mánadagur 8. oktober 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 194 - 8. oktober 2007
Sosialurin
Leiklutur Danmarkar
í ES máli
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Per Stig Møller má koma við einum boði
uppá leiklut Danmarkar við atliti at betri og
tættari samstarv Føroya við ES og EFTA. Men
almenningurinn má eisini kunnast betri um
royndir landsstýrisins í so máta.
Tað er ikki sørt áhugavert, at Per Stig
Møller, danskur uttanríkisráðharri, vitjar
í Føroyum í døgunum 9. og 10. oktober.
Løgmansskrivstovan boðar frá, at fundir
millum løgmann og uttanríkisráðharran verða
úti í Tinganesi. Á skránni er nógv áhugavert
eitt nú føroyska sambandið við ES og EFTA.
Harafturat verður dagførd kunning um aktuell
mál.
Ásannast má, at fundarevnini eru sera
aktuel, og at tað er í tøkum tíma, at hesi
evni verða tikin upp. Meðan alt Europa, tað
veri seg limalond so væl sum lond uttan fyri
ES samstarva um at kalla alt millum himmal
og jørð, so liggja Føroyar uttan fyri hetta
samstarv. Vit selja fisk, fiskaúrdráttir og annað
gott úr okkara reina og heilsugóða umhvørvi,
og annað samband hava vit eftir øllum at
døma ikki. Tann lyftisgrein um annað samstarv,
sum er í handilssáttmála Føroya við ES tykist
ikki verd tað pappír, ið hon er ritað á. Hóast
føroyskir myndugleikar í áravís hava strongt
á at fáa í lag samstarv við ES um gransking,
útbúgving, mentan og loftferðslu, so eru vit
eftir øllum at døma ikki komin úr stað.
Henda støða er ikki haldgóð, og henda støða
kann ikki halda fram. Nú má almenningurin
hava at vita, hvat ið er galið. Er tað ES,
sum als einki vil hava við okkum at gera?
Eru tað okkara samráðingarfolk, sum ikki
duga at ”selja vøruna”, ella er tað okkara
statsrættarliga støða, sum forðar fyri samstarvi
um annað enn at keypa og selja fisk og
fiskaúrdráttir? Ella er tað so galið, at tað er
Danmark og danska uttanríkisráðið, sum liggja
í buktini? Hvør er leikutur Danmarkar í hesum
máli? Hvussu gongur við EFTA málinum?
Hvussu ber tað til, at løgmaður setur alla
sína prestisju inn á hetta mál, og so hendir
eftirfylgjandi púrt einki? Almenningurin,
vinnan, granskingin, lærdómssetrini o.m.o.
hava nú bíðað so leingi eftir einari avkláring
av ES málinum, at bíðast kann longur.
Almenningurin hevur krav uppá at fáa púra
greitt at vita, hvørjir trupulleikarnir við atliti
at okkara trótandi samstarvi við ES eru og
um vit fáa ta hjálp og tann diplomatiska og
politiska stuðul úr Danmark, sum vit hava
krav uppá. Vónandi eru vit vorðin klókari, tá
uttanríkisráðharrin er farin av aftur landinum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Skjótt farna tíðindavikan
hevur givið eina sera
hugvekjandi og góða mynd
av monnum í politikki.
Vikan byrjaði við fram
løgu um alternativan
flogvøll. Alt eftir um hann
verður í Søltuvík ella á
Glyvursnesi verður kostn
aðurin fyri henda flogvøll
mettur til ávikavist 960
milliónir ella 1,68 milliard.
Í sama viðfangi verður
nevnt, at nú er klárt at
útbyggja Vága floghavn,
alt gott um tað. Kostnaður
in fyri hesa neyðugu
útbygging er umleið 440
milliónir. Annars lendi
sjálvur Clinton, fyrrverandi
forseti í USA á flogvølli
num í vikuni, so støðan við
einum flogvølli er ikki
verri enn so.
Seinni í somu viku kom
næsta boðið, altjóða flog
havn í Nólsoy – hetta
krevur undirsjóartunnil til
Nólsoyar – men tað er í
lagi sigur borgmeistarin í
Tórshavn. Kostnaðurin av
hesum báðum íløgum er
ikki kannaður enn.
Eisini hesa vikuna var
Sandoyartunnilin á skrá.
Ein tinglimur sigur, at
hann vil slíta samgonguna
verða ikki pengar settir av
til henda tunnil, her og nú.
Kostnaðurin fyri Sandoyar
tunnilin liggur upp ímóti
milliardini. Fyri ordans
skyld skal nevnast at ein
maður, Magni Laksafoss
fíggjarmálaráðharri hevur
sagt, at hann meinar henda
íløga eigur at bíða.
Dagin eftir kemur triðja
boðið, tunnil og flogvøll í
Svínoy. Tunnilin kostar
bara 250 milliónir so tað er
upplagt at tvinna hendan
saman við einum flogvølli.
Hetta hugskoti kemur frá
varaborgmeistaranum í
Klaksvík.
