fríggjadagur 5. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 5. oktober 2007
17
NøvN
Onkuntíð hava fingrarnir gingið
smidligari eftir knappaborðinum
enn í kvøld. Tyngdin av óvæntað
um deyða er lemjandi. Onki
hjarta er so hart, at tað ikki verður
krøkt og sært av feigdarboðum.
Eftir guðstænastuna sunnudagin
hendi tað aftur einaferð. Tíanbetur
hava eldri føroyskar konur eini
merkilig evnir at modulera rødd
ina ígjøgnum tráðin á ein slíkan
hátt, at tú varnast ófrættadámin
áðrenn avgerandi orðini verða
søgd. Soleiðis kendist tað hendan
dagin, og hóast tað var hvøkkurin
øgiligur, táið móðir bar mær boð
ini um lívlát Sofusar í Selvindi.
Sum smá og skúladreingir
fingust vit við alt fyrifallandi. Í
sildatíðini lossaðu vit veiðuna
upp úr sluppum og skonnartum
úti á keiuni. Tað var eitt øgiligt
baks hjá smáum kroppum at
virka sum gerduspøl, táið tunnur
og bummur skuldu sleingjast inn
yvir bryggjuna. Eitt av hesum
skipum var Yvonna. Og eg minn
ist serliga væl hendan serstaka
skiparan, sum førdi hana tá. Petur
í Selvindi. Hann livdi ikki av fín
um fornemilsum, ein ordans rok
ari sum altíð hevði snússkeiðina
við hondina. Seinri fann eg útav,
at hann var kendur maður í Før
oyum. Í hvussu er í maritima
umhvørvinum. Hann doyði eisini
í bestu árum. Og eftir sat einkjan
Hanna og børn teirra.
Eitt av teimum, og einasti
drongurin, var Sofus. Ein sera
evnagóður, viljafastur, skilagóður
og gløggur unglingi. Sjóverkurin
forðaði honum í at fara ta klass
isku leiðina hjá strandingum.
Skipara og fiskimannabygdin
fram um aðrar. Pápar, ið høvdu
pløgt høvini, ígjøgnum silvetni
og ræðuleikar í váta elementinum,
høvdu og hava kanska, ein dreym
um at síggja synirnar í hesum
sama bardaga. Helst ein merkilig
staðfesting av ikki at hava livað
til fánýtis. Táið verkurin tó ikki
var til at basa, kúvendi Sofus,
peilaði av og var rættiliga tilvit
aður um nýggju kósina.
Eftir at hava gingið barnaskúlan
hjá Christiani Høj og øðrum góð
um monnum kom hann væl
kálvføddur yvir um fjørðin og
tók preliminerprógv við Glyvra
Skúla í 1965. Hann tosaði ofta
um hvussu góður hesin skúlin
var, hvussu høgt støðið í frálæruni
var, og visti frá mongum at siga,
um sjaldsomu typurnar sum virk
aðu og kendu við hendan depilin,
ið kom at hava so ómetaliga
stóran týdning fyri stóran part av
Eysturoynni. Haðani fór hann
suður til Skúvoyar at vera vikarur
í 65/66. Hendan fyrsta útlegdin
hevði stóran týdning fyri hann,
hevði ávirkað hann ómetaliga og
hann helt nógv av skúvoyingum.
Umtalaði teir bara við rósandi
orðum og hevði nógv samband
við teir síðani. Hann tók lut í ein
um HFskeiði í Keypmannahavn
í 68/69 og síðani fór hann á Før
oya Læraraskúla og tók kennara
prógv í 1974. Ta tíðina búði hann
í grannalagnum á Tinghúsvegnum,
uppi við Telegrafstøðina, har eg
sjálvur havi slitið ein part av mín
um barnaskógvum. Hann búði
hjá Hákuni og Poulu. Fryntlig
fólk, sum fóru væl um hendan
bræsna unglingin av Strondum.
Síðani lá leiðin innaftur á fjørðin.
Hann gjørdist lærari við skúlan á
Strondum, sum nú hevði fingið
framhaldsdeild, og frá skúlaárin
um 1976 varð hann í føstum
starvi. Hann skuldi vera ein fram
úr góður lærari. Hevði ein
íbornan autoritet, sum gjørdi, at
hann kundi brúka allan sín peda
gogiska mátt til at fylla uppí
knokkarnar á sínum næmingum.
