mánadagur 8. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 8. oktober 2007
11
Peningur er nú settur
av á fíggjarlógini
til at fara í gongd
við at føroyska eitt
úrval av væl umtóktu
barnafilmunum, ið
annars verða keyptir
í hvørjari sølubúð
á útlendskum máli.
Landsstýrismaðurin
í mentamálum hevur
tikið áheitan mína
til eftirtektar, um at
taka hetta neyðuga
stig til at styrkja um
málsligu styrkina og
harvið lesiførleikan
hjá okkara smæstu
Vit foreldur kenna øll støð
una. Hetta við teimum trim
um valmøguleikanum á
sjónvarpsskíggjanum.
Skulu vit velja danskt,
enskt ella kanska íslendskt
mál, tá vit loyva okkara
smáu børnum at síggja ein
annars frálíkan barnafilm,
ið vit júst hava keypt sum
ítskoyti til tær mongu frá
líku barnabøkurnar, ið
tíbetur eru á føroyskum.
Ongin av hesum val
møguleikum er tann rætti.
Tvørturímóti kunnu teir
avlaga málførleikan. Og vit
síggja tað enntá javnan, at
børnini velja eitt fremm
andamál framm um móðir
málið, tá tey spæla saman.
Játtan sett á fíggjarlógina
Vón er tó fyri framman. Tí
í góðum samstarvi við
landsstýrismannin í menta
málum hevur nú eydnast at
skapt møguleika fyri at fáa
flutt nakað av fjølbroytta
og góða margmiðlatilfari
num til tey smæstu yvir í
føroyskt mál.
Enn er upphæddin til
hetta arbeiðið ikki tann
heilt stóra. Men 400 túsund
krónur á fíggjarlógini fyri
2008 eru í øllum førum ein
byrjan, tá vit hugsa um, at
vit í hesum føri byrja frá
ongum.
PISA og førleiki
Nógv umrødda PISA kann
ingin staðfesti, at næming
arnir í føroyska fólkaskúla
num hava ilt við at lesa ein
tekst og at skilja innihaldið
í tekstinum. Hetta er ein
rættiliga álvarsamur trupul
leiki, ið vit øll áhaldandi
eiga at leggja nógva orku í
at basa.
Eftir tilmæli frá Lærara
felagnum og Mentamála
ráðnum hava vit longu
tikið fleiri ítøkilig stig.
Peningur er játtaður til hæg
ri tímatal í fólkaskúlanum,
serliga til teir yngstu næm
ingarnar. Hetta við teirri
grundgeving, at serkøna
ráðgevingin hevur staðfest,
at grundleggjandi førleikar
nir verða best mentir með
an børnini eru heilt ung.
Serfrøðin hevur eisini
mælt til at styrkja munandi
um undirvísingartilfar á
føroyskum máli til allar
lærugreinir í fólkaskúla
num. Hesum hava vit tikið
ítøkilig stig fyri við at
hækka játtanina til Skúla
bókagrunnin og harvið vón
andi til føroyskar
skúlabøkur.
Roykja á føroyskum og
lurta á donskum
Áðurnevndu tiltøk eru øll
bæði skilagóð og neyðug.
Men eg eri sannførdur um,
at skulu vit veruliga taka
tøk fyri lesiførleikanum,
skulu vit eisini náa børnu
num, ið enn ikki eru farin í
skúla. Tí er avgerandi neyð
ugt at fáa flutt ein tann
besta partin av frálíka út
lendska margmiðlatilfari
num yvir í føroyskt til tey
smæstu.
Hví var tað á sinni avger
andi neyðugt at fáa umsett
donsku ávaringarnar á
tubbakspakkunum um
“kræft” og “blodprop” til
føroyskt fyri føroyska
roykjaran, meðan vit fram
haldandi skulu góðtaka, at
okkara smáu børn uppliva
ævintýrheimin og films
verðina ígjøgnum danskt,
enskt ella íslendskt mál?
Vaksa um dýrgripin
Filmur og margmiðlatilfar
annars eru umframt bøkur
nar við til at menna børn,
um vit halda okkum frá
bara at nýta tað sum barna
gentu. Vit hava tíbetur
barnasendingar á føroysk
um bæði í útvarpi og sjón
varpi. Harumframt syrgja
dugnaligir sjónleikarar og
umsetarar fyri, at ein part
ur av útlendska barnatilfari
num verður umsett og sent
í sjónvarpinum.
Hetta er kortini ov lítið,
og tilfarið er bert atkomiligt
ávísar klokkutíðir, tá Kring
varpið velur at senda tað.
