fríggjadagur 5. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
14
Eini 70 fólk høvdu leitað sær í
Gjáar kirkju tann 23. september
at hoyra bygdarmannin Hans
Jacob Joensen prædika. Hóast
guðstænastan ikki var lýst sum
fráfaringarguðstænasta, var tað
greitt frammanundan, at hetta
var hansara seinasta prædika í
heimbygdini sum Føroya biskupur.
Tí tann 1. november leggur hann
frá sær.
Tá hevur hann verið í presta-
og biskupayrkinum í næstan
39 ár. Hann varð fyrstu ferð
tilnevndur prestur í Onne Kirkjuni
á Nørrebrúgv í Keypmannahavn
frá 15. desember í 1968. Tvey
ár seinni fekk hann starv sum
prestur við Risbjerg Kirkju í
Hvidovre. Í 1975 fekk hann starv
sum búfastur kapellanur við
Havnar kirkju og trý ár seinni sum
sóknarprestur. Í 1990 varð hann
tilnevndur varabiskupur og seinna
sama ár Føroya fyrsti biskupur í
nýggjari tíð.
Hans Jacob Joensen hevur
sum vera man prædikað fleiri
ferðir í Gjáar kirkju. Fyrstu ferð
var longu í 1963.
Tá las hann
guðfrøði á lærda
háskúlanum í
Keypmannahavn,
og Brimnes,
prestur, bað
hann prædika
í heimbygdini.
Hann prædikaði
eisini við Gjógv
seinni undir
lestrinum, og tá
hann var vorðin
prestur, plagdi
hann at prædika í
summarfrítíðini.
Tøkk og
góðynski
Tað hava eisini verið boð
eftir honum til serlig høvi í
heimbygdini. Eitt nú var tað
hann, sum vígdi og signaði
minnisvarðan yvir sjólætnar
gjáarmenn fyrst í sjeytiárunum,
og tað var eisini hann, sum
prædikaði, tá gjáarfólk í 2004
kundu hátíðarhalda, at 75 ár
vóru liðin, síðani kirkjan í bygdini
varð vígd og sum tann fyrsta á
føroyskum máli.
Í prædikuni við Gjógv herfyri
nýtti Hans Jacob Joensen høvi
til at hugleiða eitt sindur um
heimbygdina og farna tíð. Hann
vísti á, at tað gamla ættarliðið er
mestsum alt farið. Bygdarfólkið
er fækkað munandi, men bygdin
er tann sama, segði hann, áðrenn
hann takkaði bygdarfólkinum fyri
góðan stuðul og ynskti bygdini og
bygdarfólkinum alt gott í komandi
árum.
Seinasta prædikan
Hjúnini Lisbeth og Hans Jacob Joensen, Óli Debes, klokkari, Páll Sivertsen, deknur og Sofus Johannesen, urguansari
Um nakrar vikur fer Hans Jacob Joensen frá sum Føroya
biskupur. Herfyri var hann í heimbygdini og prædikaði - fyri
seinastu ferð sum biskupur
Hans Jacob Joensen skrivar protokoll eftir guðstænastuna í heimbygdini
Nr. 193 • 5. oktober 2007