mánadagur 8. oktober 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 194 - 8. oktober 2007
SJÓNARMIÐ
Magnus Isaksen,
sosialráðgevi á
Psykiatriska Deplinum
Í sambandi við Altjóða
Psykiatridagin 10. oktob
er verður her hugleitt um
psykiatriska arbeiðið og
viðgerð í Føroyum.
Ikki fyrr enn í 1970
varð verulig psykiatrisk
tænasta sett á stovn í
Føroyum, sonevnda
Statshospitalið, við
Árna Olsen, yvirlækna,
sum leiðara. Fyri ta tíð
vóru fólk við umfatandi
sinnisligari órógv við
gjørd á sjúkrahúsum í
Danmark.
Bústovnar
Viðgerðin tá var fyrst og
fremst givin á deildu
num á Statshospitali
num, og bert í heilt
lítlan mun vóru sosial
psykiatrisk tilboð at
finna. Karolina Petersen
byrjaði sum tann fyrsta
at útvega bústaðir til
fólk við sinnistrupulleik
um og fekk í lag vistar
heimið við Toftavatn og
vistarheimið í Havn.
Sinnisbati, stovnað í
1982, setti á stovn tvey
eftirviðgerðarstøð,
Sólteig og Eysturstræti.
Talan var um sjálvsogn
arstovnar riknir við
almennum pengum. Í
2001 var víst á, at í
sambandi við at eitt álit
um bústovnar til fólk
við sinnisligum trupul
leikum varð gjørt, at 77
fólk høvdu brúk fyri
bútilboði. Av hesum
búðu 40 liðugt viðgjørd
á psykiatrisku deildu
num á tí, sum nú eitur
Psykiatriski Depilin.
Restin búði hjá familj
uni. So her mátti okkurt
gerast. Uppgávan at
útvega fólki við sinnis
ligum trupulleikum bú
pláss, varð fyrisitingar
liga samanskipað í Stuð
ulsfólkaskipanina fyri
Vaksin og Deildina fyri
Sinnisveik. Hesin stovn
ur eitur nú Stuðulstæn
astan, og er partur av
Nærverkinum. Higartil
eru 2 sambýli við starvs
fólki alt samdøgrið sett
á stovn í Sandavági. Her
má sigast, at lokalsam
felagið hevur verið sera
positivt móti sambýlu
num. M.a. hava fleiri av
búfólkunum fingið
arbeiði niðursetta tíð.
Stuðulstænastan hevur
eisini tikið yvir eitt sam
býli á Bóndaheygi 3 í
Tórshavn frá Landssjúk
rahúsinum, har fólk við
sinnisligum trupulleik
um kunnu búgva til
leigu. Eftir at Stuðul
stænastan hevur yvir
tikið sambýlið, hevur
tað fingið navnið Sam
býlið við Heyggjar.
Nevnast kann í hesum
sambandi, at suðuri í
Vági var eitt tíðarskeið
eitt sambýli, ið Vágs
Býráð tók stig til.
Almanna og Heilsu
málaráðið er í ferð við
at byggja sambýli í
Tórshavn og ein
økisdepil suðuri í Vági.
Økispsykiatri
Tosið um økispsykiatri
tók seg upp í 1980un
um. Í 1987 kom Sinnis
bati við uppskoti um at
desentralisera psykia
trisku tænastuna í
Føroyum. Her var bæði
talan um bústaðir,
økispsykiatri og arbeiðs
tilboð. Í 1989 varð
August Wang, yvirlækni
settur sum økissálar
lækni. Seinni vóru eisini
hinir yvirlæknarnir tik
nir við í hetta arbeiðið. Í
1991 var psykiatriætlan
skrivað, har
økispsykiatri var
lyklaorðið. Ætlanin var,
at fleiri fakbólkar skul
du vera við í hesum
arbeiði, ið skuldi vera
tvørfakligt. Hendan
ætlan varð ongantíð
veruleiki, tí fíggjarliga
kreppan kom fyrst í
1990unum. Hon hevði
við sær, at allar nýhugs
anir á hesum øki vórðu
steðgaðar. Økispsykia
triska virksemið hjá
yvirlæknunum helt tó
fram til seinast í 1990un
um. Høvuðsorsøkin til,
at tað varð steðgað tá,
var at trupult var at fáa
yvirlæknar. Teir megn
aðu sostatt ikki bæði at
servisera psykiatrisku
deildirnar og at ferðast
runt í landinum.
Í hesum tíðum verður
av álvara byrjað aftur
við økispsykiatri. Sjúk
rarøktarfrøðingar verða
settir í starv á Psykia
triska Deplinum, men
skulu húsast saman við
heimarøktini úti í økju
num. Tær hava møgu
leika at brúka aðrar
fakbólkar á deplinum.
