fríggjadagur 5. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 5. oktober 2007
15
Minningarhald verður við urnina hjá Claus Amund
sen leygardagin klokkan 13 í Kirkjugarðskapellinum.
Tey, ið vilja minnast Claus, kunnu lata børnunum
eina gávu. Konta í Suðuroyar Sparikassa.
Jarðarferðin hjá Sofus í Selvindi verður úr Sjóar
kirkju leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast
Sofus, kunnu lata eina peningagávu til nýtt missi
ónshús á Strondum, konta í peningastovninum.
Heðin Müller, ættaður úr Vági, búsitandi í Humle
bæk, andaðist týsdagin 69 ára gamal. Jarðarferðin
verður leygardagin kl 12 úr Humlebæk kirkju.
Leivur Clementsen fer til gravar úr Skopunar
kirkju leygardagin klokkan 12. Sungið verður úr
sálmabókini.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu, tá mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Christina Helena Debes
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina
og ervi.
Serstaka tøkk til starvsfólk á Nærverkinum,
Ellisheiminum og Heimið við Vallalíð.
Familjunnar vegna
Fróði, Laurits, Niclas og Pauli
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður,
pápi, verpápi og abbi
Rólant Høgnesen
gjørdist sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávu
til Føroya Felag móti krabbameini.
Eisini takka vit tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu,
stuðlaðu og vitjaðu Rólant, meðan hann var sjúkur.
Tøkk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóngerð
Anna, Carl og Egin
Jarðarferð
Minningarhald verður við urnuna hjá
Claus Amondsen
leygardagin kl. 13.00 í Kirkjugarðskapellinum.
Fyri tey avvarandi
Lisa Hendriksdóttir
Tey, ið vilja minnast Claus, kunnu lata børnunum eina peninga
gávu, konta í Suðuroyar Sparikassa, 9870102.604.7 .
Leygardagin
6.
oktober
fyllir Dia Ellindson, ættaður
úr Æðuvík, búsitandi í
Runavík, seksti ár. Hann er
sonur Ellender Davidsen,
róptur Ellindur og Súsonnu,
rópt Sanna. Bæði vóru
ættað úr Æðuvík.
Dia er elstur av fimm
núlivandi systkjum. For
eldrini mistu okkurt barnið
undir føðing ella beint eftir,
og tá ið Dia var føddur, var
hann eisini ógvuliga sjúkur.
Kortini var hann so mikið
seigur, at hann kom undan.
Dia var soleiðis sjúkur
heilt frá barnsbeini av, og
tað gekk rættiliga leingi,
áðrenn tey funnu út av, hvat
var galið.
Umsíðir komu læknarnir
fram til, at hann hevði hol í
millumgøgnini. Dia noydd
ist niður á Ríkissjúkrahúsið,
har hann fekk stóra skurð
viðgerð. Undan viðgerðini
hevði hann tað ikki gott og
var nógv sjúkur.
Dia fekk soleiðis ongan
serligan start í lívinum,
men eftir skurðviðgerðina
gjørdist hann nógv betri
fyri og kundi fara til
arbeiðis.
Longu sum 15 ára gam
alur fór hann at rógva út við
Morging Star. Har var hann
fýra túrar. Hann var ringur
av sjóverki, og hóast hann
eisini var á sild við Vestur
havinum Blíða og seinni
við ymiskum farmaskipum
og
ferðamannaskipinum
Tjaldrinum,
slapp
hann
ongantíð av við sjóverkin.
Dia hevur havt ymiskt
fyrifallandi arbeiði á landi,
eisini millum túrar. Hann
hevur arbeitt hjá kommunu,
Landsverki,
SEV
og
Bakkafrost á Glyvrum.
Seinasta
arbeiðsplássið
hjá honum var á Røktarog
Ellisheiminum í Runavík.
Har arbeiddi hann í 11 ár út
í eitt. Hetta var frá miðskeiðis
í áttatiárunum til miðskeiðis
í nítiárunum. Øll árini starv
aðist hann í køkinum sum
hjálparfólk, og hetta dámdi
honum sera væl.
Hann hevur mangan sagt,
at hetta var ein góð tíð.
Dia gekk í barnaskúla í
Æðuvík, men tá skúlin varð
niðurlagdur síðst í fimti
árunum, flutti hann heim á
Toftir at ganga í skúla.
Sum ungur var hann á
Føroya Fólkaháskúla, og
seinni var hann eisini á
einum háskúla á Jútlandi.
Sjálvur hevur Dia sagt, at
háskúlatíðin
var
ein
ógvuliga góð tíð hjá honum.
Um hetta mundið minnist
hann serliga, tá ið sjómarkið
varð flutt út á 12 fjórðingar
á grækarismessu í 1964.
Veturin 1977/1978 gekk
hann á kokkaskúla í Klaks
vík, og eitt stutt skifti gekk
hann eisini á slaktaraskúla í
Roskilde í Danmark.
Men slaktari bleiv hann
ongantíð.
Dia hevur altíð havt stór
an áhuga fyri samfelags
viðurskiftum, og hann er
tjóðskaparsinnaður um ein
háls. Um vetrarnar er hann
aktivur í Eysturoyar Dansi
felag, har hann eisini skipar
onkra vísu.
Nú Dia fyllir seksti í
morgin, fara vit at ynskja
honum hjartaliga tillukku
við degnum, samstundis
sum vit ynskja honum og
øllum gestum hansara eitt
minniligt kvøld í Sjókaféini
í Runavík leygarkvøldið
20. oktober.
Tey, ið ynskja at gleða
Dia, tá hann heldur seksti
ára føðingardagin, kunnu
tekna seg á tlf. 268296 ella
448204 í seinasta lagi 16.
oktober.
vilmund.
Dia Ellindson fyllir seksti
Dia, sum í morgin fyllir seksti, hevur stóran áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum, og hann er tjóðskaparmaður um ein
háls
Mynd: Vilmund Jacobsen
Dagurin
6. oktober. Broderus. Ókent halgimenni.
7. oktober. Amalia. Teir vita um onga halgikvinnu við
hesum navni, men navnið er einaferð komið í
álmanakkan í staðin fyri Birgitta, ið helst er Birgitta úr
Vadstena í Svøríki (13021373).
8. oktober. Ingibjørg. Helst gamla navnið Ingiburgh,
men eingin veit hví tað er komið í álmanakkan.
Prógv
Durita Mortensen, Trongisvágur, hevur 27. august 2007
fingið prógv sum cand. pharm., frá Københavns Uni
versitet, Det Pharmaceutiske Fakultet.