Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 194 - 8. oktober 2007 Rás 2 móttøka í Klaksvík Nýggja Rás 2 hevur týsdagin almenna móttøku í Klaksvík. Móttøkan verður í Pegasus, sum er annað av útvarpsstudionum, sum Rás 2 fer at brúka í sínum upptøkum og sendingum. Fríggjadagin hevði Rás 2 móttøku í Havn, og í morgun byrjaðu sendingarnar á nýggju Rás 2. Móttøkan í Klaksvík verður týsdagin frá klokkan 15.00 til klokkan 17.00. Rás 2 fer at senda beinleiðis frá móttøkuni. - Verður tað ikki lættari at gera kvinnu- listar, er væntandi, at kvinnur fara at nokta fyri at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðuroystreymoy, sigur Ingrid Henrik- sen í javnstøðu- bólkinum hjá Javnaðarflokkinum Kvinnur í politiKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Løgmaður hevur gjørt av, at hann vil heldur stuðla monnunum í Suðurstrey- moy, enn hann vil stuðla kvinnunum. Tað sigur Ingrid Henrik- sen, sum er í javnstøðu- bólkinum hjá Javnaðar- flokkinum. Hon hevur staðið á odda í royndunum at nágreina val- lógina, so at tað verður lættari hjá einum flokki at gera tveir listar í sama valdømi og hon var við í tvørpolitiska bólkinum, sum hevði fund við løgmann herfyri um kvinnur í politikki. Men sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, fáa tær ikki undirtøku frá løgmanni. - Sjálvandi fara flokkarnir ikki at gera fleiri listar, meta teir, at tað verður ein vansi, sigur hon. Hon vísir á, at hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymoy hevði tað ikki verið ein fyrimunur á seinasta vali. - Men hjá Javnaðar- flokkinum í Suðurstreymoy hevði tað verið ein fyri- munur, tí tað hevði gjørt, at Helena Dam á Neystabø varð vald ístaðin fyri Kristian Magnussen. Hon veit, at tað ber illa til at siga nakað við vissu, fyrrenn eftir eitt val, men hon sigur, at talan er um eina sjálvbodna skipan, sum flokkarnir eiga at fáa møgu- leikan til og so kunnu teir sjálvir viga fyri og ímóti. - Hevði tað verðið lættari hjá einum flokki at gjørt fleiri listar í sama valdømi, hevði tað avgjørt gagnað kvinnunum hjá Javnaðar- flokkinum í Suðurstreymoy. Har flokkarnir meta, at tað ikki gagnar kvinnunum, verða fleiri listar ikki gjørd- ir, tí hetta verður sjálvandi ein sjálvboðin skipan, sigur Ingrid Henriksen. - Men við síni støðu, forðar løgmaður fyri kvinnulistum og tað skilji eg ikki, leggur hon afturat. Hon sigur, at við hesum hevur løgmaður tikið støðu til at lívga menninar, heldur enn kvinnurnar. Men hon heldur eisini, at hetta kann koma javnaðar- flokkinum aftur um brekkur. - Eg kann siga við toluligari vissu, at hevði tað verðið lættari hjá einum flokki at havt fleiri listar í sama valdømi, hevði Javn- aðarflokkurin í Suðurstrey- moy gjørt ein kvinnulista. - Men eg havi eisini eina greiða fatan av, at verður ongin kvinnulisti hjá Javnaðarflokkinum í Suð- urstreymoy, verða tað eisini nakrar kvinnur, sum fara at vilja stilla upp, tí tær tíma ikki at verða brúktar sum ífylla. Ingrid Henriksen vil ikki nevna nøvn, men hon, men hon sigur, at talan eisini um kendar javnaðarkvinnur, sum hava stillað upp fyrr, men sum nú allarhelst fara at takka fyri seg. Kvinnur vilja ikki stilla upp fyri Javnaðarflokkin - Eg vil ikki koma í eina støðu, har eg geri tað torførari hjá kvinnum at verða valdar á Løgting, sigur Jóannes Eidesgaard Kvinnur í politiKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, løg- maður, fer ikki at ganga ynskjunum frá einum kvinnubólki á møti um at gera tað lættari hjá kvinnum at verða valdar á Løgting. - Tað er nevniliga slett ikki vist, at tað hevði blivið lættari hjá kvinnum at blivið valdar. Tvørturímóti kundi uppskotið forða fyri, at kvinnur verðið valdar og tað vil eg ikki vera við til, sigur løgmaður. Tað var ein bólkur av kvinnum, um umboðaði Sambandsflokkin, Javnað- arflokkin og Tjóðveldi, sum herfyri hevði fund við løgmann, har teir vildu hava hann at seta tiltøk í verk, sum skuldi gera tað lættari hjá kvinnum at verða valdar á ting. Við