Hesir fakbólkar koma
sostatt at arbeiða bæði á
deplinum og úti í
økjunum.
Onnur tilboð
Heilt frá byrjan av vóru
aðrir fakbólkar enn
læknar og røktarfólk í
starvi innan psykiatrisku
tænastuna, og tilboðini
hava eisini verið fleiri.
Men trupulleikin hevur
verið samskipan. Tá so
nýggj psykiatriætlan
varð gjørd í 2002, bleiv
hugtakið heildarpsykia
tri sett í miðdepilin.
Hetta merkir, at viðgerð
in skal virka sum partur
av eini heild og merkir
eisini, at ymisku fak
bólkarnir og samstarvs
partarnir mugu arbeiða
tætt saman og samskipa
arbeiðið. Málið er, at
sjúklingurin kemur í
fokus, og at hann sjálv
ur setir orð á tað, sum
hann hevur brúk fyri.
Somuleiðis at avvarð
andi fáa ein virknan
leiklut.
Umframt tey tilboð,
sum Psykiatriski Depil
in hevur, hevur Stuðuls
tænastan eisini eina kafé
í Løkjatúni 1 á Argjum.
Kaféin virkar sum til
haldsstað fyri fólk við
sinnistrupulleikum, har
tey saman við stuðlum
kunnu skipa fyri ymisk
um tiltøkum. Arbeitt
verður við at skipa líkn
andi tilhaldsstøð kring
alt landið. Harumframt
hevur Stuðulstænastan
eitt stuðulstoymi, sum
fer út í heimini hjá brúk
arunum og veitir sosial
pedagogiskan stuðul.
ALV verkstaðið í
Havn hevur fleiri fólk
við sinnisligum trupul
leikum bæði í arbeiðs
roynd og í vardum arb
eiði. ALV hevur eisini
ætlanir um at fremja
eina størri verkætlan í
Eysturoynni, har psyki
atrisku brúkararnir vón
andi eisini kunnu fáa
arbeiði. Somuleiðis
hava fleiri fingið gleði
av ALV skúlanum við
Áir, har møguleiki m.a.
er at uppfríska sín kunn
leika og at taka 9. flokk
fólkaskúlans.
Sjúkrahúspsykiatri
Síðani psykiatrisku
deildirnar vóru bygdar
umleið 1970 er lítið
gjørt fyri at halda tær
viðlíka. Tey seinastu
árini hevur ein upphædd
verið sett á fíggjarlógina
til renovering av Lands
sjúkrahúsinum. Túrurin
er nú komin til Psykia
trisku deildirnar. Ein
arbeiðsbólkur hevur
gjørt tilmæli til lands
stýrismannin, ið nú skal
viðgera hetta í politisku
skipanini. Tað er ongin
ivi um, at um psykatri
ska virksemið í Føroy
um skal liva upp til
støðið í grannalondu
num, verður talan um
stórar íløgur. Somuleiðis
er greitt, at um talan
skal verða um eina
vælvirkandi og ration
ella heildarpsykiatri, eru
hesar íløgur neyðugar.
Psykiatrilóg
Tann lóggávan, sum
psykiatriin verður skip
að eftir, stavar heilt frá
1938.
Tað hevur leingi verið
tosað um, um vit skulu
tillaga donsku lógina
ella gera eina serstaka
føroyska lóg. Nú verður
tað so til tað, at danska
lógin verður tillagað.
Tað er eingin ivi um, at
hetta verður stórt fram
stig, serliga fyri rættar
trygdina hjá sjúklingu
num. Tað skal sigast, at
í praksis hevur í stóran
mun verið roynt at liva
upp til nútíðarkrøv á
hesum øki á Psykiatri
ska Deplinum, men nú
sær út til, at lóggáva
eisini verður dagførd.
Hetta er bert at fegnast
um.
Niðurstøða
Sum skilst eru stórar
avbjóðingar fyri framm
an, bæði fakliga við at
samskipa tey tilboð,
sum eru í og uttan fyri
psykiatriska økið, og
eisini politiskt við at fáa
játtanir til at nútíðargera
virksemið á Psykiatriska
Deplinum og til at bygg
ja út við bústovnum,
veristøðum o.t.
Sum er, tykjast jaligir
vindar at blása bæði
millum tey, ið varða av
psykiatriini og í tí polit
iska umhvørvinum. Um
hetta heldur fram, hava
vit um nøkur ár vón
andi eina dagførda
psykiatri, sum vit kunnu
vera stolt av
At enda vil eg nevna, at
tann vælvild, ið víst
hevur verið psykiatriska
økinum, m.a. hevur
gjørt, at til hevur borið
at fara í gongd við at
eftirútbúgva fólk. Hetta
hevur havt alstóran týdn
ing fyri fakliga umhvør
við og fyri trivnaðin hjá
starvsfólki í psykiatriini.