Havi ikki enn tann dagin í dag
møtt einum strandingi, sum ikki
gevur honum sítt alra besta skoðs
mál, sum skúlalærara, og tað
sigur ikki so lítið í okkara tíð.
Hesin dynamiski strugglarin
úr Selvindi vildi tó so nógv ann
að. Hann lá ikki leingi á boðun
um, táið heitt varð á hann um at
gera eina roynd fyri at koma í for
standarskapið í Sjóvar Kommunu.
Har sat hann í tríggjar setur. Í 10
ár. 7576, 7780 og 8184. Sat
bæði sum næstformaður og for
maður, og tað kom nógv á skaftið
hesi árini. Hann kom sær ongan
tíð uppí landspolitikk, hóast
óteljandi áheitanir, lítil ivi man
tó vera um, at strandingar og aðr
ir oyggjamenn høvdu valt hendan
væl sædda mannin inn á Løgting,
um tað var tað hann persónliga
brendi fyri, ætlaði og vildi.
Hann
leitaði
harafturímóti
aftur á gamlar slóðir. Skip høvdu
verið í slektini. Tað vóru abba
beiggjar hansara sum keyptu
Knørr á sinni, og tiltikin er søgan
táið seljarin spurdi, hvussu teir
ætlaðu at fíggja keypið. Tá tók
ein av teimum trivaliga lógvan
niður í lumman eftir punginum,
og goldið varð kontant. Hetta er
framvegis kreddan í pengamálum
á Strondum og Sofus var heilt
besettur av hesum fyribrigdinum,
at gjalda í hondina. Disciplinurin,
agin, var so civiliseraður, lá í eini
so sofistikeraðari sferu, at hann
illa toldi at lata ein náttarsvøvn
fara yvir eini ógoldnari rokning.
Hugsi at hansara entré inn í før
oyska siglingarsøgu, er táið hann
og systkinabarnið Símun Berth
elsen keypa Havfrúnna. Blaðung
ir menn, sum ætlaðu nakað. Tóku
hvør sína ódn, Símun bunkan og
Sofus alt tað praktiska uppi á
landi. Seinri samstarvaðu teir í
mong ár um Stranding. Símun,
hetta róliga gemyttið, súlan og
bulurin, sum mangir kundu liggja
í le av og kroka og síðani hin
meira spektakuleri Sofus. Eitt
toymið har kemiin helt, um so
himmal og hav gingu saman í
eitt. Tað mundi vera ein ómetandi
døttur hjá Sofusi, táið Símun
legði árarnar inn í bestu árum
umborð í Strandingi, við Toftakei,
júst komnir aftur av fiskileið.
Hann royndi eisini aðrar vinnur.
Átti stóran part í fleiri skipum og
var útgerðarmaður. Roc Amadour
og Kambur, bara fyri at nevna
nøkur frá fyrru tíðini og líka til
fyri kortum átti hann stóran part
av kenda saltfiskavirkinum Vað
horn á Hulki, og í seinstuni legði
hann nógv fyri, táið línubátarnir
Eystnes og Jógvan Norðri, nú
Kambur, vórðu keyptir.
Hóast eg hevði hoyrt nógv um
hendan mannin, so varð tað agnið
sum festi í okkara tætta samband
og samstarv. Síðani gamli keypti
Frostgoymsluna á bryggjuni í
Runavík í 1986, hevur Pf. Kamb
ur verið stórsti viðskiftarin yvir
høvur. Samrøðurnar í telefonini, á
bryggjuni, í bili og við hús eru
óteljandi. Sofus var fróðarmaður,
hann var forvitin av lyndi, hevði
stóran motor og søkti sær alla ta
vitan, hann kundi koma í nær nám
indi av. Allir lívsins lutir høvdu
hansara áhuga. Og hann var ikki
bangin fyri at geva burturav sínum
kunnleika. Hóast hann hevði
materiella fæið til tað, so fór hann
ongantíð flog, misti seg ongantíð
burtur í erpinskapi og stoltleika,
tosaði við Guð og hvønn mann,
metti ikki fólk eftir sosialum statu
si og hann hevði næstan forakt
fyri fólki, ið prýddu seg við lænt
um fjarðum, káva og fjákalótum.
