fríggjadagur 5. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • 5. oktober 2007
Vikuskifti
16
Ársins útgáva av stóru árligu
bóka- og bókasavnsmessuni Bok
& bibliotek í Göteborg slerdi øll
met í mun til undanfarin ár í tali
av vitjandi og framsýnarum. Heili
108.468 fólk vitjaðu messuna
dagarnar 27-30. september,
og tað eru fleiri enn í 2004,
sum annars var metár. Talið av
framsýnarum var í ár var 881, og
tað eru 31 fleiri enn í 2006, sum
átti hetta met. Sostatt er Bok
& bibliotek nógv tann størsta
bókamessan í Norðurlondum.
Á hvørjum ári er eitt
høvuðstema á stevnuni. Í ár var
tað Estland, við denti á estiskar
rithøvundar og estiskar bókmentir,
og hetta merkti sjálvandi útboðið
av tiltøkum, fyrilestrum og
framsýnarum á messuni. Men
eisini vóru hópin av øðrum
tiltøkum um eina ørgrynnu av
evnum, og her á opnuni verður
trivið í sumt av tí, sum messan
bjóðaði teim vitjandi.
Høvuðsnavnið hesaferð var
suðurafrikanski erkibiskupurin
Desmond Tutu, sum fekk
friðarheiðursløn Nobels í 1984.
Hetta setur sjálvandi sín dám á
tað úrvalið her, eins og tað eisini
setti sín dám á sjálva messuna.
Seinni verður her í Sosialinum
farið meiri í dýpdina við onkrum
av tí, sum fór fram á Bok &
bibliotek 2007.
Metstór bókamessa í Göteborg
Hóast tað eru liðin fimtan ár, síðan bókabussurin gavst
at koyra í Føroyum, verður tað framvegis nógvastaðni í
grannalondum okkara hildið at vera eitt frálíkt hugskot
at bjóða teimum borgarum, sum búgva fjarskotnir frá
nærmasta bókasavni, bókasavnstænastu á henda hátt.
Á bókastevnuni Bok & bibliotek vórðu í ár vístir fram
nakrir av nýggjastu bókabussunum í Svøríki. Tað kann
skjótt staðfestast, at í 2007 verða onnur krøv sett til
bókabussar enn fyrst í nítiárunum, tá ið vit seinast høvdu
bókabuss í Føroyum.
Nýggju bókabussarnir hava ikki bara bøkur, men eisini
teldur, sum eru knýttar í alnetið, sjónvarp, og nógvar
aðrar miðlar enn bøkur til at lána út, so sum ljóðbøkur,
tónleik og filmar. Samanumtikið ger hetta, at betri pláss
verður hjá lánarunum, tí hesir miðlar fylla ikki eins nógv
og bøkurnar.
Bókabussar rulla enn
Omanfyri 100.000
fólk vitjaðu teir 880
framsýnararnar á
størstu norður
lendsku bókamess
uni, Bok og biblio
tek, í Göteborg í
síðstu viku
Tað hevði økt um áhugan
fyri føroyskum
bókmentum uttanlands,
um Føroyar høvdu ein bás
á Bok & bibliotek.
Íslendingar gera á hvørjum
ári nógv burturúr sínum
bási, og tað hevur ivaleyst
gjørt sítt til, at íslendskir
rithøvundar eru so
sjónligir í Svøríki í dag.
Tað heldur Kirsti Hansen, sum
vit hittu á Bok & bibliotek
bókamessuni í Göteborg
leygardagin. Kirsti er doktari í
norðurlendskum máli og hevur
undirvíst á lærda háskúlanum
í Göteborg síðan 1994. Hon
minnist væl, tá ið føroyingar
høvdu sín egna bás á Bok &
bibliotek, tí hon plagdi sjálv at
standa har nakrar tímar hvønn
dag.
- Fyrstu árini hevði
Norðurlandahúsið ein føroyskan
bás, og seinni tók Samfundet
Sverige-Färöarna yvir básin.
Men seinnu árini hava Føroyar
als ikki verið umboðaðar
á størstu bókamessuni í
Norðurlondum, og tað er spell,
sigur Kirsti Hansen.
Hon vísir á, at svenski
marknaðurin er tann størsti í
Norðurlondum, og ein føroyskur
básur, har føroyskir rithøvundar
eisini vitjaðu, kundi fingið forløg
og lesarar í Svøríki at varnast, at
tað finnast føroyskar bókmentir,
sum verdar eru at lesa.
- Tað hevði eisini givið
føroyskum rithøvundum góðar
møguleikar at komið í samband
við svenskar útgevarar og
rithøvundar, sigur Kirsti Hansen.
Saknur í føroyskum bási
Bøkur
Arnbjørn Ó.
Dalsgarð
arndal@flb.fo