Eftirútbúgvingin verður
fyriskipað í samstarvi
við “Psykiatrien i
Århus Amt”. Ein bólkur
við meira enn 20 er lið
ugur, og tey næstu byrja
eftirútbúgving nú til
heystar.
Psykiatri í Føroyum á einum vegamóti
Grýtan í Tórshavnar
kommunu kókar ikki eins
hart, og grýtan í
KirkjubøarVelbastaðar
kommunu gjørdi á sinni,
tá tú sat sum formaður
har.
Skal eg siga mína mein
ing um støðuna tá, og tað,
tú ikki kunnaði um í tíni
tíð, so turrkókaði tú grýt
una uttan at koma á mál.
Nú veit eg ikki, hvussu
nógv skil tú hevur fyri
búskapi. Men eitt kann eg
vissa teg um, og tað er, at
vit, sum her stýra, kenna
okkara ábyrgd og skyldur.
Vit eiga øll at frøast
um, at vit eru partur av
eini kommunu, sum vil
nakað, ið hon eisini
megnar.
Eg fái meg ikki at
trúgva, at tú av fullum
hjarta meinar tað, tú
skrivar, nú Tórshavnar
kommuna hevur útbygt
alt tað fyri Vestan, sum tú
í tíni formanstíð ikki
megnaði, og vit nú skulu
víðari við hinum
partinum av kommununi.
Tú hevur uttan iva lagt
merki til, at vit hava
útbygt fyrrverandi
KirkjubøarVelbastaðar
kommunu nógv meira,
enn avtalað varð í
samanleggingarskjalinum.
Eitt kann eg vissa teg
um, Anfinn Brekkstein,
og tað er, at vit helma
ikki í, fyrr enn vit hava
eina væl útbygda
kommunu við nøgdum
borgarum, ið síggja eina
bjarta framtíð.
Góði Anfinn Brekkstein
borgarstjóri í
Tórshavnar
kommunu
Heðin
Mortensen
Skattalættarnir seinastu
árini eru útskeldaðir, men
ímyndi tykkum lættarnar
fyri uttan.
Skattalættar hava stóra
rúmd í politiska orðaskifti
num. Tykist nú, sum allir
flokkar, uttan Fólkaflokk
urin, renna undan skatta
lættunum. Allir hava verið
við til skattalættarnar sein
astu 12 árini.Tað eiga flokk
arnir at verða stoltir av.
Síðan skattatrýstið topp
aði í 1994 er skatturin mest
sum á hvørjum ári lækkað
ur. Fyri at samanbera, hava
vit frá fíggjarmálaráðnum
fingið samanbering av hvat
fólk skuldu goldið í skatti í
dag, um eingin skattalætti
var komin síðan 1994.
Við óbroyttum skattatrýs
ti hevði eitt verkafólk við
40 tíma viku skula goldið
30.260 kr meira í skatti,
enn tey gera í dag. Starvs
mannaløn og hondverkarar
høvdu goldið 36.587 kr
meira í skatti. Lág og með
alinntøkur høvdu havt uml.
kr. 3.000 minni at liva fyri
um mánaðin. Ein má spyr
ja, hevði bót verið á borðið
um hetta skattatrýst fram
vegis var galdandi? Nei,
skattalættarnir eiga vit øll
at vera stolt av.
Nú skuldi ein trú, at lands
kassin hevði fingið nógv
minni inn. Nei, hesa tíðina
eru inntøkur landskassans
meir enn tvífaldaðar.
Skattalætti gevur meira
vælferð
Taka vit bert seinastu 4
árini, har samgongan hevur
lækkað skattin við eini
upphædd, sum svarar til
240 mió. kr. Eru inntøkur
landskassans minkaðar?.
Nei, tvørturímóti. Seinastu
4 árini eru inntøkur lands
kassans vaksnar við
1.000.000 mió. Kr. Við at
nýta 240 mió til
skattalætta, hava vit fingið
1 milliard í meira vælferð.
Endamálið við skatta
lættum er, at tað skal loysa
seg at arbeiða. Fólk skulu
fáa “loyvi” til at brúka eitt
sindur meir av sínum egnu
pengum. Vit skulu fáa
búskapin at vaksa. Vøkstur
gevur vælferð. Skattalætti
einsamallur, kann ikki geva
fullan vøkstur. Uttan skatta
lættan bremsa vit tí fram
burði vit hava. Fólkaflokk
urin vil, at vøksturin skal
halda fram.
Kr. 30.260 meir til verkafólkið
formaður
Fólkafloksins
Jørgen
niclasen