mánadagur 8. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 194 - 8. oktober 2007
Stutt Sagt
ST dregur
mark
Tann ovasti dómstólurin
hjá ST fer seinni í dag at
seta mark ímillum tey
bæði
miðamerikonsku
londini Honduras og Nika
ragua. Londini hava leingi
verið ósamd um, hvar
markið eigur at vera, og
ósemjan er í veruleikanum
eitt
stríð
um
góðar
fiskileiðir og oljuleiðir
nærhendis strondini. Bíð
að verður við spenningi
eftir úrskurðinum hjá ST,
men bæði londini hava
boðað frá, at tey fara at
virða avgerðina hjá dóm
stólinum.
Teir
báðir
forsetarnir skulu ætlandi
hittast á markinum, at ST
hevur ásett tað seinni í
dag.
Settu eld
á bygd
Fyri
nøkrum
døgum
síðani tók sudanski stjórn
arherurin ræðið í lítla
býnum Haskanita í lands
partinum Darfur, men í
gjár kunngjørdi STtals
maðurin í økinum, at
onkur hevur sett eld á
býin, og at umleið 15.000
fólk hava tikið til rýmingar
haðani. Enn hevur ST ikki
lagt ábyrgdina á nakran,
men eygleiðarar ivast ikki
í, at tað eru sudanskir
stjórnarhermenn og teir
illa kendu janjaweedupp
reistrarmenninir,
sum
hava sett eld á. Stríðið í
Darfur hevur nú vart í
fýra ár og hevur kostað
200.000 mannalív, og 2,5
mió. fólk eru rikin frá
húsi og heimi.
Ja til
fríhandil
Í miðamerikanska landi
num Costa Rica hevur ein
meiriluti tikið undir við,
at landið fær fríhandils
avtalu við hini miðamerik
onsku londini og við
USA. Á fólkaatkvøðu
tóku 52 prosent undir við
fríhandli, og 48 prosent
vóru ímóti. Tey, sum eru
ímóti, bera ótta fyri, at
fríhandilin fer at forkoma
teimum smáu fyritøkunum
og landbúnaðinum. Hini
siga, at júst smáfyri
tøkurnar og landbúnaðurin
fáa gagn av fríhandlinum.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg skilji ikki, at Tyler Peterson kundi fáa seg til at
myrða tey. Hann var so vinarligur
(ung genta í Crandon)
útlond
Hernaðarstýrið í
Burma hevur fingið
sær fleiri loynilig støð,
har líkini av deyðum
mótmælisfólkum og
øðrum verða brend.
Samdtundis verða
munkar jagstraðir
Ta seinastu vikuna hevur
burmesiski herurin brent
nógv lík á einari væl fjaldari
og væl vardari brennistøð í
landnyrðing úr Rangoon.
Eygnavitni siga, at tær
seinastu
næturnar
hava
fleiri bilar hjá herinum
koyrt aftur og fram ímillum
ta almennu líkbrennistøðina
í Rangonn og ta loyniligu í
landnyrðing úr býnum.
Bretska
blaðið
The
Sunday Times skrivaði í
gjár frá tí, sum blaðið
kallaði ”álítandi keldur”, at
tíðindini um líkbrenningina
eru eftir øllum at døma
sonn.
Í Rangoon ganga fleiri
ræðuligar søgur um fram
ferðina hjá herinum. Eitt nú
verður sagt, at fólk, sum
høvdu fingið skaða í mót
mælistiltøkunum,
vórðu
koyrd livandi inn í lík
brenniovnarnar. Útlendskir
eygleiðarar í Burma siga
seg hava hoyrt søgurnar,
men teir duga ikki at siga,
um hald er í teimum.
Fólk, sum búgva tætt við
vegin norðan fyri Rangoon,
siga, at óvanliga nógvir
lastbilar hjá herinum hava
verið at síggja har tær
seinastu næturnar.
Jagstra munkar
Blaðið The New Light of
Myanmar, sum er mál
gagnið hjá hernaðarstýr
inum, skrivar, at herurin
hevur
funnið
skotvápn,
lóður og knívar í fleiri av
teimum kleystrunum, sum
vóru miðsepil í mótmælis
tiltøkunum herfyri.
Blaðið ásannar, at herurin
veit ikki, hvørjir munkar
eiga vápnini, men at fleiri
munkar
eru
tiknir
í
sambandi við rannsóknir í
kleystrunum. Tað ljóðar
eisini, at fleiri munkar hava
latið seg úr tí eyðkenda
munkabúnanum
og
eru
flýddir úr kleystrunum, tí
teir eru bangnir fyri at verða
tiknir.
Ein kvinna, sum franska
tíðindastovan AFP hevur
tosað við, sigur, at hon
hevur játtað at fjala tveir
munkar, sum eru flýddir úr
einum kleystri.
Líkini verða brend í loyndum
Í lítla býnum Cran
don í amerikanska
statinum Wisconsin
eru fólk skelkað, eftir
at ein 20 ára gamal
løgreglumaður myrdi
seks ungfólk, sum
hildu veitslu
Tann 20 ára gamli løg
reglumaðurin Tyler Peterson
hevði frí, men miseydnaður
kærleiki fekk hann at fara til
hús eftir løgreglubyrsuni, og
við henni myrdi hann seks
ungfólk,
teirra
millum
fyrrverandu unnustu sína.
Tey seks, sum vóru í aldri
num 16 til 21 ár, vóru komin
saman at halda veitslu.
Aftan á illgerðina flýddi
Tyler Peterson, men tveir
tímar
seinni
kunngjørdi
Gary Bradley, borgaristjóri,
at løgreglan hevði skotið
hann, og at hann var deyður.
Tað búgva 2.000 fólk í
Crandon. Mong teirra kendu
Tyler Peterson, og tað fata
ikki, at hann skuldi fáa seg
til at fremja illgerðina.
Hann var so vinarligur,
og tað er ótrúligt, at hann
skuldi finna upp á nakað
slíkt, sigur ein ung genta við
CNN.
Tyler Peterson fór til hús
eftir byrsuni og myrdi seks
ungfólk
20 ára gamal
løgreglumaður
myrdi seks ungfólk
Hernaðarstýrið jagstrar mynkar, sum verða lagdir undir at fjala vápn