Hann var ógvuliga ektaður. Bleyt
ur. Følin. Og hóast muðurin kundi
ganga títtur, flóðin av orðum so
rúgismikil, at tað kundi vera
trupult at skilja hann onkuntíð, so
sást tú næstan altíð inn á beinini í
honum.
Sum oftast tosaðu vit um sam
felagsviðurskifti
og
politikk.
Hann hevði stóran áhuga fyri
hesum, og okkara ymisku fatanir,
serliga av hesum seinra fyribrigd
inum, var ongin forðing yvir
høvur. Vit vóru diametralir mót
setnignar. Hann var organiseraður
sambandsmaður, nevndarlimur í
valfelagnum Samhald í mong ár,
eg í mínum lagi í Eysturoyar
Tjóðveldisfelag, og royndi sum
frægast at argumentera fyri repu
blikkini. Hóast hetta varnaðist eg
skjótt, at vit vóru rættiliga samdir
um flestu lutir í samfelagnum,
táið spurningurin um ríkisrættar
ligu støðuna var undantikin. Sof
us var konservativur, men hann
hevði eina sterka sosiala dimen
sión, og vildi ikki hava, at ein øko
nomisk gjógv skuldi ganga niður
ímillum
føroyingar.
Einaferð
segði hann fyri mær, at onkur
skuldi hava spurt, hví hann tosaði
so nógv við menn í øðrum polit
iskum flokkum, og hann hevði
helst svarað ógvuliga bersøgið
aftur, at tað var einasta leiðin til
menning og fatan. Skuldi oyggin
hegnast av í gerandisdegnum eftir
politiskum liti, so beyð ikki í
bøtur. Tað læt ongantíð í spyrjar
anum aftur. Sofus var hvørki fanat
iskur ella fundamentalistiskur.
Opna høvur hansara kundi taka
ímóti øllum hugsanum, harfyri
hevði hann eina greiða og oftast
vælargumenteraða støðu til øll
mál. Og tað var ikki so sjáldan, at
eg ringdi til hansara fyri at fáa
góð ráð um eitthvørt málið, sum
eg helt hann vita meira um enn eg
sjálvur. Oftast bragdaði tað. Sum
eitt kuriosum kann eg nevna, at
áðrenn teldan gjørdist ein partur
av mínum lívi og skrivimaskinan
var álitið, plagdi eg eftir avtalu, at
faksa røðurnar yvir um fjørðin og
so fekk hann hina frumbornu
Sóley at telduskriva tær fyri meg,
í einum formati tær kundu røðast
burturúr, soleiðis virkaðu vit
longu tá yvir um floksmørk.
Sofus var ítóttarmaður í sínum
ungu døgum. Sum flestu strand
ingar spældi hann hondbólt og í
flogbólti var hann í hvussu er
einaferð við til at vinna føroya
meistaraskapin í meðaldeildini,
saman við lærarunum í Stranda
Skúla. StÍF var hansara lið. Og
so seint sum kvøldið fyri lívlátið
sat hann í útsynningshorninum í
ítróttarhøllini inni á Skála, og sá
sítt felag vinna á havnarmonnum
í Kyndli, 2818. Hann hevði sítt
fasta pláss í høllini, saman við
Dáva innan Glyvur, heilt uppi
undir tróðrinum, og vit plagdu at
arga teir við hesi sjálvsútnevndu
VIPlosjuni. Hann var ikki karg
ur, men hann vildi ikki at nakar
skuldi vita um gávumildnið
hansara, og eg ivist onga løtu í, at
hann hevur verið felagnum ein
dyggur stuðul á inntøkusíðuni.
Haldi meg vita, at so hevur verið.
Soleiðis var hann altíð har, sum
tørvur var á tí, fyri at samfelagsins
kyknur kundu hanga saman.
Sosiala dimensiónin fornoktaði
seg ongantíð.
Sofus giftist við Lorensu úr
Vági. Tey fingu mong góð ár sam
an, og hon var honum ein sera
hollur stuðul. Saman fingu tey
døturnar Sóley, Lis og Sólvá. Tær
eru komnar væl undan, men sita
eftir við eini ófatiligari sorg, sum
bara hin Almáttugi kann troysta.
