Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 194 - 8. oktober 2007 tíðindi Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandur: Tá uppskotið um Gomlurætt kom fram, vóru tað mong sum yptu øksl. Staðið var tað ringast hugsandi og fór neyvan at verða sandoyingum at gagni. Orðaskiftið gekk hart fyri seg báðar vegir. Mong mettu eisini, at teir sum vóru fyri ætlanini neyvan vistu, hvat teir tosaðu um – ella hvar hetta staðið veruliga lá. Ein teirra sum gekk heitt inn fyri hesi samferðslu­ havnini til sandoyingar, var Atli Dam, sum tá var løg­ maður, saman við Tórálvi, politiska floksfelaga sínum úr Sandoynni. ­ Eg haldi, at tað vigaði tungt, at júst løgmaður gekk so sterkt inn fyri málinum, sigur Tórálvur. Sosialurin hitti hann ein vakran heystardag uttanfyri sethús síni á Sandi. Hann var í regnklæðum, ikki orsakað av veðri, men tí hann var í ferð við at gera hjallin kláran til slaktið. Hann gjørdist ikki sørt ovfarin, tá hann sá at sjálvur fíggjarmálaráðharrin var við á ferðini. ­ Eg haldi sjálvur, at Gamlarætt er tað besta til­ takið sum er gjørt fyri ferða­ sambandið hjá ogon. ­ Nú mugu vit taka næsta stigið á samferðsluøkinum: Ein undirsjóvartunnil er av avgerandi týdningi fyri okk­ um, sigur hann, við týðilig­ ari adressu til Magni Laksá­ foss. Tórálvur Mohr Olsen sat nógv ár á tingi, og kennir tí politisku skipanina og stríðið tað kann vera at fáa eitt mál í gjøgnum. Hetta gjørdi seg ikki minst galdandi, tá talan var um at veita eini lítlari oyggj gott ferðasamband millum Skopun og Streymoynna umvegis ferjuleguna á Gomlurætt. Eftir tógvið stríð varð so farið undir arbeiðið, og fyri 15 árum síðani varð ferju­ legan á Gomlurætt tikin í nýtslu. Fyri og ímóti Frá tí eitt mál kemur fram og til tað kemur á tingborð, kann ganga long tíð. Og síðani kann ganga uppaftur long tíð, áðrenn ein játtan frá løgtinginum fæst og farið verður undir tað ásetta arbeiðið. Fyri Tórálv sjálvan var umráðandi, at hansara heimaoyggj hevði bestar umstøður fyri ferðing inn á meginøkið. Hetta var jú fleiri ár áðrenn orðaskiftið um undirsjóvartunlar í Før­ oyum byrjaði. Gamlarætt er góð – Flog- vøllur á Sandoy Gamlarætt var góð, tá hon kom – og hon er framvegis góð, eingin ivi um tað. Hóast Tórálvur Mohr Olsen er fyrrverandi tingmaður úr Sandoy og fór um tey áttati í summar, dugir hann væl at síggja týdningin av einum føstum sambandi um Skopunarfjørð. ­ Tað er sjálvandi ilt at ímynda sær, hvat slíkt kann skapa. Men tann dagin tað verður koyrandi til Sandoynna, fer tað at hava alstóran týdning fyri okkum. ­ Tá fólk fer at kunna koma higar úr Havnini eftir einum hálvum tíma ella so, ­ ja, tá fer tað sjálvandi at merkjast. Tað kundi meiri enn so hent, at onkur teirra fekk hug at búseta seg her. Men sært tú, eingin okk­ ara kann fyristilla sær hvat fer at henda her, sig­ ur Tórálvur álvarsamur. Tórálvur er – sum skil­ ligt er – sera hugaður og heitur fyri einum undir­ sjóvartunli til Sandoynna, men hann hugsar eisini longri enn tað – heilt suð­ ur til oynna, hagar hann upprunaliga er ættaður. Tøknin og tólini at gera slíkar tunlar eru jú betrað munandi, síðani fyrsti tunnilin varð gjørd­ ur í Føroyum fyri 44 árum síðani til Hvalbiar. ­ Ja, eg tori at siga tað heilt vist, at ein tunnil kemur til Suðuroyar eina­ ferð – tað ivist eg onga løtu í, sigur hann avgjørd­ ur. Og so leggur hann avgjørdur aftrat: ­ Nú verður so nógv tosað um ein nýggjan flogvøll. Og sjálvandi, er tað koyrandi til Sand­ oynna, eru vit av álvara við í hesum málinum eis­ ini! - Vit høvdu okkara stríð við at fáa samtyktina ígjøgnum um ferjuleguna á Gomlurætt. Nú misunni eg ikki Páll og Gerhardi teirra arbeiði at fáa málið um undirsjóvartunn- ilin til Sandoynna ígjøgnum. Í slík- um stríði eri eg á heimabana, sigur 80 ára gamli Tórálvur Mohr Olsen á Sandi myndir Jens Kr. Vang Orð Snorri Brend Sandoy ” Eg hugsaði í øllum førum ikki um, at tá Gamlarætt varð gjørd, at hon skuldi enda sum ein smuglarahavn (Tórálvur Mohr Olsen, Sandur) - Vit høvdu okkara stríð við at fáa málið um Gomlurætt í gjøgnum. Nú mugu vit víðari – hesaferð við føstum sambandi um Skopunarfjørð, sigur fyrrverandi tingmaðurin, Tórálvur Mohr Olsen Mynd: Jens Kr. Vang