Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 194 - 8. oktober 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Vit skulu hava nøkur stig afturat, og tí kunnu vit ikki verða vísur í at vinna FM, fyrr enn vit hava fingið tey stigini. Jens Martin Knudsen, NSÍ-málmaður - Eg havi altíð havt hug at gerast venjari, og ongantíð betur, at tað nú skuldi gerast í einum felagi, ið er so positivt, sigur Allan Mørkøre, nýggjur venjari hjá AB Fótbóltur Niels Petersen Tað er nú greitt, at 35 ára gamli Allan Mørkøre, sum vit øll kenna frá hansara tíð á landsliðnum og annars frá toppfótbólti í Føroyum gjøgnum mong ár, skal vera venjari hjá AB komandi kappingarár. Allan hevur spælt á hægsta støði í føroyskum fótbólti í nógv ár, og eisini hevur hann roynt seg sum yrkisleikari í íslendska IBV. Gjøgnum hesi mongu ár hevur hann eisini fingið eina rúgvu av royndum, og tað koma teir av Argjum at fáa góðan av, eftir hetta kappingarár. Á heimasíðuni hjá AB stendur at lesa at tað er ein lítil dreymur, sum nú er vorð­ in veruleiki, hjá Allani. ­ Eg havi altíð havt hug at gerast venjari, og ongantíð betur, at tað nú skuldi gerast í einum felagi, ið er so pos­ itivt, leggur hann afturat. Allan Mørkøre, saman við øðrum góðum monnum, mugu flest øll kenna aftur frá landsliðnum sum vann hin tiltikna sigurin í 1990 móti Eysturríki, við stór­ skjúttanum Toni Polster á odda. Tað eru 17 ár liðin síðan hetta bragd var framt, og Allan spælur enn á hægsta stigi í føroyskum fótbólti. Hetta sigur ikki heilt so lítið um klaksvík­ ingin, sum nú skal royna at lyfta AB upp aftur í bestu deildina. Eg ætli mær at gera mítt besta til at náa málinum, sum er at fáa AB upp aftur. Eftir so mong ár í fótbólti er eyðsæð, at vitanin, Allan hevur um ymisk viðurskifti innan fótbóltsheimin, er almikil. Hetta hava teir sæð á Argjum og tessvegna bjóða honum starvið sum venjari hjá felagnum á Hamrinum. Allan hevur onga venjara­ útbúgving, men sigur seg fara at byrja at taka tað sum krevst, tá FSF skipar fyri hesum í januar. Allan skal fáa AB upp aftur Allar avbjóðingarnar tykjast stórar, men størsti bitin verður Frakland á heimavølli, tá ið trý landslið næstu dagarnar skulu verja føroysku æruna í europeiskum kappingum AltJóÐA Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tvey umfør eru eftir at heimligu landskappingini. Tey verða avgreidd tvey tey seinastu vikuskiftini í okto­ ber. Næstu dagarnar eru altjóða uppgávur á fótbólts­ skránni. Størsta avbjóðingin verður tað, tá ið fronsku stjørnurnar leygardagin fara at spæla á Tórsvølli. FIFA styrkislistin boðar ikki frá, at Føroyar eru nakað serligt í altjóða høpi. Men tølini siga, at føroying­ ar eru dúgligir luttakarar í europeisku kappingunum. Tað eru seytjan ár síðani, at a­landsliðið fyrstu ferð luttók í undankapping. Síð­ ani tá hevur gingið skjótt. Bæði í landsliðshøpi og í felagshøpi er talan vorðin um rættuliga stórt europe­ iskt virksemi. Í ár hava Før­ oyar spælt við a­liði, U21, U19, U17 og U15 á mann­ fólkasíðuni, og á kvinnu­ síðuni hava Føroyar verið í europeiska eldinum við U19 og U17, og kvinnu­ landsliðið skal seinni fyrstu vikuna í november luttaka í EM undankapping í Litava. Mótstøðuliðini vera tey trý baltisku londini – Estland, Letland og Litava. Í hesi vikuni eru trý lands­ lið við tilsaman umleið 60 spælarum í europeiska eld­ inum. Umframt spælararnar eru umleið tjúgu fólk bein­ leiðis upptikin av landslið­ unum. Tað vil við øðrum orðum siga, at í hesi vikuni brúka umleið 80 føroyingar sína tíð upp á landsliðsfót­ bólt. Tá eru tey ikki tald uppí, sum hava uppgávur í sambandi við heimadystir­ nar, eitt nú sum vaktarfólk og sølufólk. Landsliðsfótbólturin ber eisini so nógv annað virk­ semi við sær: gistingarhús, flutningsfyritøkur og eisini fjølmiðlarnir brúka starvs­ fólk og arbeiðstímar upp á landsliðsfótbóltin. Avbjóðingarnar Í morgun lætti U19 landslið­ ið úr Vágum. Teir eru á veg til Bulgaria, har mótstøðan í EM undankappingini verður ivaleysa stór. Mikudagin skulu Føroyar spæla ímóti Turkalandi, fríggjadagin verð­ ur Danmark mótstøðuliðið, og mánadagin um eina viku skulu Føroyar spæla ímóti Bulgaria. Umframt átjan spælarar eru fimm venjarar, ferðaleið­ arar, liðleiðarar og fysiotera­ peutar í tí ferðalagnum. A­landsliðið er stevnt saman mikudagin. Tá verður farið undir fyrireikingar til undankappingardystirnar á heimavølli leygardagin ímóti Fraklandi og mikudagin í næstu viku á útivølli í Ukre­ ina. 20 spælarar hittast miku­ dagin í høvuðsstaðnum, og afturat teimum kemur Atli Danielsen við í ferðalagið til Ukreina. Hann er leik­ bannaður leygardagin. Umframt spælararnar eru ellivu persónar knýttir at a­ landsliðnum sum leiðarar, venjarar og hjálparar av ymsum slagi. U21 landsliðið er stevnt saman í Klaksvík mikudag­ in. Avbjóðingarnar hjá hes­ um liðnum eru Aserbajan á Svangaskarði fyrrapartin leygardagin og Kroatia á Tórsvølli seinnapartin miku­ dagin í næstu viku. Umframt nítjan spælarar eru fimm fólk knýtt at hes­ um liðnum. Seinni í mánaðinum fer U17 landsliðið til Týsklands at taka lut í EM undan­ kappingarbólki. 60 spælarar í altjóða eldin Føroyska a-landsliðið í fótbólti spælir leygardagin stórdyst á heimavølli ímóti Fraklandi. Eftir tað bíða strævnar uppgávur ímóti Italia og Ukraina á útivølli Mynd: Álvur Haraldsen