Lorensa gjørdist illa sjúk og doyði
fyri sløkum ári síðan. Hetta tók
honum fast. Fyrst Lorensa, síðani
Símun, eftir tað svágurin Narvi í
bestu árum og nú læt chefurin í
Selvindi sjálvur lív seinasta
sunnudag. Harrans vegir eru
órannsakiligir,
men
hendan
feigdin er tó óskiljandi fyri tey
flestu. Røðin av sorgarleikum í
Stranda bygd er eftirhondini so
long, at onki løgið er í, um fólk
eru farin at óttast um gongdina,
og eru farin at spyrja seg sjálvi,
um hetta er rættskikkað, sum tað
gongur. Harrans vegir eru tó ikki
okkara, og vit hava onki annað val
enn at trúgva tí, at hetta er Hansara
vilji. Vit eru bara eitt lítið blunk í
stóra tíðarhavinum og eiga ikki
avgerðina um, nær ið jarðarljósið
verður sløkt.
Einaferð í summar ringdi Sofus
og spurdi um eg
ikki kundi koma til
Vestmannar
við
sær, í samband við
at hann og einkjan
eftir Símun høvdu
selt ”Stranding” til
Hálvdan, Knút og
Oleif. Tað var gott
lag á honum, og
tað var sjónligt, at
hann var komin seg
væl
eftir
allar
tragediurnar
í
familjuni við deyða
og sorg, hartil skilti
eg eisini á honum,
at tað vóru onnur
viðurskifti, sum høvdu stabiliserað
sál og hjarta hansara. Hóast hann
tosaði nógv mann og mann
ímillum, var hann ongin røðari.
Hevði ikki lagt seg eftir tí. Tí
spurdi hann meg, um eg kundi
avgreiða tað málið fyri hann har
norðuri. At bera eina heilsu fram
frá gomlu eigarunum. Lat mær
ikki siga. Og vit fingu ein fínan
summardag í fagrastu líkindum
har norðuri ímillum fjøllini.
Og nú ert tú longu farin um
sýnuna. Óskiljandi. Tess størri
kempan er, sum fer undan okk
um, tess størri verður gjótan,
sum stendur eftir hana. Soleiðis
verður tað við tær góði Sofus.
Viðurskiftini við Guð hevði tú
avklárað fyri mongum árum
síðani, heldur ikki hesi persónligu
viðurskifti hongdi tú út á snór á
alfaravegi. Botnurin var magn
fylri enn sum so. Fólkakirkjan,
kirkjan, serliga Sjóvar Kirkja,
var eitt avgerandi peilimerkið á
tínari siglingsferð. Tað verður ein
tung løta ímorgin, táið bygdamað
ur tín, Jógvan Fríðriksson, fer at
flyta hamin norður á seinasta
leiðið. Mátti Harrin styrkt øll
tykkum, sum nú sita eftir í ófati
ligu sorgini, ið má níva í mønu
og merg. Og tó, líka so náðileyst
alt kann tykjast, líka so stór er
troystin, sum fæst har hon finst.
Og ríki tykkum lívið við mongu
góðu minnunum um merkis
mannin Sofus í Selvindi.
Til seinast skal eg bera tær eina
kvøðu frá foreldrunum, serliga
pápa mínum. Í nærum eina fjórð
ingsøld komu tit at samstarva ger
andis og heilagt, oftani sólarringin
runt, og hóast skelin kann tykjast
hørð og roðslan sum stál, so
munnu hesir dagarnir, síðani tú
fór í annað ljós at vera, kennast
sum hansara møtimiklastu í
nærum áttati ár. Tað segði heldur
ikki so lítið um títt umhugsnið
mótvegis øðrum, eisini fyri tí
sum tú kundi ignorera so lættliga,
táið tú spurdi um sonurin mundi
hava hug at fara við Jógvani
Norðri, eftir at tú hevði keypt
hann saman við Mortani. Tað var
ikki meira enn hálvtalað, so
ringdi hesin skilagóði skiparin av
Eiði, samstarvsfelagið tín, og nú
rekur havrákin í æðrarnar. Hvíl í
friði góði vinur. Eg havi bara góð
minnir eftir teg.
tórbjørn jacobsen
CHEFURIN Í SELVINDI
SLÓKNAÐUR