mánadagur 8. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 194 - 8. oktober 2007
1,900
1,800
1,700
1,600
1,500
1,400
1,300
1/10
2/10
5/10
6/10
7/10
3/10
4/10
Gongdin hjá topp 3 (vika 40)
Hanna21
Navijoe
Jubiijan
www.kaupthing.fo
Íløguspælið á ilogur.com - 2. vika
Symmetri millum tap og vinning
ÍLØGUSPÆLIÐ
Hilmar Simonsen
Fert tú inn á www.ilogur.com
og hyggur eftir støðuni, so sært
tú, at tað er ein merkisverd
symmetri ímillum fremsta og
aftasta
spælara.
Í
skrivandi
stund hevur nummar eitt fi ngið
ein vinning upp á 71 prosent,
meðan tann aftasti hevur tapt
umleið 78 prosent. Altso hevur
fremsti spælarin lagt yvir 700.000
krónur afturat upprunaligu fi ktivu
upphæddini upp á eina millión,
meðan tann aftasti hevur veittrað
farvæl til útvið 800.000 krónur.
- Hetta vísir ta sannroynd, at tað
er ikki nøkur sjálvfylgja at vinna
pening upp á partabrøv. Vit hoyra
altíð um tey, sum hava vunnið so
og so nógv, meðan minni verður
tosað um tey, sum missa. Kanska
onkur fær ta skeivu fatan, at bara
tú keypir partabrøv, so verður
tú ríkur beinanvegin, vísir Jákup
Petur Bærentsen, íløgurøktari hjá
Kaupthing, á.
Íleggjarar hava skift hugburð
Tað er hent eitt stemningsskifti
í
partabrævamarknaðunum
í
seinastuni. Í juli og august lækkaðu
partabrøvini sum heild nógv, og
kom hetta í kjalarvørrinum á nógv
umtalaðu sub-prime lánskreppuni
í USA. Men kvartalroknskapir verða
lagdir fyri dagin í hesum døgum,
og teir vísa sum heild positiv
tøl. Harafturat hevur seinasta
arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin
í USA givið eina góða mynd.
Samanlagt
hevur
hetta
gjørt, at vend er komin í á
partabrævamarknaðum
kring
allan knøttin. Marknaðirnir eru
hækkaðir nógv seinastu 2 vikurnar,
og faktiskt er støðið komið upp á
tað sama nú, sum tað var í juli, tá
tað annars var uppi á tí hægsta
nakrantíð. Í summum førum hava
partabrøvini yvirhálað støðið í juli.
Hóast vend er komin í at kalla
alla staðni, er heldur trekari niðri
í Evropa, men norðurlendsku
marknaðirnir hava fylgt væl við
góðu gongdini.
Mest áhugavert er tað, at í USA,
har partabrævakreppan byrjaði,
eru marknaðirnir eisini hækkaðir
nógv. Sambært Jákupi Petur
Bærentsen ber ikki til at sláa
fast, at kreppan er manað niður í
jørðina einaferð med alla, men...:
- Vit síggja alt fl eiri tekin um, at
kreppan er hæsað av á hesum
sinni, sigur hann.
Skilja geitir frá bukkum
Serliga
peningastovnar
og
tryggingarfeløg hava tikið dik á
seg í hækkingini eftir kreppuna.
Men tá fl eiri peningastovnar í
USA framvegis eru kroystir av
teimum problematisku subprime
lánunum, hvussu ber tað so til,
at hesin sektorur er hækkaður so
nógv aftur?
Jákup Petur Bærentsen:
-
Tá
tað
kemur
fram,
at
peningastovnar
eru
kroystir
av truplum lánum, men tað
samstundis
er
óvist,
hvørjir
peningastovnar talan er um,
so velja íleggjarar ta tryggu
loysnina og halda seg burtur frá
peningastovnum sum heild. Men
so hvørt sum roknskapirnir frá
peningastovnunum verða lagdir
fram, so gerst greitt, hvørjir teir
kroystu peningastovnarnir eru, og
hvørjir ikki eru. Tá kunnu íleggjarar
sálda teir kroystu frá.
Hóast
nógv
bendir
á,
at
partabrævakreppan er av á hesum
sinni, og at íleggjarar eru vorðnir
róligir aftur, so er veruleikin at
partabrøv hækkaðu nógv fram til
juli mánað í ár, tá kreppan kom
og gav kursunum eitt kav. Nú eru
kursirnir stórt sæð komnir upp á
sama støði aftur nú. Tí er tað ringt
at spáa um framtíðina.
- Hóast nógv sær positivt út nú,
so
kann
marknaðurin
gerast
nervøsur aftur, tí hækkingin hevur
verið stór, ásannar Jákup Petur
Bærentsen.
sansir.fo
Topp 10 (8. okt. 2007 kl. 10.27)
Leikari
Reiður peningur Partabrævaogn
Ogn
Avkast
hanna21
214.562,07 kr.
1.497.050,00 kr.
1.711.612,07 kr.
+71,16 %
navijoe
64,44 kr.
1.678.842,00 kr.
1.678.906,44 kr.
+67,89 %
jubiijan
742.062,31 kr.
650.326,46 kr.
1.392.388,77 kr.
+39,24 %
Iacobescu
1.357.847,40 kr.
300,00 kr.
1.358.147,40 kr.
+35,81 %
Friang
22,30 kr.
1.325.587,00 kr.
1.325.609,30 kr.
+32,56 %
GoogleInvest
14,62 kr.
1.276.317,90 kr.
1.276.332,52 kr.
+27,63 %
BONDIN
5.895,50 kr.
1.240.785,50 kr.
1.246.681,00 kr.
+24,67 %
BeintaB
478.669,56 kr.
763.781,06 kr.
1.242.450,63 kr.
+24,25 %
dul
560,99 kr.
1.202.188,00 kr.
1.202.748,99 kr.
+20,27 %
mirjamvitalis
5.659,00 kr.
1.183.914,00 kr.
1.189.573,00 kr.
+18,96 %
Ofta hoyra vit bert um tey, sum vinna nógvan pening upp á
partabrøv. Tey sum tapa hoyra vit minni um. Í Íløguspælinum er
symmetri millum fremsta og aftasta spælara – annar vunnið góð 70
prosent, og hin tapt góð 70 prosent.