mánadagur 8. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 8. oktober 2007
17
tíðindi
men vit mugu víðari
Tað var tó ikki staðið
Gamlarætt sum menn tos
aðu harðast um at byrja við.
Hildið var rættast at gera
hesa íløguna í Kirkjubø,
men hetta møtti sum vera
man stórari mótstøðu.
Eg minnist, at tað komu
skriv ymsastaðni frá, eins
og fólk í hópatali mótmæltu
hesi ætlanini. Fornfrøðingar
komu eisini fram og søgdu
sína hugsan um hetta.
Tja, eg veit ikki, um teir
vóru bidnir um at gera hetta
ella ikki. Teirra fatan var í
øllum førum greið, at vit
máttu ikki nerta nakað, sum
kundi skaða fornminnini í
Kirkjubø, sigur Tórálvur
við einum brosi.
Gamlarætt eitt
gott stað
Eftir nógv kjak fyri og
ímóti ætlaðu ferjuleguni,
kom so fram uppskotið um
at leggja hesa á Gomlurætt.
Og so varð.
Skal eg siga sum er, so
var
hetta
ein
ótrúliga
strævin tíð!, staðfestir hesin
vísi 80 ára gamli heima
sandsmaðurin.
Eftir at hetta uppskotið
varð lagt fram, komu nú aðr
ir menn undan kavi og
søgdu, at ferjulegan mátti
endiliga ikki leggjast her
miðskeiðis
millum
Velbastað og Kirkjubø. Hon
kundi liggja alla aðrastaðni,
bara ikki her!
Teir søgdu, at hetta var
eitt brimpláss. Men har
vóru eisini aðrir skilamenn
sum søgdu at Gamlarætt
var eitt sera gott stað,
greiðir Tórálvur frá.
Sagt varð eisini, at her
var talan um eitt kyrrupláss,
millum annað hjá monnum
av Velbastað. Sluppu teir
ikki upp í heimbygdini, so
kundu teir liggja kyrrir her
og bíða eftir hóskandi lík
indum.
At enda varð samtykt at
henda loysnin skuldi veljast,
hóast mong kanska undraðu
seg eitt sindur yvir staðið.
Vit vóru hepnir
Eftir samtyktina í løgting
inum varð so farið til verka.
Og Tórálvur og sandoyingar
fegnaðust sum vera man
um hesa loysnina:
Nú var ikki neyðugt long
ur at fara tann langa teinin
úr Skopun, um Kirkjubønes
og síðani til Havnar.
Hetta var ein sera
spennandi tíð. Tú skilir, at
skula byggja eina ferjulegu
á opnari havsíðu, tað var
ikki bara sum at siga tað,
greiðir hann frá.
Tað kostaði sjálvandi pen
ing, men spurningurin var
eisini um, hvussu mundi
fara at verða við kyrrindun
um.
Tórálvur var við á kunn
andi ferð í Danmark, har
modellroyndir vórðu gjørd
ar av, hvussu henda ferju
legan fór at rigga undir
ymiskum
veðurlíkindum.
Henda útgerðin var longu
tá á sera høgum støði.
Royndirnar vístu greitt, at
hetta fór at gerast eitt kyrru
pláss.
Og satt at siga, so kundi
vit seinni staðfesta at vit
vóru hepnir. Tí hetta bleiv
ein tann kyrrasta havnin í
øllum Føroyum.
Men tonk tær til, um
man tók feil, og hon var púr
asta óbrúkilig, tá hon var
liðug. Jú, eg kann lova tær
fyri, at hetta var ein spenn
andi tíð, sigur hann við
einum brosi.
Gamla
rætt sum
smuglara
havn!
Eitt av avgerandi sjónar
miðunum hjá sandoying
um viðvíkjandi undir
stjóvartunlinum
hevur
verið, at hesin er ein
spurningur um lív ella
deyð fyri oynna.
Hinvegin vísa onnur á
– millum annað fíggjar
málaráðharrin
Magni
Laksáfoss – at ein tunnil
bjargar ikki nakrari oyggj
ella øki einsamallur. Tað
skal annað til, enn bert
eitt slíkt fast samband.
Hesum er Tórálvur
ikki heilt ósamdur í. Men
hann leggur kortini dent
á týdningin av einum
slíkum undirsjóvartunli.
Hinvegin er tað ein
stórur spurningur um
ikki
ferðasambandið
skapar júst tað sum skal
til. Ein veit nevniliga
ongatíð, hvat eitt slíkt
kann kasta av sær.
Eg hugsaði í øllum
førum ikki um, at tá
Gamlarætt varð gjørd, at
hon skuldi enda sum ein
smuglarahavn. Nei, til
slíkt røkkur mín fantasi’
ur ikki!, sigur hann við
einum stórum brosi.
”
Teir søgdu, at hetta var eitt brimpláss.
Men har vóru eisini aðrir skilamenn
sum søgdu at Gamlarætt var eitt sera
gott stað
(Tórálvur Mohr Olsen, Sandur)
”
Eg haldi, at tað vigaði tungt, at júst
løgmaður gekk so sterkt inn fyri
málinum
(Tórálvur Mohr Olsen, Sandur)
- Eg havi sjálvur koyrt gjøgnum heimsins
longsta undirsjóvartunnil í Noregi. Tað tók
bara góðar 20 minuttir, sigur Tórálvur
Mynd: Jens Kr. Vang
- Nú mugu vit taka næsta stigið á samferðsluøkinum: Ein undirsjóvartunnil er av avgerandi týdningi fyri okkum í Sandoynni,
sigur Tórálvur, við týðiligari adressu til Magni Laksáfoss
Mynd: Jens Kr. Vang