Nú tíðindavikan er um at
enda harmast borgarstjórin
á Viðareiði, at tunlarnir
norður um Fjall verða
útsettir, tí peningur er bert
settur av til framhaldandi
prosjektering av tunlunum
á fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2008. Ein og ein hálv
millión krónur til framhald
andi prosjektering av
tunlunum norður um Fjall.
Sum rosinan í pysluenda
num er landsbankastjórin í
tíðindunum og sigur nakað
soleiðis.
”Tær umleið 1270 milli
ónir krónur, sum landskass
in fekk við at selja tveir
triðingar av Føroya Banka,
standa í Landsbankanum
og gera, at gjaldførið í
landsbankanum nú komið
líka uppum tvær milliardir.
Tað eru góðar 500 millión
ir krónur meira enn
minstainnlán, men peng
arnir komu á eitt turt stað,
tí áðrenn Føroya Banka
søluna var gjaldførið langt
niðan fyri minstainnlánið.”
Kanska hoyrdi ongin
hann?
Hesir menn, ið her eru
nevndir eru ikki tiknir fram
sum annað, enn eitt dømi
um menn í politikki, í
hvussu er hesa vikuna.
Ongin er betri enn annar,
uppskot um millióna og
milliardaupphæddir til grót
og betong kemur úr øllum
flokkum. Eitt felagseyð
kenni er, allir eru menn.
At enda, vil eg sitera ein
viðmerkjara á Norðlýsi
num, (kyn ikki upplýst), ið
sigur:
”Hví ikki tað, ein í Svíni
og ein í Nólsoy, ein í Søltu
vík, ein á Glyvursnesi, ja
og ein alternativan í
Vágum, og kanska ein í
Suðuroy, so kan mann
kalla Føroyar (Aviation
Island) Nei hugsa heldur
um tey veiku gomlu, sjúku
og so kanska børnini, har
er nokk at brúka pengar
til.”
Álvaratos, nú má vend
koma í!
Menn í politikki
Demokratia
EyðgUNN
SAMUELSEN
Bygningarnir í føroyska
sjúkrahúsverkinum hava
havt eina langa søgu við
krotusmiði og forfalli. Men
seinastu árini er ein miðvís
nýbygging og útbygging
farin fram soleiðis, at nú er
komið til Klaksvíkar
Sjúkrahús.
So vítt eg minnist, so
varð tað táverandi lands
stýrismaðurin í heilsumál
um, Jóannes Eidesgaaard,
sum setti eina kanningar
nevnd av serkønum innan
kanning og viðgerð fyri at
gera ein úrskurð um hølis
viðurskiftini í føroyska
sjúkrahúsverkinum.
Nevndin kom til ta niður
støðu, at tað stóð illa til og
at verst var á Suðuroya
Sjúkrahúsi. Niðurstøðan
varð so brúkt sum grundar
lag fyri at seta skøtil á tað
stórverk sum kom, at verða
endurnýggjan og nýbygg
ing at verkinum.
Av tí at viðurskiftini á
Tvøroyri vóru út av lagi
vánalig varð byrjað har, og
í 1995 stóð eitt nýtt og
snotuligt Suðuroyar Sjúkra
hús klárt at flyta inn í.
Hetta varð ein stórur dagur
fyri suðuroyingar og ikki
ein minni stórur dagur fyri
sjúkrahúsverkið og Føroya
folk.
Næsta átakið varð so
Landssjúkrahúsið og longu
í 2004 stóð reysti Gbyggn
ingurin við hølum og tól
um til reiðar at taka ímóti
vónfulla starvsfólkinum.
Síðani hevur ein miðvís
umbygging av eldra parti
num av sjúkrahúsinum
farin fram. Einar 35 milli
ónir árliga í eini 10 ár
tykist at verða málið.
Nú er so tíðin at enda
komin til at byggja nýtt
sjúkrahús í Klaksvík. Í ár
kom so “Álit um framtíðar
sjúkrahúsverk í Føroyum”,
sum millum annað ræður
til munandi ábøtur á byggn
ingarnar á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi fyri at klára
komandi avbjóðingar.
Landsstýrismaðurin í
Almanna og Heilsumanna
ráðum, Hans Pauli Strøm,
hevði tí á fundi ta viðmerk
ing, at skøtil skuldi setast á
Klaksvíkar Sjúkrahús í
2009. Hetta vil siga um
gott og væl eitt ár. Farið er
tí í gongd við at fáa pening
til at projektera hetta verk.
Starvsfólkið á Klaksvík
ar Sjúkrahúsi hevur longu í
drúgvum bólkaarbeiði
gjørt eitt tilmæli til leiðsl
una viðvíkjandi metta
tørvinum. Í løtuni verður
so bíðað eftir eini minni
játtan frá Landsstýrinum
fyri at seta gongd á málið.
Hetta eru góð tíðindi fyri
borgarnar í Norðuroyggj
um, Eysturoy og restini av
Føroyum. Tað nýggja
Klaksvíkar Sjúkrahús
verður sostatt tann seinasti
luturin í nýggju og fram
komnu karmunum um
Sjúkrahúsverk Føroya.
Nýtt Klaksvíkar Sjúkrahús
yvirlækni
JÁKUP
PEtERSEN