øll tey aftur til lívið, sum deyðin her fekk í vald sítt. Og tá fara at ljóða harraboð, sum eingin hevur hoyrt makan til, síðan Gud á fyrsta sinni kallaði alt, sum til er, fram úr ongum. Og teimum boðum sleppur eingin undan at fylgja. Tá skulu eisini tey akta, sum ongantíð hava aktað boðum frá nøkrum. Men ein og hvør, sum trýr Guds lyfti um, at ein dag skal Jesus Kristus vekja okkum aftur til lívið, hann eigur hitt æviga lívið, sum Gud frá upphavi ætlaði okkum til. Tí Jesus er uppreisnin og lívið, og hvør tann, ið trýr á hann, skal aldri um ævir doyggja. Við trúnni á Jesus Krist, hin krossfesta og upprisna frelsar-an er givin okkum ein vón, sum kann bera yvir um deyða og grøv. Tað var henda vónin, sum í eina løtu spjaddi sorgarmyrkrið í Nain og Betania, og sum gjørdist ævigur veruleiki í hesum lívið, tá ið Jesus páskamorgun reis upp frá deyðum. Deyðin er fram-vegis veruleiki her, men hann er ikki longur hin seinasti veru-leikin. Seinasti veruleikin er Jesus og æviga lívið, sum hann gevur øllum sínum. Tað er hetta lívið, sum eigur framtíðina á, og sum í trúnni gerst ogn okkara. Tí skulu vit altíð minnast til, eisini tá ið tey myrku sorgarskýggini hylja lívsleið okkara, at uppreisn-arsól Jesu Krists skínur oman fyri tey, og ein dag spjaðir hon tey, og tá gerst lívið tað, ið tað varð ætlað at vera. Tí hann, sum gjørdi pakt við okkum í dópinum, fer at halda hesa pakt, so hann varð-veitir okkum bæði í lívi og deyða. Hann skal eftir orði sínum varðveita bæði útgang okkara hiðani og inngang okkara í sítt æviga ríki. Honum veri lov og prís og allur heiður nú og í allar ævir. Amen. n í heimbygdini Guðstænastan 23. september var eisini sermerkt av, at hetta var seinastu ferð, at Óli Debes, klokkari, ringdi á vanligan gátt við kirkjuklokkuni. Nú er ringingin sjálvvirkandi.