Tí er tað ein politiskur
sigur, at tað nú á fyrsta
sinni er eydnast at seta
pening av – hóast avmark
aða mongd – at fáa umsett
part av modernaða barna
tilfarinum og fáa tað givið
út, so at børnini ikki bert
renna seg í útlendskt tilfar á
bókasavninum, bensinstøð
ini og matvøruhandlinum.
Við hesum sleppa vit
vónandi við tíðini undan,
at ein partur av spælinum
hjá børnunum gongur fyri
seg á fremmandum máli.
Vit fáa vónandi styrkt lesi
førleikan og móðirmálið.
Og harumframt fáa vit
stuðlað dugnaligu føroysku
sjónleikarunum fíggjarliga,
við at lata teimum hesa
uppgávu.
Dysturin nú er at virka
fyri, at upphæddin veksur
frá teimum 400 túsund
krónunum upp á eitt nøkt
andi støði. Tað fari eg at
leggja stóra orku í, um
veljarin vísir mær álit at
halda fram eitt valskeið
afturat.
Barnafilmar á føroyskum ítøkiligt stig nærri veruleikanum
løgtingslimur
John
Johannessen
Tað sum nú verður funnist
at, er dómarnir,sum
bíblian talar um. Okkurt
verður tikið fram,og sagt
verður at tað kann ikki
vera orð Guds, Sagt
verður at nógv gott er í
bibliuni, men slíkt kann
ikki vera frá Gudi.
Fara vit at taka alt burtur
í bíbliuni, sum handlar um
dóm Guds yvir gudloysi,
verður ikki nógv eftir, tað
veit ein og hvør, sum kenn
ir sína bíbliu. Jú vissuliga
er øll bíblian frá Gudi og
ikki bert partar av henni.
Vit mugu góðtaka alt, sum
skrivað stendur. Eisini tað
sum vit helst vildu sloppi
frá at góðtaka, tí tað tykist
so ræðuligt at hugsa um,
sum menniskja. Gud er so
langt omanfyri okkum, vit
mugu ikki ditta okkum til
at seta hann uppá pláss.
Hann hevur opinbera seg
so týðuliga fyri okkum
menniskjum gjøgnum sína
tigandi talu, skapanarverk
ið, og gjøgnum sítt innblás
ta orð , skriftirnar. Har tal
ar hann ,við profetum sín
um í gamla testamenti og
ápostlum sínum í nýggja
testamenti, til okkum
menniskju. Har sigur hann
okkum, hvussu heilagur
hann er, har kunngerð
hann sínar ræðuligu
dómar, fyri at fá
menniskja at venda við,
men har hevur hann eisini
sagt okkum frá tí frelsu,
sum hann gevur óforskilt
fyri einki, til ein og hvønn,
sum tekur við henni. Tá ið
vit hugsa um teir ræðuligu
dómar, sum bíblian sigur
frá, eigur tað at venda tonk
um okkara til líðingar Krist
usar, teir ræðuleikar, sum
Jesus Kristus mátti ígjøgn
um júst fyri at bjarga okk
um undan dómi Guds.
Jú dómarnir, sum vit lesa
um í bíbliuni komu yvir
menniskju fyri syndir sum
vóru gjørdar, og teir dóm
ar, sum bíða hesum heimi
fara vissuliga at koma,
soleiðis sum skriftirnar
siga okkum.
Viðhvørt verður sagt um
menniskju, at tey eru so
dømandi. Víst verður á Jes
us, sum elskaði og hevur
sagt, at vit skulu elska osf..
Men eingin hevur tosa mei
ri álvarsligt um dóm enn
nettup Jesus. Tað er eisini
Jesus sjálvur ,sum sigur, at
eins og tað var á døgum
Nóa og Lots, soleiðis skal
verða á døgum menniskja
sonarins. Lat okkum ikki
gloyma hatta. Tað stendur
ein øðiligur dómur fyri
framman. Europa sleppir
ikki undan. Einasta vón
fyri okkum er at venda við
og trúgva á Jesus til fyri
geving syndana. Hjá hon
um eru vit trygg, nýtast
ikki at óttast fyri tí,sum
kemur yvir henda heim.
Jesus sigur tað soleiðis, tá
ið hann talar um endatíð
ina: “Men tá ið tit hoyra
um hernaðir og frætta
hernaðartíðindi, tá latið
tykkum ikki ræða! Tí so
má verða. Markus 13,7.
Tí er umráðandi at
flýggja til Kristus, ongan
tíð ov skjótt. Hann gav sítt
lív fyri at bjarga okkum
undan dóminum.
