Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 • 5. oktober 2007 Vikuskifti 17 Vilja tit halda olympiskar leikir í Peking í 2008, mugu tit stuðla fólkinum í Burma, segði Desmond Tutu við kinesisku stjórnina, tá ið hann helt røðu á Bok & bibliotek fríggjadagin. Tíðindini um ófriðin í Rangoon, høvuðsstaðnum í Burma, har stjórnardeildir løgdu á fólk, sum í gøtunum friðarliga mótmæltu hernaðarstýrið og kravdu mannarættindi og fólkaræði, fekk fríggjadagin fyriskipararnar av bókamessuni Bok & bibliotek at skipa fyri einum eyka stuðulstiltaki til frama fyri fólkið í Burma. Ein av røðarunum var suðurafrikanski erkibiskupurin Desmond Tutu, sum vitjaði stevnuna í sambandi við útgávuna av einari bók um hann, og Desmond Tutu legði ikki fingrarnar ímillum í røðu sínari. Í einari dundurtalu, sum flutti lurtarafjøldina aftur í áttati árini, tá Tutu hevði sína stórtíð, vísti hann enn einaferð á, at órættvísi og kúgan ongantíð kann sigra. Síðan vendi hann sær beinleiðis til øll fólk í heiminum og bað tey boykotta olympisku leikirnar í Peking, um kinesiska stjórnin ikki tekur seg saman og velur at stuðla burmesiska fólkið: - Kina! Vit vilja, at tit skulu sleppa at halda olympisku leikirnir í Peking. Men tað verður av ongum, um tit ikki alt fyri eitt gevast! Gevist nú! Og stuðli sigrandi síðuni! segði Desmond Tutu. Hevði Desmond Tutu ikki fingið friðarheiðursløn Nobels í 1986, hevði hann verið myrdur av apartheid stýrinum í Suðurafrika. Tað segði tíðindamaðurin John Allen á bókamessuni Bok & bibliotek leygardagin. Hann hevur júst skrivað nýggja ævisøgu um Desmond Tutu Meðan mong teirra, ið stríddust móti apartheid stýrinum í Suður- afrika, vórðu forfylgd og summi teirra myrd, slapp Desmond Tutu undranarsamt heilt snikkaleysur undan. Dagliga varð hann hunddálkaður í fjølmiðlunum, skeivt endurgivin og ofta avmyndaður sum ein yvirgangskroppur, men kortini fingu hann og familja hansara frið. - Eg eri komin til ta niðurstøðu, at hevði Desmond Tutu ikki fingið friðarheiðurslønina, hevði hann ikki sitið her í dag, segði John Allen á Bok & biblitoek leygardagin. Hesa niðurstøðu byggir hann á tað skjalatilfar, hann hevur funnið í skjalagoymslum hjá trygdarløgregluni í sambandi við arbeiði hansar við bókini. - Suðurafrikanska apartheid- stjórnin tordi ikki at nerta hann, tí hon visti, at tá høvdu tey stóru londini givist við øllum samhandli við Suðurafrika, og so hevði apartheid skipanin fallið enn skjótari, segði John Allen, men vísti samstundis á, at um nakar hevði viljað Demond Tutu eftir lívinum hevði tað verið lættasta søk at avgreitt, tí Desmond Tutu var vanliga púra óvardur. Ævisøgan um karismatiska suðurafrikanska erkibiskupin hev- ur á svenskum heitið “Rättvisans rebel”. Høvuðsnavnið á Bok & bibliotek í ár var suðurafrikanski erkibiskupurin Desmond Tutu, sum fekk friðarheiðursløn Nobels í 1984. Vitjan hansara hevði samband við útgávuna av einari nýggjar bók um hann, og leygardagin segði Desmond Tutu so frá lívi sínum, mótgongd og sigrum, og um tað friðararbeiði, hann í dag fæst við, eitt nú í friðarbólkinum Tey Eldru (The Elders), sum er settur saman av kendum politikarum og friðarfólkum, ið stríðast fyri mannarættindum og eru komin nakað upp í árini. - Í siðbundnum smásamfeløgum verða tey eldru sædd sum nøkur, ið hava ávísar royndir og hartil kanska eiga vísdóm. Av tí at tey harumframt ikki longur hava fyri neyðini at stríðast fyri nøkrum ávísum plássi í samfelagnum, kunnu tey vera heilt óheft í sínum metingum og ráðum, segði Desmond Tutu um bólkin Tey Eldru, sum varð skipaður av honum og Nelson Mandela í 2001. Høvuðsuppgávan hjá Teimum Eldru er at vitja lond og landslutir, har ófriður er, og við at lurta, eygleiða og ráðgeva virka fyri at fáa frið í lag. Í bólkinum sita umframt Desmond Tutu, sum er leiðari, fólk sum Gro Harlem Brundtland, Mary Robinson, Kofi Annan og Nelson Mandela. - Og ein tómur stólur stendur og bíðar eftir Aung San Suu Kyi, segði Desmond Tutu og sipaði til álvarsomu støðuna í Burma. Friðarheiðurslønin bjargaði honum lívið Desmond Tutu: Boykottið OL í Peking Tey Eldru fyri friði Síðan Thorvaldsen setti upp stóru standmyndina av Kristusi í kórinum í Keypmannahavnar dómkirkju, hava fólk í vesturheiminum sæð Kristus sum ein ljóshærdan evropeara. Men Kristus varð føddur í vestari parti av Asia, og tað ávirkar útleggingina av útsjónd Kristusar – í hvussu er, um tú virkar sum listafólk í Asia. Fyri at lata upp fyri størri fjølbroytni í fatan okkara av Kristusi, og fyri harvið eisini fáa fólk at hugsa um trúgv sína, setti Svenska kyrkan upp framsýningina “Made in Asia – Kristustolkningar” á bókamessuni Bok & bibliotek í Göteborg. Við eru 37 verk eftir 17 asiatisk listafólk. Svenskan kyrkan var ein av størstu felagsskapunum á ársins Bok & bibliotek, og umframt nevndu framsýning, skipaði Svenska kyrkan fyri mongum øðrum tiltøkum. Eitt nú er tað hon, ið stóð aftan fyri vitjanina hjá suðurafrikanska erkibiskupinum Desmond Tutu á ársins Bok & bibliotek. Kristus var ikki dani men japani! Chong Ken Sen, Malaysia: Kristus – Frelsarin. Shin Hye Jung, Korea: Hesi míni smæstu