mánadagur 8. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 194 - 8. oktober 2007
tíðindi
Runavík
Ítróttarhøllin
Týsdagin 9. okt.
Kl. 19
Tórshavn
Ítróttarhøllin á Hálsí
Mikudagin 10. okt.
Kl. 19
Klaksvík
Ítróttarhøllin
Hósdagin 11. okt.
Kl. 19
Forsøla av agongumerkjum í
og við dyrnar ein
tíma undan sýningunum.
www.arena.dk
Ein 20 ára gomul
kvinna slapp við
skrekkinum, tá hon
koyrdi ávirkað og
rendi á ein pela í
morgun
Um tíggjutíðina í morgun
koyrdi ein 20 ára gomul
kvinna á ein pela við R. C.
Effersøesgøtu í Havn.
Kvinnan, sum ikki átti
bilin sjálv, rýmdi av staðn
um, men varð funnin heima
við hús. Har slapp hon at
blása í alkometrið, sum
vísti, at kvinnan hevði
drukkið nógv meira enn
ráðiligt er. Hóast bilurin var
illa farin, kom kvinnan
óskalað
frá
hendingini.
Blóðroynd varð tikin, ákæra
verður reist og koyrikortið
inndrigið, verður sagt av
politistøðini.
Spældi sær av við
koyrikortið
Politiið í Havn hevur havt
úr at gera um vikuskiftið.
Sjey persónar vórðu hand
tiknir, fýra teirra í sambandi
við spirituskoyring. Nøkur
ferðsluóhapp vóru, men
ongin persónskaði. Í tveim
um førum vóru bilarnir
stolnir, og førarin hevði
onki koyrikort.
14 ferðir hava fólk ringt
til
alarmsentralin
eftir
sjúkrabili um vikuskifti.
Hetta er nakað meiri enn
vanligt.
Foreldrini ringdu
eftir politinum
Tað eru ikki altíð pør, sum
hava skuldina fyri húsa
ófriði. Ein 15 ára gamal
drongur var so óður í brenni
víni, at foreldrini kendu seg
noydd at ringja eftir polit
inum. Drongurin leikaði
somikið illa í, at politiið fór
á staðið og sissaði hann.
Innbrot í kiosk Aktiv
Sunnunáttina var boðað frá
innbroti í Kiosk Aktiv í J.
Broncks gøtu. Enn er ikki
staðfest, um nakað er horv
ið, men politiið hevur okk
urt at ganga eftir, og eisini
er onkur undir illgruna í
málinum.
Ikki parkera í
miðbýnum
Tað er ongin loyna, at nógv
full fólk eru í miðbýnum
um næturnar í vikuskiftin
um. Í seks førum hevur pol
itiið fingið fráboðan um
herverk. Hetta hongur typ
iskt út yvir bilar, sum standa
parkeraðir í miðbýnum.
Vakthavandi sigur, at onk
untíð loysir tað seg at ganga
nakrar metrar og ikki seta
bilin frá sær hvar sum
helst.
Morgunball órógva
grannarnar
Ein afturvendandi trupul
leiki eru sonevndu morgun
ballini, har fólk fara heim
til onkran at ballast víðari,
tá dansurin er liðugur. Hetta
var eisini støðan sunnu
náttina, tá fólk millum Gilja
ikki fingu náttarfrið fyri
gangi. Vakthavandi sunnu
dagin segði, at tað javnan
kemur fyri, at fólk ringja og
kæra sína neyð um fýra
fimmtíðina um morgunin,
tí tey støkka upp úr svøvni
av gangi og tónleiki. Oftast
er tað nóg mikið at politiið
ringir og heitir á fólk um at
dempa seg.
Koyrdi svakt í
Kollafirði
Ein maður síðst í tjúgunum
varð tikin fyri at koyra 118
km/t í Kollafirði. Maðurin
fær eina treytaða frádøming
av koyrikortinum í 3 ár, og
skal sostatt skikka sær pent
í ferðsluni í trý ár, annars
fellur hamarin.
21 ára gamal
var til ampa
Ein 21 ára gamal maður
verður skuldsettur fyri brot
á politiviðtøkuna, tí hann
gjørdi ov nógv um seg í
miðbýnum. Ungi maðurin
var til ampa fyri ferðsluna
og gjørdi ikki eftir boðum
frá politinum. Maðurin fær
helst eina bót upp á nakrar
hundrað krónur.
Hasj við Norrønu
Ein maður í 50unum varð
tikin við 10 grammum av
hasji, tá hann kom við
Norrønu mánamorgunin.
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Politirapportin
Ein maður í 50unum varð tikin við 10 grammum av hasji, tá hann kom við Norrønu
mánamorgunin.