sær á fund við Løg- mann, høvdu tær eitt ítøkiligt uppskot. Kann vera ein vansi Men Løgmaður er ikki sinnaður at ganga teimum á møti. - Eg taki sjálvandi undir við, at okkara felags mál skal vera at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, sigur løgmaður. Men hann heldur ikki, at tað er rætti vegurin at taka stig til at broyta vanliga mannagongd fyri, hvussu vallógin verður tulkað. - Gera vit tað, er væl hugsandi, at tað beinleiðis verður ein forðing fyri, at kvinnurnar verða valdar og tað vil eg ikki leggja navn til, sigur løgmaður. Hann sigur, at eitt dømi kann vera, at ein flokkur ger tveir listar í Suðurstreymoy, har annar er ein mannfólkalisti og hin er ein kvinnulisti. Men hevur mannfólka- listin nóg sterk valevni, kann hann fara við øllum umboðnum. Sostatt kann kvinnulistin sita eftir við ongum, hóast onkur á kvinnulistanum fær fleiri atkvøður enn umboð nummar tvey ella trý á mannfólkalistanum. - Eg dugi ikki at síggja, at hetta gagnar javnstøðu og eg dugi ikki at síggja nakað endamál í at gera eina skip- an, har tað er vandi fyri, at hon kann virka beint øvugt av tí, sum ætlanin var. Løgmaður sigur, at sostatt fer hann ikki at taka stig til at nágreina vallógina eftir ynskinum frá kvinnu- bólkinum. Føra kvinnur fram Ístaðin fyri at nágreina vallógina, setir løgmaður sítt álit á, at teir ymisku politisku flokkarnir virða javnstøðuna, tá ið teir stilla upp til val og fáa líka nógvar kvinnur á listarnar, sum tað eru menn og at teir syrgja fyri, at kvinnurnar verða líka sjónligar í valstríðnum. Løgmaður heldur, at hetta fer at geva kvinnum størri møguleika at verða valdar. Men nú er hetta eitt beinleiðis uppskot frá Javnstøðunevndini at ná- greina vallógina, soleiðis, sum hesin kvinnubólkurin vil. Samstundir heldur talskvinnan at støða tín sampakkar illa við tað, at løgmaður er ambassadørur fyri Demokratia? - Eg haldi ikki, at hetta er vegurin at fara. Hyggja vit eftir øðrum londum, er tað ikki eftir hesum leistinum, at javnstøðan er ment. Har er javnstøðan ment soleiðis, at hvør flokkur sær hevur tikið avgerð um at menna javnstøðuna. - Og annars megnaði kvinnubólkurin, sum hevði fund við meg, ikki at vísa aftur, at teirra uppskot tann stóra veikleika, at úrslitið av tí kann akkurát tað sama vera, at kvinnurnar koma í eina verri støðu, enn tær eru í frammanundan, sigur Jóannes Eidesgaard. - Eg dugi ikki at síggja, at eg kann leggja navn til eina skipan við einum so stórum og sjónligum veikleika, leggur løgmaður afturat. Løgmaður gongur ikki kvinnum á møti Tær fingu onki burturúr at fara til løgmans. Frá vinstru, eru tað Súsanna Dam úr Sambandsflokkinum, Maud Vang Hansen úr Tjóðveldi, Sjúrður Rasmussen, Marjun Hanusardóttir, Løgmaður og Hilmar Høgenni, sum øll eru úr landsstýrinum, Bente Kjær, Ingrid Henriksen og Randi í Jógvanstovu, sum allar tríggjar eru úr Javnaðarflokkinum Lættari at gera kvinnulistar Tað, sum bólkurin av kvinnum vil tosa við løgmann um, er at broyta vallógina, so at tað eftir teirra tykki verður lættari at gera kvinnulistar burturav til løgtingsvalið, sum stendur fyri durum. Eftir vallógini kann ein flokkur hava tveir listar í einum valdømi, mem tá vera atkvøðurnar hjá listunum taldar hvør sær. Sostatt hava listarnir verið roknaðir sum tveir sálvstøðugur listar. Sum dømi kann nevnast, at fáa tveir listar hjá sama flokki 500 atkvøður í part, verður tað ikki roknað sum um at flokkurin hevur fingið 1000 atkvøður og tað kann gera tað torførari hjá flokkinum at fáa tinglim. Tað, sum kvinnurnar nú vilja hava løgmann at syrgja fyri, er at taka politisk stig til at gera tað púra greitt, at atkvøðurnar hjá báðum listunum skulu teljast saman, so at báðir listarnir verða at rokna sum ein, tá ið talt verður upp. Verður mannagongdin broytt, so at allar atkvøðurnar verða taldar saman, ætla í hvussu so er summir flokkar at gera reinar kvinnulistar verða atkvøðurnar taldar saman, fer tað at økja munandi um møguleikarnar hjá kvinnum at sleppa á ting.