Bíblian aftur fyri
hørðum ágangi
RichaRd
danielsen
Ynskja vit ein fólkavøkstur
í Føroyum, mugu vit seta
familjuna á dagsskránna.
Vit hava ikki sæð nógv
til familjupolitikkin hjá
sitandi samgongu. Ynskja
vit at gerast fleiri búgvandi
í Føroyum, og harvið fáa
eina størri arbeiðsmegi,
eiga vit at geva tí einstøku
familjuni góðar umstøður
at liva í okkara landi.
Vit eiga at arbeiða fyri at
familjan kann vaksa, uttan
at tað skal gerast ein pen
ingarlig forðing.
Fleiri vit eru at bera
byrðarnar, lættari er at fáa
framgongd í búskapinum
og harvið størri
arbeiðsmegi.
Hyggja vit eftir fólkatali
num trý tey seinastu árini,
síggja vit ikki nakran ítøk
iligan vøkstur. Í mai 2007
búðu 48.296 fólk í Føroy
um, og er tað ein vøkstur
við bert 93 fólkum.
Greitt er, at vilja vit
verða 80.000 fólk um 20
ár, má okkurt meira ítøki
ligt gerast, so familjan fær
betri møguleikar at liva her
heima.
Vit skulu sjálvandi eisini
gera tað møguligt hjá fólki
at flyta til Føroyar, men vit
mugu fyrst og fremst
hugsa um tey, ið longu eru
búgvandi her.
Vit eiga t. d. at gera tað
møguligt fyri familjuna at
konan ella maðurin kann
vera heima í eitt ár við
fullum rætti at fáa barsils
pening alt árið, at fáa dup
ultan barnafrádrátt, tá ið
triðja barnið kemur, og at
lætta um við flutningi,
sum Miðflokkurin fyrr
hevur skotið upp.
Møguleiki skal vera fyri at
keypa ein familjubil
bíligari, sum er bæði
tryggari og lættari, hjá
einari familju at nýta.
Við tí politikki, sitandi
samgonga setur á dags
kránna, verður ikki hugsað
nógv um familjuna, men
ivamál er ikki í, at vit fara
at hoyra somu samgongu
flokkar lova familjuni
bæði gull og grønar skógir,
nú tað fer at stunda móti
einum nýggjum
lógtingsvali.
Sum gongdin er nú, er
ikki møguligt fyri meira
enn einum ávísum vøkstri,
tí vit hava ikki nokk av
arbeiðsmegi.
Miðflokkurin hevur ta
áskoðan, at familjan er
hornasteinurin í samfelag
num og setur tí altíð familj
una á dagskránna. Tíðin er
nú komin til eitt vaktar
skifti, so at hetta kann
setast í verk.
Familjan er hornasteinurin í samfelagnum
VinJaRd
Johansen
Fíggjarætlanin hjá Tórs
havnar kommunu ber brá
av respektleysum fíggjar
politikki og vantandi tálm
ning av rakstarútreiðslum.
Tað er púra burturvið at
økja rakstarútreiðslurnar
við 40 millónum krónum
og íløgurnar næstan tað
tvífalda – og so enntá at
brúka av innistandandi í so
góðum tíðum. Tað vísir
seg, at borgarstjórin og
samgongan trúgva, at trøini
vaksa inn í himmalin.
Hetta er respektleyst og eitt
klassiskt dømi um, at
býráðsmeirilutin hevur
mist tamarhaldið á
kommunubúskapinum.
Tað prógvar í øllum
førum henda fíggjarætl
anin, sum fer at leggja enn
størri trýst á fyrisitingina,
sum frammanundan er
undir ivaleysa stórum
trýsti, tí virksemið í
kommununi jú er so stórt.
Tá tú ert valdur til at
umsita skattaborgarans
pening, er neyðugt at vísa
virðing og respekt, men
her er býráðsmeirilutin við
Javnaðarflokkinum og
Tjóðveldinum tvørturímóti
farin at reka hasarderaðan
fíggjarpolitikk, ið nóg illa
tolir at bera heitið
fíggjarpolitikkur. Her er
virðingin og respektin fyri
skattaborgaranum sett
fullkomuliga til viks.
Tað er ábyrgdarleyst at
brúka av innistandandi í so
góðum tíðum, samstundis
sum hetta er eitt tekin um
sjúkan fíggjarpolitikk, har
raðfesting, tolsemi og
politiskar visjónir als ikki
eru til staðar. Alt hetta
verður ofra, tí alt skal
henda her og nú – kosta,
hvat tað kosta vil!
Tak kókið av grýtuni, Tórshavnar kommuna!
annfinn
BRekkstein
viðmerkingar