Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 194 - 8. oktober 2007 útbjóðararnar, sigur hann. Brosma og longa Jógvan Gregersen sigur, at seinastu trý árini hevur tað verið torført at fingið nakað serligt burtur úr brosmu og longu sum saltfiski. - Ráfiskaprísirnir á hes- um fiskasløgum eru øktir við í minsta lagi 2-3 krónur seinastu fáu árini, men hin- vegin hevur verið torført at fingið meira fyri lidnu vør- urnar á marknaðinum, sigur hann. Stjórin vísir á, at Vaðhorn lítið og einki hevur fingið burtur úr brosmuni og long- uni síðan 2004, tá ráfiska- prísirnir øktust lutfalsliga nógv meira enn marknaðar- prísurin fyri lidnu vørur- nar. - Tað er altíð ein kampur at virka í fiskivinnuni. Við- hvørt tjenar tú eitt sindur, og aðrar tíðir tjenar tú ein- ki. Einki serligt Jógvan Gregersen sigur, at árið í fjør ikki var nakað at reypa av hjá Vaðhorn, og hann hevur ikki tær stóru vónirnar til nakað serligt úrslit í ár heldur. - Tað verður helst ein spurningur, um vit megna at fáa avlop í ár, sigur stjór- in á Vaðhorn. nnlækna Oddmar Færø, tannlækni og Tordur J. Niclasen, borgarstjóri, undirskriva sáttmála um tvey ára samstarv - Vit hava gjørt avtalu við eitt virki í Portugál um at garva skinnini fyri okkum, og tí kunnu vit nú bjóða okkum at keypa føroysk seyðaskinn, sum ann- ars høvdu endað í brenniovnunum, sig- ur Árni Brattaberg, stjóri í Sirri Marknaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú nøkur fjøll longu eru gingin, og onnur standa fyri, røktist einki fyri, at nakar bjóðaði seg fram at keypa seyðaskinn í ár. Um eingin keypari meldaði seg, endaðu øll skinnini á brenni- støðunum í Havn og Leir- vík. Men soleiðis verður ikki kortini. Nú hevur ein keypari sagt seg vilja keypa øll væl hag- reidd og saltaði seyðaskinn, sum koma frá flettingini í heyst. Keyparin er Sirri hjá Árna Brattabergi. Garvast í Portugál Árni sigur, at fólk, sum hava seyð at fletta, hava heitt á hann um at finna onkran møguleika, soleiðis at sleppast kann av við skinnini. - Vit hava nógv sambond kring um heimin, og nú hava vit gjørt avtalu við eitt virki í Portugál sum garvar um at garva øll væl hagreidd seyðaskinn fyri okkum, sum vit kunnu keypa í Før- oyum. Stjórin í Sirri vísir á, at lít- ið og einki fæst fyri saltað seyðaskinn í útlandinum, og tí er neyðugt at gera mei- ra við tey, áðrenn tey kunnu seljast fyri nakað serligt. - Skipanin verður hon, at virkið í Portugál nú fer at garva skinnini fyri okkum, sum síðan letur virkið okk- um tey aftur at selja til aðrar keyparar. Hann sigur, at felagið nú fer at leita upp marknaðir fyri garvaðu skinnunum. Serkøn fólk Seyðaskinnini skulu verða íligin, áðrenn tey verða heintað í bingjur, og tí verð- ur móttøkan helst í viku 47 – ella umleið 20. novem- ber. Árni Brattaberg sigur, at tvey fólk, sum starvast á virkinum í Portugál, koma til Føroya at standa fyri mót- tøkuni. At fólk koma higar, er fyri at tryggja, at skinnini, sum keypt verða, eru í lagi. - Vit fara at keypa úr øll- um landinum, og seinni fara vit at kunna um, hvussu sjálv móttøkan verður skip- að. Stjórin sigur, at felagið hevur gjørt av at lata 20 kró- nur fyri hvørt skinnið aftur- fyri Sirri-vørur, og tá fólk vilja hava pengarnar út, fáa tey 10 krónur fyri hvørt skinnið, ið er væl hagreitt. Fólk vita... - Tey, sum fletta, vita, hvus- su skinnini skulu hagreiðast. Vanligt er at siga, at eini trý kilo av salti fara til hvørt skinnið. Men hetta nýtist ikki at vera nýtt og óbrúkt salt. Tað ber væl til at salta við brúktum salti, sum fellir frá á fiskavirkjunum, sigur Árni Brattaberg, stjóri í Sir- ri, sum fegnast um, at rávør- an, sum seyðaskinnini eru, ikki endar í brenniovnun- um. Sirri keypir seyðaskinn - Vit fara at keypa úr øllum landinum, og seinni fara vit at kunna um, hvussu sjálv móttøkan verður skipað, sigur Árni Brattaberg, stjóri í Sirri Sirri letur 20 krónur fyri hvørt skinnið afturfyri Sirri- vørur – og 10 krónur, tá fólk heldur vilja hava peningin Kenna seg vælkomnan til Klaksvíkar Klaksvíkar Kommunu fer nú at gera sítt til at nýggir borgarar skulu kenna seg vælkomnar. Framyvir er ætlanin, at nýggj húsarhald og nýggir borgarar, ið flyta til Klaksvíkar, fáa ein sokallaðan startpakka frá Klaksvíkar Kommunu. Í pakkanum verða m.a. ein vælkomuheilsan frá borgarstjóranum, faldarar um ymisk kommunal viðurskiftir og avsláttarmerkir frá vinnurekandi í Klaksvík. Eitt avsláttarmerki kann t.d. vera, at fyrsta vitjanin í svimjihøllini er ókeypis, avsláttur í hárfríðkanarstovu og fyrsta filmframkalling ókeypis. - Við hesum er vónin, at kommunan og tey vinnurekandi saman fáa nýggjar íbúgvar at kenna seg væl, sigur Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.