Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 8. oktober 2007 13 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mortan Petersen úr Hvítanesi Tvøroyri, andaðist leygardagin 81 ára gamal. Kistan fer úr kappelinum á Tvøroyrar sjúkrahúsi týskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju mikudagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Mortan, kunnu lata Eldrasambýlinum við Sýlánna eina peninga­ gávu. Konta í peningastovni. Andlát og jarðarferðir Tað kemur dátt við at frætta, at Ina Wessberg er farin, einans 67 ára gomul. Ina Wessberg var mær vitandi fyrsti føroyingur, sum var útbúgvin audiologiassistentur, og eftir at hava virkað uttanlands í mong ár kom hon heimaftur til Føroya og arbeiddi síni seinastu ár her. Tað er ongin loyna, at tá Ina kom heimaftur, var hoyrnardeildin illa fyri. Bergur Andreasen, sum í mong ár einsa­ mallur stóð við ábyrgdini fyri at laga hoyritól til og veita hoyribrekaðum tænastu á Skúlanum á Trøðni, hevði sagt seg frá, og hóast lærarar á skúlanum royndu at gera sítt besta, so var ongin at taka eftir Berg. Hoyrn­ ardeildin er sum ein lívlína hjá øll­ um, ið brúka hoyritól, og tað kendist ómetaliga ørkymlandi at vera hesa tænastu fyri uttan. Tá er tað, at Ina kemur í starv, og stutt eftir varð avgerð tikin um at flyta Hoyrnar­ deildina oman á Landssjúkrahúsið, har hon eisini meira natúrliga kann sigast at hoyra heima. Ina fór við eld­ huga og ómetaligum arbeiðssemi í holt við at skapa eina væl virkandi hoyriklinikk á Háskúlavegi og í hesum arbeiði var hon bæði miðvís og bráð. Hon vildi hava klinikkina so góða, sum til bar, og vildi skapa virðiligar karmar fyri tey hoyribrek­ aðu í Føroyum. Hennara yrkiskunn­ leiki og arbeiðssemi góvu úrslit. Í góðum samstarvi við oyrnalæknan eydnaðist Inu at fáa til vega eina hoyriklinikk, sum vit kunnu vera errin av. Hon nýtti allar snildir og tað var ikki óvanligt, at vit, sum tá vóru í nevndini fyri Felag fyri hoyri­ brekað, fingu álagt at gera okkurt fyri hoyriklinikkina, sum annars mátti haldast at vera almenn upp­ gáva. Men vit gjørdu tað fegin, tí eisini vit vildu bøta um umstøðurnar hjá teimum hoyribrekaðu í Føroyum. Ina vísti felagi okkara vælvild og tá norðurlendskur fundur varð hildin her í 2004 var tað ikki sørt, at hini londini misuntu okkum hetta sam­ starv og ta hjálp, vit fingu frá Inu. Eitt dømi um, hvussu treisk Ina kundi vera, var málið um atkomu til hoyriklinikkina. Hon kundi als ikki góðtaka, at koyristólar ikki sluppu inn á klinikkina og helmaði ikki í, fyrr enn lyfta var komin. Onnur høvdu kanska latið sær lyndað, at tað mundi fara at laga seg, men ikki Ina og sjálvandi hevði hon rætt. Ina kundi vera bersøgin, men vit vóru ongantíð í iva um, at hon vildi okk­ um sum viðskiftafólki væl, vildi gera sítt besta fyri okkum og brendi fyri sínum arbeiði. Tá hon fór frá, kundi hon lata eina vælvirkandi hoyriklinikk víðari til útbúgvið starvsfólk. Ta lutfalsliga stuttu tíð, sum Ina Wessberg arbeiddi á hoyri­ klinikkini, fingu vit, sum høvdu brúk fyri hennara hjálp, virðing fyri henni og fara at minnast hana við takksemi. Nicolina Dahl Inu Wessberg til áminningar Dagurin 9. oktober Dionysius, deyður umleið ár 258. Hann varð vígdur til bisk­ up av pávanum Fabiani og fór til Fraklands sum trúboðari. Varð saman við tveimum øðrum háls­ høgdur á tí staðnum, sum nú eitur Montmatre, ið merkir martýrfjallið Nú fórst tú góði vinur vár ta evstu foldarferð, tí renna stríð nú sorgartár, nú meira tú ei er. Tú vart so drúgvur for oss øll í tíni góðu gerð, har vælaspor um víðan vøll nú mynda tína ferð. Tú vinur tína vina var, tín hond var altíð nær við hjálp til góðan verndargarð, ið bygdi borð, sum bar. Títt heim var føgur fyrimynd for oss, sum sakna teg, nú lokað er tín lívsins lind á virknum foldarveg. Um lív títt bráðan enda fekk, so livir ljós tín lund, har tú sum vinur við oss gekk, til feigd tær beyð á fund. ­­­ Vit syrgdu sáran dagin tann, Lorensa fór um sýn at reiða ból for børn og mann, við bjørtum brúðarlín. ­­­ Um tómt nú kennist barndómsheim, tit tríggjar skulu vita, at tey, sum kyndu grúgvueim enn kunnu tykkum hita við kærleika sum fjálgur enn man móti tykkum renna, so tit við alsk til tykkar menn av nýggjum lívið menna. Tit eigi við várt vinalag úr tykkar hugnaðheimi hvørs hiti oss so mangan dag gav lív úr grúgvueimi. ­­­ Við tøkk for alt, sum lív títt gav, nú virkið lív er liðið, og ferð er gjørd um lívsins hav, vár vinur: “Hvíl í friði.” Unna & Petur Martin Sofus í Selvindi 30. okt. 1948 – 30. sept. 2007 -in memoriam Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Olav Askildsen Tórshavn so brádliga doyði og fór heim til Harran. Tøkk til fótbóltsvinirnar fyri hjálp, vitjan og troyst. Tøkk til politiið, starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum, og øll, sum við vitjanum, uppringingum og heilsanum hava troysta. Tøkk til organistarnar Árna og Jóannes, sangkórið í Ebenezer, Brynleif, talararnar Eivind, Zacharias og Poul fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini, og øll, sum komu til jarðarferðina. Tøkk til Almu og øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervið. Tøkk til øll, sum við blómum, kransum og gávum til Kristnastovu mintust Olav. Familjunnar vegna Herfríð, Eyðun, Svein, Anfinn, Sunlin og Ingun